Í ein mansaldur var hann ein sjónskur profilur í føroyskum politikki. Hann fór óræddur í hugsjónarlig slagsmál í kjakinum. Hann skrivaði hvassar greinar í bløðunum. Hann varð hildin at vera munnfimur, og stundum var hann so bersøgin, at hann mátti í rættin fyri tað, hann hevði skrivað ella sagt.
Óli Breckmann hevur í mong ár savnað útsagnir hjá kendum fólkum – fyndarorð, sum innihalda vit og bit. Gullkorn kallar hann útsagnirnar, sum hann hevur savnað í nýggju bókini ’3 gullkorn um dagin’.
- Summi spreiða gleði allastaðni, har tey koma. Onnur, tá tey fara.
Tað verður írski rithøvundin Oscar Wilde endurgivin fyri at hava sagt. Og fólk sum Jóannes Patursson, Marilyn Monroe, William Shakespeare, Janus Djurhuus, Martin Luther, Indira Gandhi, Margareth Thatcher, Móðir Teresa og mong, mong onnur eiga eisini útsagnir í nýggja savninum av sitatum.
- Tað liggur allur verðsins vísdómur í hesum orðunum. Summi teirra eru søgd fyri 3.000 árum síðani, onnur í nýggjari tíð, men tað er galdandi fyri øll, at tey eru eins aktuell í dag, sum tá tey vórðu søgd. Hetta eru varandi hittinorð. Útsagnir hjá gávaðum fólki, sum treyðugt verða søgd betur av nøkrum, sigur Óli.
- Eru vit vís, so læra vit av royndum og lívsvísdómi hjá øðrum fólki, og tað er veruliga bæði vit og vitan í hesum útsagnum. Hetta er nakað, sum fólk hava upplivað ella lært, tey hava lagt sær tað í geyma, og tey hava snøggað hesar royndirnar til nøkur fá væl vald, munnfitt vísdómsorð. Og tað kalli eg gullkorn.
Talaða orðið ávirkar
Óli Breckmann hevur sum politikari og lærari sæð og upplivað, hvussu talaða orðið kann ávirka, flyta og gera mun.
- Fyrr var ikki nógv annað enn tað livandi orðið. Eg minnist eina eldri konu, sum segði frá, hvussu pápi hennara hevði lagt niður í hana og systkini, at tey skuldu læra seg at vera munnfim, ”at taka væl til orðanna”. Tí tað var fyrst og fremst við talaða orðinum og í teirra verki, at fólk fyrr ávirkaðu hvønn annan, áðrenn dagbløð, útvarp, sjónvarp, filmur og nú I-netið komu.
- Í politikki kanst tú eisini læra teg at bera sjónarmið fram við nýtum orðum. Onkur hevur sagt, at eg hevði orðið í mínari makt, men eg hevði stórt stríð av at fyrireika eina røðu. Summi fólk kunnu veruliga rysta stuttlig og góð orð úr ermuni og duga væl at vera við í ping-pong kjaki, og tað er stuttligt at hoyra slík fólk. Tey eru fá, men eg haldi meg ikki verða ein av teimum, eri eitt sindur tyngri fyri málinum og havi gjørt nógv stríð av at fyreika mínar røður, fyri tað skal vera væl sagt og snøgt í sniðnum.
- Og tá man so kann lesa perlur hjá flogvitum, so fært tú ofta nógva gleði og gagn burturúr – eisini um tú ert fallin til I-fonina og situr og klikkir á hana dagin langan. Har haldi eg, tann blindi leiðir tann blinda, tí har eru tað vit ”deyðiligu”, sum sita og skvaldra við onnur ”deyðilig”.
Góður førningur
Royndirnar hjá farnum ættarliðum eru góður førningur at hava við sær inn í framtíðini, heldur Óli Breckmann.
- Menniskjan hevur altíð bygt á lívsroyndirnar hjá sínum forfedrum, og klippa vit sambandið aftureftir, so missa vit tann týdningarmikla førningin. Kunnleikin um fortíðina er besti førningur at hava við sær inn í framtíðina, og tann vitan, sum tey undanfarnu høvdu vunnið sær við royndum, og sum tey hava orðað okkum snøgt og beinreikið, eru veruliga gullkorn hjá okkum, sigur hann.
Óli heldur eisini, at tað er neyðugt at draga tær góðu og skilagóðu útsagnirnar fram í ljósið aftur.
- Eg haldi, vit skylda okkum sjálvum og okkara forfedrum, sum vit byggja á herðarnar á, at tey verða vird, og at tey hoyrast í tí fossandi streymi av vrøvli, sum tú fært á teimum elektroniskum miðlunum.
