Sørin skal spæla sítt ellinta ár á Argjum

Havnarmaðurin hevur verið argjamonnum drúgvur.

AB hevur kunngjørt, at Sørin Samuelsen hevur skrivað nýggjan sáttmála við felagið.

Sørin, sum spældi síni ungdóms ár við HB, skifti til AB í 2014. Fyriuttan ein steðg frá fótbóltinum í 2022 og 2023 hevur Sørin spælt við AB líka síðani. Harði verjuleikarin hevur spælt so nógv ár við AB, at hann nú verður mettur sum ein ættleiddur sonur úti á Argjum. 

Sørin hevur spælt 214 dystir fyri felagið og er tað fjórð flestir dystir nakar hevur leikt fyri AB. Bara argjamenninir Jobin Drangastein og brøðurnir Stenberg, Jónas og Heðin, hava leikt fleiri dystir enn Sørin.

Meira er at lesa á Facebook síðuni hjá AB.