Toftamaður í Fuglafirði

Fríggjakvøldið tapti ÍF finaluna hjá mansunglingunum ímóti júst SÍ, so í FM-finaluni hjá teimum vaksnu leygardagin vóru tað fleiri av somu spælarum, ið tá aftur stóðu hvør sínu megin netið í høllini í Trongisvági.
– Fleiri av okkum taptu mansunglingafinaluna fyri SÍ, og tað mátti bara ikki henda aftur, segði Trygvi Hansen, ið eisini kundi fegnast um, at teir við teimum vaksnu megnaðu at vinna trygt.
– Ja, tað koyrdi bara hjá okkum. Eg haldi, at vit spældu ótrúliga væl í dag. Hóast vit kanska ikki byrjaðu sæ væl, komu vit sterkt aftur, tá Boban fór út, og spældu stórspæl.
Trygvi telist millum teir yngstu, men við sínum 196 sentimetrum er hann tann hægsti á meistaraliðnum hjá ÍF, sum í vetur hevur notið gott av, at Ternan á Toftum enn ikki hevur eitt so gott manslið, at felagið eisini hjá monnum kann bjóða av í Eikliguni.
– Eg fór til ÍF í ár, eftir at eg í fjør var hjá Mjølni, tí enn er mannfólkaflogbólturin ikki blivin so stórur á Toftum, at vit hava eitt ordiliga gott manslið, sigur ungi toftamaðurin.
Hann heldur, at flogbóltsevnini munnu helst vera frá mammuni, ið hevur spælt flogbólt. Men skuldu tað verið evnini hjá pápanum, ið ráddu, hevði Trygvi helst verið fótbóltsspælarin, tí pápin, Petur Hans, er ein av Hansen-brøðrunum í B68, ið telja nøvn sum Øssur, Jens Kristian, Asbjørn og Heri.