Nógv var betur ósagt
Óli Breckmann hevur sum politikari verið í mangari orrustu, og hann tóktist næstan at leita sær upp politiskan polemik, tá ið hann hevði sína stórtíð sum stavnamaður hjá Fólkaflokkinum.
- Eg havi mangan sannað, at ofta eru hørð orð betur ósagd. Tá ið eg var blaðstjóri, dugdi eg illa at síggja eitt bananskal í eygnakrókinum uttan at fara eitt fet til viks og traðka á tað. Og aftaná mátti eg so biða um umbering.
- Tað eyðkennir nógv fólk, sum fáast við at røða, at tey hava lært nógv av egnum góðum og ringum royndum. Eg havi eisini sagt nógv býtt, sum eg havi verið noyddur at burturforklára ella biða um umbering fyri aftaná. Og tá eg nú hoyri og síggi politiska kjakið, so tykist tann óvanin ikki heilt at verða lagdur til viks.
Óli heldur tó, at fólk tola harðari kjak í dag, enn tey gjørdu fyri 20 og 30 árum síðani.
- Politikarar og onnur, sum røða nógv, siga eisini nógv, sum var betur ósagt, og tað er so prísurin, tú mást betala fyri at verða í einum yrki sum politikari, har nógv verður tosað og skrivað. Men eg haldi, at fólk eru ikki so smásár og erkvisin í dag, sum tey vóru fyrr í tíðini, tá ið summi fólk stevndu fyri eitt gott orð. Tað síggja vit lítið til í dag, sigur hann.
- Tað at verða í orðadrátti hevur altíð nakrar fylgjur – góðar ella ringar - fyri teg. Ofta er tað til fyrimuns at siga tað beinrakið, at verða hittinorðaður og munnfimur, tí politikkur skal eisini fanga, og fólk skulu tíma at lurta eftir politiskum kjaki. Tað eigur eisini undirhald í tí, so fólk lurta.
Verri at minnast
Tá ið blaðað verður í savninum av gullkornum, sum Óli Breckmann nú hevur givið út, er skjótt at staðfesta, at flestu av útsagnunum hava nógv ár á baki. Og stundum verður eisini ført fram, at politiska kjakið í dag er langt frá so gott og undirhaldandi, sum tá ið politikarar sum Finnbogi Ísakson, Torbjørn Jacobsen, Óli Breckmann, Pauli Ellefsen og aðrir vóru í rokinum.
- Vit kunnu ikki tó samabera okkum við flogvitini, sum hava lagt vís orð eftir seg, og kanska er høvið, tá ”gullkornini” vórðu søgd, tað rætta, so vitið og bitið stendur eftir. Tað, sum veruliga var stuttligt og gott, liggur eftir, meðan alt hitt er farið aftur við borðinum og er burtur og gloymt.
- Tað kann verða, at fólk fáa so stóran tíðindafloym niður yvir seg nú allatíðina allastaðni frá, at tað skal meira til at siga nakað, sum hongur eftir, tá ið tað er sagt. Tað var eitt sindur minni sagt og skrivað fyrr, og tí varnaðust fólk betur tað, sum var vert at minnast. Í dag er kanska trupulari at finna gullkornini, tá tey verða jarðað undir skalvalopum av øllum tí minni verda, sum verður sagt.
Men spurningurin er so, um tað onkuntíð er neyðugt at tosa við stórum stavum heldur enn við stórum orðum. Rætta orðafellið við røttum tónafalli, áherðslu og andarsteðgi gera stóran mun.
- Eg tori at siga, at tað snýr seg ikki um at siga nakað hart ella harðligt, men heldur um at siga tað stutt og rætt. Eitt føroyskt orðatak sigur, at ”á tí nógva orðinum skalt tú kenna dáran”. Halgabók sigur, at tað er er betri at hoyra vísmenn deila enn dárar kvøða. Tað er ikki altíð tað nógva orðið – ella tað, sum verður harðast sagt – sum munar mest, men heldur tað, sum verður sagt við nýtum orðum til rætta tíð.
***
3 gullkorn um dagin
Óli Breckmann hevur í bókini "3 gullkorn um dagin" savnað nærum 1100 vísdóms- og hittinorð, sum klók fólk hava ríkað – serliga vesturlendska - siðaarvin við gjøgnum tíðirnar.
Í bókini eru sitat úr Bíbliuni, sálmum og frá politikarum, uppfinnarum, vinnulívsfólki, høvdum, mentafólkum, hugsandi fólki og øðrum. Eisini eru orðatøk, føroysk og útlendsk, og hittinorð við í bókini.
Bókin er skipað við trimum sitatum til hvønn dagin í árunum.
***