siga, at hann man hava mistikið seg ella lisið skeivt í fíggjarlógini. Tað er beint júst nú. Verður fíggjarlógin kannað, so sæst at blokkurin í 1998 og 1999 fór og fer til rentur og avdráttir. Ár 2000 og 2001 [...] vissa seg um, at tað er sum eg sigi. Hvat megna vit sjálvi at gjalda? Hetta er ein søguligur møguleiki, sum neyvan kemur aftur. Hetta vísir, hvat føroyska samfelagið hevur verið ført fyri at bera sjálvt, og [...] støðu, at vit nærum fíggja vanliga raksturin hja tí almenna sjálvi, meðan blokkurin í høvuðsheitum fer til at gjalda avdráttir og rentur. Jóannes Eidesgaard segði á sama fundi, at hetta ikki var beint og førdi
fest seg við, at eini sanvíkingurin segði seg vera svakan, tá hann fór úr bilinum. - Hvat meinar tú sum suðringur, tá tú sigur svakur? Tá eg eri svakur skal eg helst ikki hava ein knív í hondini, men er tað [...] Tvøroyri frá, at hann óttaðist, at feðgarnir úr Sandvík fóru at drepa seg. - Tá tú nú sigur drepa, meinar tú fysiskt at drepa ella at drepa á suðuroyarmáli, spurdi ákærin. Tvøramaðurin gjørdi tó ákæranum greitt [...] prógvað, at hann hevði ógrundað framt harðskap móti feðgunum. Feðgarnir mugu bíða, til sonur fríkenda hevur greitt frá, hvat eftir hansara tykki hendi á Kolavegnum. Rætting: Fyrsta útgávan av greinini legði
ómælandi zombiar framman fyri einum ella øðrum skermi. Neyvan hevði hendan konan lært føroyskt í skúlanum, eg giti, at hon, eins og omma mín bæði skrivaði, roknaði og bað til Várharra á donskum. Og kortini [...] kennist sum at eitthvørt er galið. Men við tað at ein kanska er inhabilur ella í øðrum førum ikki er førur fyri at definera, hvat tað er sum er galið, so kann ein ikki fyri tað døma tað niður og norður. [...] dámar eitt menniskja. Eitt ummæli má og skal vera sakligt, kritikkurin má kunna brúkast til nakað, evt. vera til hjálpar; einki er lættari enn at jarðleggja onkran og sláa hann í hel. 6 des. datt eg inn
klemma, til dømis. Ella, og oftast, at halda við sítt ella tað, determinerandi vinarskarin sigur, tú skalt halda, óansæð hvat (!) So, klárar tú ikki mótargumentið og ágangandi kritikk, so tekur tú mannin [...] niður eftir bakinum; men tað er væl eisini blivið til tað, í modernaðum ringum, at “ert tú nakað”, ella hevur eitt brennandi ynski um at verða tað, tá mást tú slikka. Hví? Hví eru øll hesi fólkini endað so [...] Ert tú gemenur fínborgari og hevur eitt framhaldandi ynski um at vera dus við og passa inn í bourgeoisiska toppin, ella góðtikin av LGBT og øðrum, ið dominera redaksjónir kring landið, tá rættar tú teg
Tað hevur faktisk einki við sakina at gera! Tann kvinnan, sum Jesus segði tað um vildi broytast, men tú sigur tað og livir víðari samkyntur, sjálvt um tú veitst, at tað er synd, tí tað skrivaði tú sjálvur [...] gjarna her sleppa at siga mína meining um samkynt parlag... Hvat hugsa tit fyri tykkum? Eg eri ein genta upp á 13 ár og sjálvt eg veit ella síggi, at hettar er heilt hol í høvdið. Eg hevði doyð av skomm [...] kyn. Sjálvandi skal man ikki fara í kríggj móti samkyntum, ella gera nakað móti teimum. Men man skal so heldur yvirhøvur ikki broyta lógina til teirra fyrimun. Tað er tað sama, um eg føli, at eg má stjala
