Ein skemtilig støða tók seg upp í Føroya rætti mánadagin, tá eini verjin, Annfinn V. Hansen, gjarna vildi hava tann eina ákærda, ein sandvíking, at greiða frá, á norðanmáli, hvat hann meinti.
Tríggir suðuroyingar møttu í Føroya rætti, ákærdir fyri hóttanir og harðskap. Alt óskilið byrjaði, tá hvørgin bilurin vildi bakka, tá teir møttust í Hvalbiartunlinum. Tá annar at enda bakkaði, róptu tey úr bilinum eftir teimum, so at bilurin vendi aftur. Á kolavegnum bleiv áfast millum menn, og tí vóru tveir mans, feðgar, ákærdir fyri harðskap og hóttanir. Tá pápi órættaða møtti teimum báðum í Trongisvági eina løtu seinni, brast aftur á. Endin av tí var, at pápi órættaða eisini varð ákærdur fyri harðskap.
Ákærin hevði fest seg við, at eini sanvíkingurin segði seg vera svakan, tá hann fór úr bilinum.
- Hvat meinar tú sum suðringur, tá tú sigur svakur? Tá eg eri svakur skal eg helst ikki hava ein knív í hondini, men er tað eisini soleiðis hjá einum suðringi, vildi Annfinn V. Hansen hava at vita.
- Nei, nei als ikki. Tá ein er svakur, er ein mitt ímillum púra róligur og fullkomiliga svakur. Norðingar vildu kanska sagt súrur ella illur. Ein loypir ikki á fólk, tá ein er svakur. Tá skal man vera fullkomiliga svakur, greiddi annar av feðgunum frá.
Løtu seinni greiddi pápin av Tvøroyri frá, at hann óttaðist, at feðgarnir úr Sandvík fóru at drepa seg.
- Tá tú nú sigur drepa, meinar tú fysiskt at drepa ella at drepa á suðuroyarmáli, spurdi ákærin. Tvøramaðurin gjørdi tó ákæranum greitt, at hann óttaðist veruliga fyri lívinum.
Eldri sandvíkingurin greiddi tó frá, at eftir hansara tykki var tvøramaðurin fullkomiliga svakur í orðsins rætta suðriska týdningi, tá hann steðgaði teimum í Líðini og sló eftir sær við gassanum.
- Ok, so nú tosa vit um fullkomiliga svakur, viðmerkti ákærin.
Ákærin valdi at sleppa ákærunum móti pápanum, sum kom av Tvøroyri. Hon metti ikki, at hon kundi prógvað, at hann hevði ógrundað framt harðskap móti feðgunum. Feðgarnir mugu bíða, til sonur fríkenda hevur greitt frá, hvat eftir hansara tykki hendi á Kolavegnum.
Rætting: Fyrsta útgávan av greinini legði feðgarnar undir at vera hvalbingar. Teir eru sandvíkingar.