Føroyingar komið og singið við!

"Føroyingar komið og syngið við!" eru slagorðini hjá sangbólkinum Vitin í Klaksvík, sum í hesum døgum ferðast kring landið har teir boða krossins evangelium gjøgnum orð, kvartettsang, felagssang, leik og samfelag

Sunnukvøldið 6. februar meðan politiski fundurin í Norðurlandahúsinum var beinleiðis í bæði Útvarpi Føroya og SVF, savnaðust millum 1100 og 1300 fólk til sangløtu í ítróttarhøllini á Nabb, har sangbólkurin Vitin úr Betesda í Klaksvík skipaði fyri.

Umframt at sangbólkurin Vitin sang, var felagssangur, dramaleikur, og ein evangelisk tala. Eftir løtuna vórðu øll boðin til kaffi og køkur.

Bólkurin hevur ferðast nógv kring landið seinastu árini. Í 2003 og 2004 var hann til tilsamans 60 møtir og onnur tiltøk, har teir sungu .

Teir sum manna sangbólkin eru: Jóhan Páll Joensen, Torkil Mørkøre, Petur Vitalis og Jógvan Høj. Teir fýra hava sungið saman síðan 2001, fyrst undir navninum "Yngra kvartettin" og nú hava teir so broytt navnið til sangbólkurin Vitin. Afturat sær hava teir tónleikararnar: Dávur Johannesen, spælir á gittar og syngur, Jóan Petur Hansen spælir el-gittar, Guttorm Matras spælir akustiskan gittar, Leivur Vitalis situr við trummurnar, og Esbern Hansen passar uppvørpuna.

Dramaleikinum taka tey ungu í samkomuni sær av, og í ár hava Sunneva Østerø og Jógvan Hansen spælt ein leik, meðan Sámal Mikkelsen hevur verið upplesari.

Evangelisku talunum taka Rógvi Joensen og Bogi Simonsen sær av.

Jóhan Páll sigur, at til tey stóru hallartiltøkini hava komið millum 400 og 1300 fólk, alt eftir hvar teir í landinum teir syngja.

Tey stóru tiltøkini í 2005 hava verið í Ítróttarhallunum í Klaksvík, á Giljanesi, í Runavík, á Hálsi.

Leygardagin 19. februar gongur so leiðin til Suðuroyar, har teir syngja í Ítróttarhøllini í Trongisvági.

Jóhan Páll sigur, at teir eru glaðir fyri at syngja og eru sera takksamir fyri ta góðu móttøkuna teir hava fingið allastaðni í landinum. Tað krevur nógva tíð og orku, og tað kostar nógv at leiga ítróttarhallir og alla teknisku útgerðina, men tað er tað vert.