Ta størsta modellið av føroyskum báti er teinæringurin. Ikki færri enn 20 mans skulu til fyri at rógva hann.
- Hetta er aðru ferð, at vit rógva teinæringin á regatta, sigur Óli Restorff Hansen (th).
- Fyrstu ferð var í fjør, og tá var báturin júst liðugt smíðaður. Tað er Kaj Hammer, sum so hegnisliga hevur smíðað bátin, sum kallast Royður, sigur Teitur Heindriksson (í miðuni).
Ikki nógvir teinæringar hava verið í Føroyum gjøgnum tíðirnar.
- Tann einasti annar teinæringur, sum eg veit um, er útfrá eini søgn um mykinesmenn, sum skuldu hava havt ein teinæring, sigur Tróndur Jensson.
Manningin, sum rør í dag og í morgin, er eitt sindur blandað við royndum og óroyndum rógvarum.
- Allir føroyingar eru føddir við ár í hond, so tað skal nokk ganga, sigur Teitur.
Teinurin at rógva av Eiði til Hósvíkar og víðari til Nólsoyar í morgin er ávikavist 9,7 og 11,9 fjórðingar.
- Hóast knappir 22 fjórðingar er nógv at rógva, so eru vit ikki nervøsir fyri tí. Vit sigla í róligum tempo og halda nógvar steðgir, sigur Tróndur.
- Tað stuttliga við róðrinum er júst róðurin sjálvur og ikki tað at koma á mál, sigur Teitur.
At regattain er nakað, sum menninir gleða seg til, er ikki nakað at ivast í.
- Fyri summar av okkum er regattain betri enn ólavsøkan, sigur Óli avgjørdur at enda.