Larsen var við til at gera avtalurnar. Hann sigur seg skilja kritikkin, men heldur eisini at fólk mugu skilja støðuna hjá spælarunum og felagnum. - Eg skilji tað væl, men eg haldi eisini at fólk mugu skilja [...] teir eisini at raðfesta onnur ting. Vit gera eina avtalu við Jákup, at hann fær eina feriu og avtala dato seinni. Tað sama við Høgna, sum leggur dato á borðið beinanvegin. Clayton meldaði út, at um hann skuldi [...] skilja spælararnar. Tey mugu skilja at føroyskur fótbóltur er ikki á hægri stigi enn at tað er nakað tú gert viðsíðuna av arbeiði, sigur Ólavur. - Um vit taka teir royndu spælararnar, Jákup Mikkelsen, Høgna
verða fólk heysað upp í og lorað niður úr tyrlum. Orðabókin sigur um lora, at tað er at “lata niður í bandi, lina”. Og um at heysa stendur: “draga upp, hevja”. So vit kunnu t.d. heysa flagg upp í flaggstong [...] Í eini kunngerð um vernd av djórum undir flutningi stendur m.a. at lesa: Tað er forboðið at heysa seyð upp og niður, hangandi við samanbundnum beinum. Og næsti setningur er: Undir upp- ella [...] lagi málsliga. Tað er málið í hesi kunngerð ikki, tí tað ber bara til at heysa nakað upp og lora nakað niður. Tí ber ikki til at siga “Undir upp- ella niðurheysan av seyði”. Tað rætta er: “tá ið seyður
ikki tað at koma á mál, sigur Teitur. At regattain er nakað, sum menninir gleða seg til, er ikki nakað at ivast í. - Fyri summar av okkum er regattain betri enn ólavsøkan, sigur Óli avgjørdur at enda. [...] modellið av føroyskum báti er teinæringurin. Ikki færri enn 20 mans skulu til fyri at rógva hann. - Hetta er aðru ferð, at vit rógva teinæringin á regatta, sigur Óli Restorff Hansen (th). - Fyrstu ferð var [...] ganga, sigur Teitur. Teinurin at rógva av Eiði til Hósvíkar og víðari til Nólsoyar í morgin er ávikavist 9,7 og 11,9 fjórðingar. - Hóast knappir 22 fjórðingar er nógv at rógva, so eru vit ikki nervøsir
tíðliga í morgun. - Eg plagi at vera á hvørjum Summarfestivali. Í ár hevur tað tó ligið so fyri, at eg fekk ein son fyri tveimum vikum síðan, og tá er ikki altíð so lætt at fara á festival, sigur Aksel [...] vit plagdu at syngja, tá eg búði niðri í lestrarørindum, sigur Javnaðarformaðurin. Aksel sær stórt virði í tí, sum fyriskipararnir leggja í Summarfestivalin. - Tað er sera týdningarmikið at savna fólk [...] boykottið, tunnlarnir og fiskidagarnir. - Ja, tað er nokk at gera. So tá eg ikki eri heima hjá nýborna soninum, eri eg í Tinginum, sigur Aksel at enda.
