- Tit mugu eisini skilja spælararnar

Tað sigur Ólavur Larsen, fyrrverandi formaður í ÍF, eftir kjakið, ið hevur tikið seg upp eftir Europa League dystin móti Linfield í gjár. ÍF manglaði heilar fimm spælarar, ið eru burturstaddir í feriu.

 

Ólavur Larsen var við til at gera avtalurnar. Hann sigur seg skilja kritikkin, men heldur eisini at fólk mugu skilja støðuna hjá spælarunum og felagnum.

 

- Eg skilji tað væl, men eg haldi eisini at fólk mugu skilja spælararnar. Tey mugu skilja at føroyskur fótbóltur er ikki á hægri stigi enn at tað er nakað tú gert viðsíðuna av arbeiði, sigur Ólavur.

 

- Um vit taka teir royndu spælararnar, Jákup Mikkelsen, Høgna Zachariasen og Clayton Soares, so velja teir eisini at raðfesta onnur ting. Vit gera eina avtalu við Jákup, at hann fær eina feriu og avtala dato seinni. Tað sama við Høgna, sum leggur dato á borðið beinanvegin. Clayton meldaði út, at um hann skuldi halda fram í eitt ár, so mátti han fáa eina feriu, sigur Ólavur Larsen, fyrrverandi formaður í ÍF.

 

Spurdur um hann hevði gjørt tað aftur, er hann greiður á málinum.

 

- Eg hevði gjørt akkurát tað sama, svara Ólvar Larsen avgjørdur á málinum

 

ÍF tapti 2-0 fyri Linfield, sum var lítið betri enn føroyska liðið.

 

Samrøðan við Ólav Larsen í tíðindunum á Rás2 í dag kann hoyrast undir greinini.