Eg vil gjarna her sleppa at siga mína meining um samkynt parlag...
Hvat hugsa tit fyri tykkum? Eg eri ein genta upp á 13 ár og sjálvt eg veit ella síggi, at hettar er heilt hol í høvdið. Eg hevði doyð av skomm, um mamma og babba bæði vóru sama kyn. Sjálvandi skal man ikki fara í kríggj móti samkyntum, ella gera nakað móti teimum. Men man skal so heldur yvirhøvur ikki broyta lógina til teirra fyrimun. Tað er tað sama, um eg føli, at eg má stjala hvønn dag. So skulu lóginar ikki broytast. Tað eri eg, sum havi skeivt. Tað stendur jú í Bíbliuni!! So tað má ein og hvør síggja, at hetta er heilt burturvið.
Og so hasin maðurin, sum skrivaði í Sosialin: Tann av tykkum, sum er uttan synd, kasti fyrsta steinin. Tað hevur faktisk einki við sakina at gera! Tann kvinnan, sum Jesus segði tað um vildi broytast, men tú sigur tað og livir víðari samkyntur, sjálvt um tú veitst, at tað er synd, tí tað skrivaði tú sjálvur!!
Fyristillið tykkum Føroyar um 15 ár, um hettar verður loyvt. Tín fitta yndisliga Didda verður gift við hennara bestu vinkonu, tí at tær vóru longu forelskaðar sum lítil børn. Hevði tú verið glað/ur?
Ja men hattar var bara tað eg vildi siga, og so hopi eg, at tit teinkja tykkum eitt sindur betur um.