At rudda er at slóða fyri lívinum

Ellivu svartir rusksekkir við gomlum fysikkuppgávum úr Hoydølum og fimmtan ára gomlum sjálvuppgávum. Ein rustað russisk skrivimaskina í skirvisligum trækassa. Tvær og eina hálva persiennur og tríggjar deyðar dýnur. Ein brostin gummibátur og tveyhundrað akslatrø. Hetta var partur av fonginum heima hjá okkum, eftir at boðskapurin úr metsølubókini hjá Karen Kingston, legði leiðina framvið óruddiliga lívið okkara. Og enn hava vit ikki saknað nakað av øllum skramblinum, sum varð beint niðan á Sandvíkarhjalla fyri tveimum árum síðani. Tvørturímóti hava vit fingið yvirskot til annað enn at halda húsaskorðinum innanborðs.

- Tá vit rudda uttan um okkum, fer samstundis ein upprudding fram innaní. Tí alt, sum er rundan um okkum, serstakliga í heiminum, endurspeglar okkara innara lív, og við at broyta heimið, broyta vit eisini møguleikarnar í lívinum. Við at beina burtur alt, sum forðar orkuni í at streyma frítt, skapa vit meira harmoni í lívinum, og geva pláss fyri nýggjum og avbjóðandi møguleikum, sigur Karen Kingston, sum hevur skrivað metsølubókina Ryd op i dit rod.

Karen Kingston lýsir órudd soleiðis:
lutir, vit ikki brúka ella eru góð við.
lutir, sum liggja og sløðast.
ov nógvir lutir á ov lítlum plássi.
alt, sum er óliðugt.

Lutir, tú ikki brúkar ella ikki ert góð við:
Lutir, tú ert glað fyri, og sum verða nýttir og virdir, senda út sterkar og positivar orkustreymar, sum loyva tí góða og uppbyggjandi at streyma frítt og at koma til sín rætt. Fínir orkutræðrir knýta teg til allar lutir, og er heimið á tremur av lutum, sum tú ert góð við ella brúkar  við skili  verður tað ein einastandandi kelda av orku og stuðli í lívinum. Harafturímóti togar órudd orkustøðið niður og jú longri tú lívir við óruddinum, jú meira ávirkar tað teg. Tá tú sleppur tær av við tað, sum ikki longur veruliga merkir nakað fyri teg, fert tú snøgt sagt at kenna ein ómetaligan lætta í kroppi og sinni.

Lutir, sum liggja og sløðast:
Órudd av hesum slag eru lutir, sum onki pláss hava. Nógvir lutir tykjast bara at koma inn í lívið, hóast tú ikki tilvitað hevur valt teir. Her ímillum teljast rúgvurnar av posti, rokningum, bløðum og pappíri, sum hava lyndi til at leggja seg í hvønn krók í heiminum, og so við og við múgva seg upp í stórar dungar. Fyri ikki at gloyma impuls-keypini, sum tú tekur heim og setur frá tær onkrastaðni  fyribils. Og sum síðani verða standandi til ampa og fortreð fyri teg og tilvitskuna. Heimið er ein ytri endurspegling av tí, sum fer fram innaní tær: óruddar tú rundanum teg, er eitt sama slag órudd innan í tær. Tá ið tú ruddar, hvørvur innara óruddið sum frá líður.

Tað, sum er óliðugt
Tað, sum ikki verður gjørt í stand, endurspeglar trupulleikar í lívinum, sum ikki verða loystir, og sum alla tíðina tappa teg fyri orku. Har eru eitt nú umvælingar og ábøtur, so sum at gera eina skuffu í stand, brotnir el-lutir, dryppandi kranin, umframt allar tær meira umfatandi uppgávurnar, so sum at seta húsini í stand, skifta oljutangan og at fáa tamarhald á urtagarðinum. Jú meira umfatandi hesar uppgávur eru, jú verri er, at koma víðari í lívinum við tí, sum tú veruliga droymir um.

