Søguvirðið tættari kelduni og tendensurin má kannast

Jógvan við Keldu
-----
Onkur klokka átti at havt ringt, ella tiltikna reyða ljósið blunkað. Men av og á yvirtekur trongdin til óheppið brúk.


Síðani byrjanina av 2013 hevur drúgvt greinasamskifti verið millum søgufrøðingin, Hans Andrias Sølvará og meg. Tá eg onki havi hoyrt frá honum, aftaná mína seinastu grein, “Hans Andrias farin av kós”, fari eg at koma við nøkrum fáum viðmerkingum og onkrari fyribils niðurstøðu.

Sum nevnt í endanum av greinini, fari eg enn einaferð at staðfesta og endurtaka, ”viðvíkjandi einasta evninum, eg havi viðgjørt: “Det førte tit til, at mange, også af økonomiske grunde, lod sig gendøbe”, ( sitat úr bókini “Men Gud greb ind”, sum Hans Andrias ferð eftir ferð hevur endurtikið), sum eg meti søgureingjan, fyrrenn annað er dyggiliga prógvað. Tí eitt er, hvat sagt verður “um kaffiborðið”, annað er, hvat verður fest á blað og einsíðugt síðani tikið upp av søgufrøðingi...”.

Ikki nóg djúpur
Í barnalærdóminum hjá einum sum skrivar søgu, eru í øllum førum tvinnir grundleggjandi lunnar. Í fyrstu atløgu, at tann sum er keldan, skal vera so tætt uppat “miðdeplinum”, sum gjørligt. Í øðrum umfari, sum ikki er minni umráðandi, skal tendensurin hjá kelduni vera eftirhugdur í seyminum. So kann hon vera brúkt antin sum grundleggjandi og staðfestandi ella bara tí “summi halda”, sum mangan lítið hald er í, og “at hon er skrivað...“.

Um so hevði verið, at Hans Andrias í fyrra førinum, fór nakað djúpri og helt seg til keldu tættari uppat “miðdeplinum”, tí har vóru tær nógvar, hevði hann valla brúkt hetta. Hevði hann í seinna førinum t.d. havt lisið bókina “Bíblian í hálva øld”, sokallaða “bíbliustríðið”, hevði onkur klokka ringt ella reyða ljósið blunkað, tá Josias Matras gav Victori Danielsen, av “glatta lagnum”, soleiðis sum hann gav Kjølbro, samkomuni Betesda og nógvum klaksvíkingum í bókini, “Men Gud greb ind”, í nøkulunda sama tíðarskeiði.

Bert viðgjørt skrivaða orðið
Allar lýsingar Hans Andriasar av mær, sum t.d. “Jógvan skilir onki”, “Jógvan hevur við illgitingum og ósakligum tilsipingum lagt á trúgvandi, mentaðan, djarvan og nú fullkomiliga verjuleysan klaksvíking” og fleiri hesum líkar, haldi eg vísa veikleika og tørvandi trúvirðið hjá honum.

Lat meg enn einaferð gera vart við, at eg havi onki annað viðgjørt enn skrivaða orðið, “ódokumenteraða leikmannakeldu” og søguskrivarans brúk av hesi, havi víst á, at hann er farin ov lætt um, uttan skottrygd og uttan – higartil - skugga av veruligum próvvirði.

Ætlaði nú – út frá tí partinum av endurgevingini hjá honum av: “En betydningsfuld faktor var også, at J. F. Kjølbro, den største arbejdsgiver i bygden var baptist, og i første række gav arbejde til dem der hørte til baptistmenigheden” - at skriva nakað um “hvør fær starv frá hvørjum”, “netverk” og hvønn leiklut kennskapur hevur í starvssetanum bæði alment og privat, sum kemur fyri bæði her heima og í útheimi, men tað má bíða hesuferð.