Í eini kunngerð um vernd av djórum undir flutningi stendur m.a. at lesa: Tað er forboðið at heysa seyð upp og niður, hangandi við samanbundnum beinum. Og næsti setningur er: Undir upp- ella niðurheysan av seyði skal hann vera lagdur í ein sela, hvílandi á bringu og búki.
Orðingar í kunngerðum skuldu helst verið í lagi málsliga. Tað er málið í hesi kunngerð ikki, tí tað ber bara til at heysa nakað upp og lora nakað niður. Tí ber ikki til at siga “Undir upp- ella niðurheysan av seyði”. Tað rætta er: “tá ið seyður verður heysaður upp ella loraður niður”. Og somuleiðis verða fólk heysað upp í og lorað niður úr tyrlum.
Orðabókin sigur um lora, at tað er at “lata niður í bandi, lina”. Og um at heysa stendur: “draga upp, hevja”. So vit kunnu t.d. heysa flagg upp í flaggstong.
Eitt ískoyti til orðing í undannevndu kunngerð: Tað stendur um selan, ið seyðurin verður lagdur í: “Selin skal vera útgjørdur við einari stýrilínu”. Her er rætta orðið “eftirstjóri” og ikki “stýrilína”; orðið verður framborið “eftirsjóri”, og tað er band at halda eftir ella stýra við, tá ið eitthvørt verður stjórað, t.d. millum bát og land.