aftur, segði Trygvi Hansen, ið eisini kundi fegnast um, at teir við teimum vaksnu megnaðu at vinna trygt. – Ja, tað koyrdi bara hjá okkum. Eg haldi, at vit spældu ótrúliga væl í dag. Hóast vit kanska ikki [...] í vetur hevur notið gott av, at Ternan á Toftum enn ikki hevur eitt so gott manslið, at felagið eisini hjá monnum kann bjóða av í Eikliguni. – Eg fór til ÍF í ár, eftir at eg í fjør var hjá Mjølni, tí [...] enn er mannfólkaflogbólturin ikki blivin so stórur á Toftum, at vit hava eitt ordiliga gott manslið, sigur ungi toftamaðurin. Hann heldur, at flogbóltsevnini munnu helst vera frá mammuni, ið hevur spælt
gjøgnumganga tryggingar í Føroyum, eru flest fólk samd um, at tryggingin als ikki nøktar tann tørv, ið fólk hava. Tað er einki at taka seg aftur í, at hetta kundi veri broytt, um vilji var til tess frá okkara [...] Føroya Fiskimannafelag. Lagt verður aftrat, at krøv als ikki vera sett til tey, ið veita trygging - í øllum førum ikki nøktandi krøv. Hetta førir við sær, at borgarin ikki fær tað endurgoldið, hann hevur [...] miljardir krónur, var í gildi fram til 1998, tá hon var avtikin. Felagið vísir á, at fiskimenn royndu tað teir vóru mentir at sleppa undan, og tað vóru fleiri, ið ikki vildu gjalda. - Av hesi orsøk vórðu fleir
ið selur nýggju fløguna, sigur, at eftirspurningur hevur leingi verið eftir fleiri av sangunum. »Tí er tað ein gleði at fólk hava savna hesar jólaperlur og at bjóðað tær út við einum vælgerandi [...] amfelagnum er viljin til at hjálpa okkara medmenniskjum, tá ið tey koma illa fyri. At vera teimum eitt ljós í neyðini. Eitt slíkt ljós skal henda fløga vera, og inntøkan fer øll til Kvinnuhúsið [...] føroyskum kvinnum – okkara systrum, møðrum og døtrum – sum eru fyri harðskapi. Við at ogna tær hesa fløgu ert tú við til at skapa ljósið og ert við okkum mongu, sum vilja geva hesum kvinnum ein nýggjan møguleika
Hobert, ætlar at gera Talan er um ein film, sum hevur fingið heitið The Bird Catcher og hann fer at vara í slakar tveir tímar og hann kostar einar 32 milliónir krónur. Jógvar Arge sigur, at stórur áhugi [...] áhugaðan í søguni um Frans í Gásadali, sum er ein sonn søga úr 1800-talinum, og er um hvat er til at taka fyri at føra bóndaættina víðari. Richard Hobert hevur gjørt handritið til filmin, sum í høvuðsheitum [...] Mentamálanevndin í Havn hevur nú gjørt av at stuðla størstu filmsverkætlan í Føroyum nakrantíð. Tað sigur Jógvan Arge, formaður í mentanarnevndini hjá býráðnum. Talan er um ein stórfilm um søguna um Frans
knívin í búkin á honum og at hann skuldi ikki ivast í at eg kann drepa teg - ella nakað soleiðism hevði hann hótt. Hann hevði eisini skorið hann í andlitið við felliknívi so at hann fekk eitt 1,5 cm djúpt [...] rimarnar, at hann tíðliga ein sunnumorginin síðsta summar legði á ein annan mann í viðarlundini í Havn. Maðurin hevði sligið ein annan mann fleiri ferðir í andlitið og í høvdið og hótt hann við, at hann skuldi [...] Maðurin varð tískil dømdur at sita í sjey mánaðir. Hann hevur longu sitið í fimm mánaðir og restin av revsingini verður treytað, so hann sleppur úr fongslinum nú. Men treytin er, at hann ikki ger seg sekan
fara at ganga djór leys, eitt jólabakarí fer at hava opið, og eitt sermerkt virkandi posthús verður eisini. Tey hava funnið eitt gamalt tapet, sum er skannað, og fleiri av húsunum í jólabýnum fara at verða [...] Jólabýurin i miðbýnum í Havn eydnaðist so væl, at kommunan beinanvegin setti sær fyri at endurtaka tiltakið. Og ikki bara tað. Í ár verður jólabýurin væl størri enn í fjør. Perur verða nú hongdar upp um [...] sølubásarnir fara at standa rundan um standmyndina av Nólsoyar Pálli í Vágsbotni. Marjun Niclasen, sum skipar fyri jólabýnum hevur í fleiri mánaðir sitið og fyrireikað jólabýin, tí nógv er at samskipa. - Tað