Domus-vegurin útboðin

Vegurin til nýggju íbúðirnar vestanfyri Helnabrekku í Klaksvík verður í hesum døgum útboðin í almennari lisitatión.

Klaksvík:
Vegurin Talan er um ein 320 m langan veg, sum fer oman av Helnabrekkuvegnum nakað norðan fyri húsini hjá Anskari Hansen. Arbeiðið umfatar í stórum: jørð, kloakk-, betong-, vatn- og asfalt arbeiði.
Lisitatiónin verður 7. mars 2005 kl. 15 á Teknisku Umsiting. Tað er Sámal Johannesen, ráðgevandi verkfrøðingur, sum hevur gjørt útbjóðingartilfarið í samráð við Teknisku Umsiting.
Tær fyrstu íbúðirnar hjá Domus verða ætlandi klárar at avhenda í august/septembur 2005.