Triðja dystin á rað vóru føroyameistararnir úr Kyndli fyri ósigri í Atlantic Airways-kappingini, og tað hevur eitt lið ikki ráð til, um tað ætlar at verða við í kappingini um føroyameistaraheitið. Tí bendir alt nú á, at tað verður VÍF, sum í ár strýkur avstað við gullinum, tí vestmenningar eru seks stig á odda á stigatalvuni, og tað eru einans átta stig eftir at spæla um.
Brendu ov nógv
Nakað av fólki hevði leitað sær í høllina á Hálsi til dystin, og eisini onkur trúfastur viðhaldsmaður hjá VÍF sást millum áskoðararnar. Hesi vóru vitnir til ein dyst, har tað gekk rættuliga javnt á, men har tú fyri tað mesta hevði varhugan av, at tað vóru strandingar, ið vóru omaná, og sum megnaðu at halda høvdið kalt, tá ið á stóð.
Í fyrra hálvleiki var tað rættuliga javnt millum liðini, men heimaliðið hevði møguleikan fleiri ferðir at leggja seg á odda, men Kyndil brendi rættuliga nógvar opnar møguleikar. Antin vóru skotroyndirnar ikki nóg neyvar, ella var tað ein vælleikandi Marian í StÍF-málinum, sum stóð fyri.
Serliga var tað av vonginum, at tað gekk striltið hjá teimum grønu at fáa bóltin fram við Marian, og tað koma at kosta dýrt í longdini.
Strandingar gjørdu ein vørr móti endanum av fyrra hálvleiki, og tað gjørdi, at teir fóru frá at verða aftan fyri 9-10 til at verða á odda 14-11, áðrenn Jónleif Sólsker við einum brotskasti beint fyri hálvleik fekk minkað um munin niður í 14-12 til StÍF, sum var hálvleiksstøðan.
Høvdu sínar periodir
Í seinna hálvleiki var dystargongdin tann sama sum í fyrra hálvleiki fyrstu løtuna, men tá ið einir tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, vaknaði Kyndil og fór at gera um seg. Teir grønu vóru bráddliga nógv ágrýtnari, og tann annars so stinna verjan hjá strandingum tóktist skelkað eina løtu.
Kyndil fór frá at verða aftan fyri við trimum málum til upp á níggju minuttir at leggja seg á odda við trimum málum, og tá vóru einans góðir tíggju minuttir eftir at spæla. Tey flestu hildu óivað, at nú var dysturin um at verða avgjørdur, tí strandingar tóktust mótfalnir, meðan heimaliðið reið á aldukambinum. Ein av orsøkunum til dysturin bráddliga fekk eina vend, var tann, at Zeljko Hornjak var komin í málið hjá Kyndil at standa, og hann hevði fleiri góðar bjargingar hesa løtuna.
Men bráddliga vendi dysturin aftur. Strandingar fingu skil á verjuna hjá sær aftur, og tá ið teir so eisini fingu nøkur av sínum eyðkendu kontraálopum at koyra, og enntá fingu skorað, meðan teir vóru ein maður minni á vøllinum, stóð skriftin málað á vegginum. Hesa løtuna vísti ein maður sum Alexandur Johansen, hvønn týdning hann hevur fyri strandingar bæði sum málskjútti, men so sanniliga eisini sum tann, ið eigur fríspælingina til mannin, ið skorar.
Nú vóru tað aftur kyndilsmenn, ið vóru skelkaðir, og tað sást kanska best við teimum mongu hasarderaðu skotroyndunum, ið teir høvdu hesa løtuna. Tær fáu skotroyndirnar, ið raktu innan fyri málrammuna, hevði Marian tó heldur ikki stórvegis trupulleikar av. Harumframt høvdu teir grønu eisini nøkur púrasta óneyðug bólttap hesa løtuna, og tað hevur tú ikki ráð til móti einum liði sum StÍF, tí teir eru so mikið ágrýtnir, og er ein bóltur leysur, so eru teir á honum beinanvegin.
Strandingarnir tóku tí leiðsluna aftur í dystinum, og hóast Kyndil royndi at satsa við einari sera offensivari verju síðstu løtuna, so var tað ikki nóg mikið, tí strandingar eru smáir og skjótir, og tað hóvar teimum væl at spæla móti offensivum verjum. StÍF vann tí uppiborið dystin 27-25, og tað var skjótt, at tað frættist í Vestmanna.
Hvar endar silvurið
Fyri nøkrum fáum umførum síðani var nógv tosað um, at tað fór at verða spenningur um gullið heilt fram til seinasta umfar, og nógv høvdu hug til at avskriva vestmenningar, tá ið tað gjørdist greitt, at fleiri av profilunum hjá VÍF vóru skaddir og ikki fóru at verða við í fleiri dystum.
Men nú vísir tað seg at verða júst øvugt. Tað man verða fáur, sum nú ivast í, um gullið fer at enda í Vestmanna, og ístaðin er spenningur komin í kappingina um silvurið og bronsuna.
Kyndil liggur í løtuni til silvurið, meðan strandingar og kollfirðingar liggja javnir í stigum á bronsuplássinum. Men tað er bert eitt stig á muni millum Kyndil og hini bæði liðini, og tí er tað væl hugsandi, at føroyameistararnir glíða longur niður á stigatalvuni, um teir ikki skjótt fáa nøkur stig til høldar.
Eingir dystir í fremstu deildini verða nú um vikuskiftið, men annað vikuskiftið verður aftur dystast, og tá hittast júst Kyndil og KÍF í Hoyvík, og tað verða óivað nakrir sera uppsettir kollfirðingar, sum tá fara at gera eina roynd at stríða seg upp á silvurplássið. Teir sóu í hvussu so er sera vælnøgdir út eftir dystin í Havn hóskvøldið.
Strandingarnir fáa samstundis vitjan av H71 á Skála, og lagt er upp til, at stríðið um silvurið og bronsuna verður hart líka til seinasta leikumfarið.
Kyndil-StÍF 25-27(12-14)
Kyndil: Høgni Klein 8, Jónleif Sólsker 6(5), Jakob Jónsson 3, Rókur Akralíð 2, Finnur Hansson 2, Hans Áki Dal-Christiansen 1, Hans Arni Thomsen 1, Josef Abrahamsen 1, Janus Einar Sørensen 1
StÍF: Leivur Justinussen 6(2), Sveinur Justinussen 6(1), Alexandur Johansen 4, Bent Djurhuus 4, Artur Johansen 3, Borgar Danielsen 3, Bárður Danielsen 1
Brotskøst: Kyndil 5(5), StÍF 3(3)
Útvísingar: Kyndil 2, StÍF 6 (Bárður Danielsen 3x2 minuttir)
Dómarar: Sámal Hansen og Kristian Johansen ? høvdu gott tak á dystinum, og lótu seg ongantíð ávirka av teimum mongu viðmerkingunum frá vælvitandi áskoðarum.