Tryggingartakarar hildnir fyri rukku

- Um vit gjøgnumganga tryggingar í Føroyum, eru flest fólk samd um, at tryggingin als ikki nøktar tann tørv, ið fólk hava. Tað er einki at taka seg aftur í, at hetta kundi veri broytt, um vilji var til tess frá okkara politiska myndugleika.

Tað heldur Føroya Fiskimannafelag.

Lagt verður aftrat, at krøv als ikki vera sett til tey, ið veita trygging - í øllum førum ikki nøktandi krøv. Hetta førir við sær, at borgarin ikki fær tað endurgoldið, hann hevur rætt til. Hann verður hildin fyri rukku - og enntá við góðkenning frá okkara løgtingi.

- Fiskimenn hava sum heild verið illa fyri av tryggingum. Um vit fara aftur í tíðina, var eykagjald lagt á fiskimenn í 1930. Tað var tann illa umtókta heimatryggingin av fiskimonnum, sum var sett í gildi við løgtingslóg. Henda ólógliga trygging, sum kostaði fiskimonnum umleið 2 miljardir krónur, var í gildi fram til 1998, tá hon var avtikin.

Felagið vísir á, at fiskimenn royndu tað teir vóru mentir at sleppa undan, og tað vóru fleiri, ið ikki vildu gjalda.

- Av hesi orsøk vórðu fleir handtiknir. Men talið á monnum, ið ikki vildi góðtaka okið, sum bert var ein vinningur til tryggingina, vaks í stórum, og endin var, at fiskimenn vunnu. Men enn eru pengarnir ikki komnir, sum vit eiga til góðar, sigur Føroya Fiskimannafelag.