Dilemma: Ein til lutir, sum tú enn ikki hevur tikið støðu til, antin tú framvegis vilt eiga teir, ella blaka teir burtur. Gávur: Ein til lutir, sum tú ætlar at geva vinum ella familju. Vælgerð: Ein til lutir [...] skulu til hjálparfelagsskapir og tílíkt. Afturbering: Ein til lutir, sum tú hevur lænt, og sum nú skulu berast aftur. Søla: Ein til lutir, tú kanst selja ella býta um við onkran. Endurnýtsla: Ein til fløskur [...] teg í ørviti, tí tú altíð skalt leita eftir øllum og brúka óneyðuga nógva orku til at hava tamarhald. ger, at tú dregur alt út, tí tú hevur eitt ok á herðunum, sum skal takast av, áðrenn tú veruliga sleppur
stuldur av tilfari, sum ein annar hevur goldið fyri og hevur upphavsrætt til. Kringvarpið hevur orðað seg nakað soleiðis, at kanningin er komin okkum í hendi, men hvat so? Tað er ikki tað sama, sum at tað [...] samdur við Jógvan á Lakjuni í, at Kringvarpið hevur misbrúkt veljarakanningina hjá Fólkaflokkinum. -Kringvarpið hevur í einum trimum-fýra tíðindasendingum lisið beinleiðis úr kanningini og kanska partvís [...] Sjálvt fólkaflokkurin hevur rætt til at keypa sær kanningar, sum flokkurin sjálvur ætlar at brúka - á sína egna hátt. -At Jógvan á Lakjuni so knýtir hetta upp í annað tilfar, sum hevur verið í Kringvarpinum
upplivað ella lært, tey hava lagt sær tað í geyma, og tey hava snøggað hesar royndirnar til nøkur fá væl vald, munnfitt vísdómsorð. Og tað kalli eg gullkorn. Talaða orðið ávirkar Óli Breckmann hevur sum politikari [...] fyri eitt gott orð. Tað síggja vit lítið til í dag, sigur hann. - Tað at verða í orðadrátti hevur altíð nakrar fylgjur – góðar ella ringar - fyri teg. Ofta er tað til fyrimuns at siga tað beinrakið, at verða [...] hann hevði skrivað ella sagt. Óli Breckmann hevur í mong ár savnað útsagnir hjá kendum fólkum – fyndarorð, sum innihalda vit og bit. Gullkorn kallar hann útsagnirnar, sum hann hevur savnað í nýggju bókini
Keldu ----- Onkur klokka átti at havt ringt, ella tiltikna reyða ljósið blunkað. Men av og á yvirtekur trongdin til óheppið brúk. Síðani byrjanina av 2013 hevur drúgvt greinasamskifti verið millum søgufrøðingin [...] baptist, og i første række gav arbejde til dem der hørte til baptistmenigheden” - at skriva nakað um “hvør fær starv frá hvørjum”, “netverk” og hvønn leiklut kennskapur hevur í starvssetanum bæði alment og privat [...] eg havi viðgjørt: “Det førte tit til, at mange, også af økonomiske grunde, lod sig gendøbe”, ( sitat úr bókini “Men Gud greb ind”, sum Hans Andrias ferð eftir ferð hevur endurtikið), sum eg meti søgureingjan
konsertir? Og hví fer man til konsertir? Ja fyri at svara tí seinna fyrst, so fara mong til konsertir fyri at ballast, tí tað líka sum hoyrir til, at tú helst skalt vera skít, um so er, at tú skalt lurta eftir [...] greina, hvat ein tónlistamaður hevur í kvittanum, er ikki tað lættasta. Tvørturímóti vil eg siga tað á tann hátt, at eg skrivi eitt la, tí tað ber best til at siga tað eg vil siga gjøgnum at spæla ella syngja [...] hvørki ummælari ella tónleikari. Eg eri eg. Ein persónur, ikki eitt heiti ella starv. Fyrst og fremmst ein menniskja av kjøti og blóði, nossum og hjarta, ikki ein meinigur korporalur ella trummuslári í einum