Órudd:
fær teg at kenna teg móða og dølska, tí orkan er bundin í lutum, sum hópast upp og tyngja teg.
leinkjar teg til fortíðina, tí pláss er ikki fyri nýggjum lutum, hugskotum og tonkum.
overvar kroppin, tí vantandi orkan ger teg ósunna.
ger teg í ørviti, tí tú altíð skalt leita eftir øllum og brúka óneyðuga nógva orku til at hava tamarhald.
ger, at tú dregur alt út, tí tú hevur eitt ok á herðunum, sum skal takast av, áðrenn tú veruliga sleppur víðari.
kann gera, at tú skammast, um óvæntaðir gestir koma á vitjan.
ger teg hugtunga. Øll, sum eru hugtung, liva í óruddi!
krevur eyka reingerð, tí ognir, innbúgv, bunkar og lutir sløðast allastaðni og skulu fáast av vegnum, um tú skalt sleppa framat at gera reint.
kann verða heilsuskaðiligt og eldfimt. Slavin klæði, elligomul gólvteppi, skitin seingjarklæði og so framvegis - luktur og bakteriur ganga hond í hond. Og klútar við olju ella ótættir dunkar við eldfimum veskum eru brandfellir, sum kunnu tendra av sær sjálvum.

--

Samleiki
Av og á gerst tú eitt við lutir. Tí kennir tú, at tú blakar ein part av tær sjálvari burtur, tá tú ruddar út. Ella, um tað snýr seg um eina gávu, kenst tað, sum blakar tú kærleikan frá gevaranum burtur. Hetta er orsøkin til tær nógvu mótsigandi kenslurnar, sum koma fram, tá lutir, sum hava affektiónsvirði, skulu beinast burtur, og hesar kenslur eru í ávísan mun væl grundaðar. Tí ognir okkara endurspegla kenslur okkara, og lutir, sum vit ofta nýta og eru glað fyri, ella sjálvar hava gjørt, eru í serstakan mun fylt av orku okkara. Gávur eru harumframt fyltar við orkuni hjá gevaranum. Men gávur eru bara kærir tankar, og um tær ikki dámar gávuna, lat so onkran annan fáa gleði av henni, um tú ikki kanst býta hana um.

Status
Alla tíðina at tráa eftir at vera líka sum, ella betri, enn grannin á materiella økinum, eru tekin um lága sjálvsvirðing. Harvið ikki sagt, at øll, sum búgva væl, hava lága sjálvsvirðing. Als ikki! Men nøkur fólk umgirða seg við miklum skreyti og skrúði, sum myndar vælstand, bara fyri at onnur skulu góðtaka tey. Men uttan mun til, hvussu nógvar ognir tey hava, verða tey ikki nøgd, fyrr enn tey viðgera trupulleikarnar viðvíkjandi sjálvsvirðingini.

Tryggleiki
Nútíðar lýsingarmarknaður er ómetaliga tilvitaður um, at vit menniskjur hava eina ósvitaliga kenslu av ótryggleika. Um tú ikki eigur ein av hesum lutunum, ert tú minni verd sum menniskja er áhaldandi boðskapurin frá marknaðinum. Men í veruleikanum fert tú ongantíð at kenna teg trygga, uttan mun til, hvussu nógv tú eigur. Í somu løtu, tú ognar tær ein nýggjan lut, er tað altíð okkurt annað, tær tørvar. Og afturat hesum, fert tú at óttast fyri at missa tað, tú hevur. Nøkur av teimum mest ótryggu menniskjunum, eru millióningar. Sonn kensla av tryggleika fæst bert, tá tú veitst, hvør tú ert, og hvat tú skalt.

--

Eydnan er ikki treytað av ognum. Ognirnar kunnu hjálpa tær á ferðini gjøgnum lívið, men tær eru ikki ferðin sjálv.

--
Kassamentan

Hugtakið kassamentan, hevur fingið ein nýggjan týdning. Hav kassarnar til reiðar, tá tú fert undir at rudda út.

