Tað serliga við hesi fløgu er, at allar inntøkur av søluni fara óskerdar til Kvinnuhúsið. Á fløguhúsanum skrivar Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum, soleiðis:
»Kjarnin í vælferðarsamfelagnum er viljin til at hjálpa okkara medmenniskjum, tá ið tey koma illa fyri. At vera teimum eitt ljós í neyðini. Eitt slíkt ljós skal henda fløga vera, og inntøkan fer øll til Kvinnuhúsið í Havn, sum hjálpir føroyskum kvinnum – okkara systrum, møðrum og døtrum – sum eru fyri harðskapi. Við at ogna tær hesa fløgu ert tú við til at skapa ljósið og ert við okkum mongu, sum vilja geva hesum kvinnum ein nýggjan møguleika.«
Høgni Zachariasen, stjóri í Expert, ið er ein av handlunum, ið selur nýggju fløguna, sigur, at eftirspurningur hevur leingi verið eftir fleiri av sangunum. »Tí er tað ein gleði at fólk hava savna hesar jólaperlur og at bjóðað tær út við einum vælgerandi endamáli fyri eygað.«
Á fløguni eru 20 løg, øll væl kend og framførd av fleiri av okkara bestu tónleikarum.
Jól fyri øll fæst til keyps um alt landið.