Góð ráð: Tryggleiki og livandi ljós

Jólamánaðurin inniber livandi ljós í hópatali. Her eru ráð til, hvussu tú ansar tær og tínum.

Dekoratiónirnar skulu standa so børnini ikki røkka eftir teimum.

Tey lítlu halda ivaleyst, at tað er spennandi at spæla við alt tað jólapyntið, sum er í heiminum. Eisini tykkara jóladekoratión. Hugsa tí um at stilla dekoratiónina so, at tey lítlu ikki røkka eftir henni.

 

 

Ansa eftir, at livandi ljósini standa væl á dekoratiónini. Vit síggja mangan jóladekoratiónir, har tey livandi ljósini standa alt ov leys og tí hava lætt við at koppa. Hevur tú eina dekoratión, har ljósi ikki stendur rimmar fast, so kanst tú smelta stearin niður í ljóshaldaran og soleiðis fáa ljósið at halda betur.

 

 

Ikki fara frá jóladekoratiónunum, um tær eru tendraðar. Turt jólapynt á einum adventskransa ella í einari jóladekoratión kann eldur festa í sera skjótt og ómakaleyst, so sløkk ljósini áðrenn tú fert úr rúminum.

 

Tað turra pyntið, sum vit mangan nýta til at gera jóladekoratiónirnar vakrar, kann hava ein størri vanda við sær enn annað pynt, um eldurin kyknar. Serstakliga grann og annað náttúru tilfar er turt og kyknar lætt, og tí kanst tú javnan sproyta jólapyntið við einum sirmara, so at tað er váttligt og minni vandamikið.

 

 

Tá ið umræður frástøðuna millum livandi ljós og jólapynt, so er sjálvandi umráðandi, at vit velja tryggleika framum alt annað. Um tú hevur eina jóladekoratión við livandi ljósi, so skift ljósið áðrenn tað brennur heilt niður. Hugsa um, at frástøðan skal vera størri enn tú kanska heldur millum ljós og pynt, tí alt eftir hvat hendir rundan um dekoratiónina, kann eldslogin gerast størri og minni og brenna frá síðu til síðu.

 

 

Lat vera við at stilla fleiri fýrfatsljós saman, tí hesi kunnu eksplodera, um tey ikki sleppa av við hitan. Eitt nú, um fleiri fýrfatsljós eru í einum í sama afturlatna staka – til dømis í einum jólahúsið ella kirkju.

Tá fýrfatsljós eksplodera verður eldslogin størri og breiddri, og vandamikið kann vera at sløkkja við vatni. Royn tí heldur at kvala eldin við grýtiloki ella líknandi.

 

 

Tað er danska brúkararáðið Tænk, sum hevur gjørt hesa vegleiðingina, nú jólamánaðurin er í hondum.