Burturkast: Ein til burturkast, sum skal á ruskstøðina.
Umvælingar: Ein til lutir, sum skulu umvælast, krevja ábøtur, seymast osfr. Her skalt tú leggja lutir, sum tú ert vís í, at tær tørvar, og sum tú framhaldandi ynskir at eiga. Set tíðarfreist á, nær lutirnir skulu vera umvældir.
Millumlending: Ein til lutir, sum skulu liggja aðrastaðni í heiminum.
Dilemma: Ein til lutir, sum tú enn ikki hevur tikið støðu til, antin tú framvegis vilt eiga teir, ella blaka teir burtur.
Gávur: Ein til lutir, sum tú ætlar at geva vinum ella familju.
Vælgerð: Ein til lutir, sum skulu til hjálparfelagsskapir og tílíkt.
Afturbering: Ein til lutir, sum tú hevur lænt, og sum nú skulu berast aftur.
Søla: Ein til lutir, tú kanst selja ella býta um við onkran.
Endurnýtsla: Ein til fløskur og pappír og annað, sum kann endurnýtast.

--

Soleiðis metir tú, um talan er um órudd

Fái eg orku frá hesum luti, tá ið eg hugsi um hann ella hyggi at honum?
Dámar mær hann veruliga?
Havi eg veruligt gagn av honum?

--

Hugsa teg væl um, áðrenn tú keypir nakað. Og ger av, hvar luturin skal standa, og hvat hann skal brúkast til. Um tú ikki finnur nøktandi svar til hesar spurningar, ert tú í ferð við at keypa órudd. Keyp ikki lutin.
Tøm ruskspannina hvønn dag, antin á morgni ella á kvøldi. Tryggja tær, at tú hevur nógvar ruskspannir í húsinum, so tú altíð kanst tveita burtur.
Banna orðið fyribils í hugsan og talu. Hvørja ferð tú sigur, at tú setur okkurt onkustaðni fyribils, merkir tað, at tú ætlar tær at koma aftur til tað og seta tað á sítt rætta pláss. Ven teg at seta lutin á rætta pláss beinanvegin.
Um tú veitst, at tú hevur lyndi til at savna saman í dungar, skalt tú siga tær sjálvari: Tá okkurt nýtt kemur inn, skal okkurt gamalt út. Hóast nøgdin av óruddi ikki minkar, fer kortini ein útskifting fram!

--

Ymisk sløg av óruddi

Her er eitt yvirlit yvir vanligar ognir, sum ofta liggja og sløðast.

Gomul frítíðarútgerð (eitt nú spøl, sum ongin tímdi at spæla við, ítróttarútgerð, sum eingin brúkar, lutir til ymiskt ítriv, leikur, sum børnini eru vaksin frá.
Hi-fi útgerð, sum ongin brúkar longur (so sum hátalarar til eitt anlegg, sum tú hevur koyrt burtur)
Ongantíð brúkt fitness-útgerð, keypt í einum rúsi av, at nú skal tað vera.
Heilsu- og vakurleikaútgerð, sum ongin brúkar (curlarar, fótmassagutól!..)
Klæðir, sum tú ikki passar ella brúkar meira
Gamlar brillur (onkur vælgerandi felagsskapur savnar slíkar).
Dimsar, sum tú keypti fyri at lívið skuldi gerast lættari!
Útgerð til urtagarðin (rustaðir plenuklipparar, gamlir havamøblar, urtapottar..)
Tilhoyr til bilin (takbagaguberara, gomul dekk, eykalutir).
--
Tað eru altíð djúpir trupulleikar, sum er orsøkin til, at órudd sleppur at hópast upp.

ein maður hevði í fimtan ár goymt fimm akvariu í einum pulturkamari. Maðurin hataði fiskar!
í einum spískamari vóru dungar at tómum fløskum, margarinuíløtum, eggjabakkum og kakudósum, sum ongin hevði nýtt í 20 ár.
Eini hjún høvdu varðveitt eitt spælikamar, fylt við leikum. Tey livdu í vónini um, at samkyndi sonurin kortini fór at gifta seg við eini kvinnu, og at tey møguliga fóru at fáa ommu- og abbabørn.