Aksel Johannesen kom á Summarfestival tíðliga í morgun.
- Eg plagi at vera á hvørjum Summarfestivali. Í ár hevur tað tó ligið so fyri, at eg fekk ein son fyri tveimum vikum síðan, og tá er ikki altíð so lætt at fara á festival, sigur Aksel, sum nú eigur tríggjar synir.
- Orsøkin, at eg eri farin á festival í dag, er mest fyri dreingjanna skyld.
Ein sonurin er 4 ára gamli Elias. Hann hevur verið við pápa sínum í Silvalandi og lurtað eftir Kulum Rótum.
Hóast hann er farin á festival við dreingjunum, so hevur hann eisini verið til onkra konsert sjálvur.
- Eg var og lurtaði eftir Anniku Hoydal. Tað var stuttligt, tí tað vóru góðir og kendir sangir, sum vit plagdu at syngja, tá eg búði niðri í lestrarørindum, sigur Javnaðarformaðurin.
Aksel sær stórt virði í tí, sum fyriskipararnir leggja í Summarfestivalin.
- Tað er sera týdningarmikið at savna fólk, og tað ger Summarfestivalurin. Á tann hátt kann man skapa trivna og harvið vøkstur bæði í býi og landi, sigur Aksel.
Tá Aksel ikki er á festival ella heima fer mesta tíðin við tingarbeiðinum. Fleiri stórmál skulu viðgerast í nærmastu framtíð so sum ES boykottið, tunnlarnir og fiskidagarnir.
- Ja, tað er nokk at gera. So tá eg ikki eri heima hjá nýborna soninum, eri eg í Tinginum, sigur Aksel at enda.