eisini beinanvegin, at írar heldu rikki høvdu ætlanir um at lata turkar fara heim við nøkrum sum helst, tí beint sum svenski dómarin, Anders Frisk, hevði floyta dystin í gongd, byrjaðu teir at søkja á turkiska [...] Unsal fekk í so leysar teymar frá írsku verjuni. Mál! So hvørt sum dysturin leið, gjørdist tað alsamt meira sannlíkt, at dysturin fór at enda sum hann byrjaði, men tá einans 10 minuttir vóru eftir at leika [...] at himprast langaði hann bóltin í netið, uttan at Rustu fekk gjørt nakað sum helst. Hetta var 5. landsliðsmálið hjá Keane, sum bert hevur leikt 13 landsdystir. Írsku áskoðararnir vóru sjálvsagt ovurfegnir
vart við okkum sum kommuna og sum ferðamál hjá nógvu ferðafólkunum, ið vitja hendavegin, sigur Annfinn Brekkstein, bygdaráðsformaður. Uppskot til búmerki skal verða bygdarráðnum í hendi áðrenn 20. januar [...] meta, at vit súmbolisera ymiskt, ið vit á staðnum ikki hugsa um til dagligt. Vit seta okkara álit á, at bólkurin, sum vit hava sett og sum vit meta er sera skikkaður at velja út, dugir at taka dagar ímillum [...] Flestu kommunur í landinum hava eitt búmerki, sum er andlit kommunurnar úteftir. Í hesum døgum skrivar Kirkjubøar sóknar kommuna út eina kapping um at gera eitt skikkað búmerki til hesa søguligu sókn.
? Um General Motors hevði ment tøknina í sama mun sum telduíd´naðurin, so høvdu vit bilar í dag, sum kundu koyra 1000 kilometrar upp á liturin. Bill Gates fekk kortini svar upp á tiltalu. General Motors [...] seta tingini upp á pláss. Svarið var soljóðandi: ? Um GM hjevði ment eina tøknifrøði sum Microsoft, høvdu vit í dag koyrt í bilum, við hesum eginleikunum: --- ? Bilurin hevði ? allarhelst uttan orsøk [...] staðin fyri ávaringarljós fyri temperatur, olju, battarí v. m. hevði bert ein ávaringarlampa verið, sum segði »systemfejl« ? Airbagskipanin hevði fyrst spurt »ert tú vísur í tí?«, áðrenn hon kundi verið
tilsvarandi stórum timburmonnum sum skjótast, so Javnaðarflokkurin aftur sleppur at gráta krokudillutár yvir tey veikastu, sum aftur, aftur og aftur skulu gjalda gildið. Gildið, sum Javnaðarflokkurin stendur [...] øðrum, heldur enn gongdar leiðir, tykist hetta at verða ein leiklutur, sum er sum stoyptur til føroysku deildina hjá flokkinum,-í dag. Gongdar leiðir í hesum samanhangi, er ikki bert at krevja og ynskja [...] og ábyrgdarleyst sum tað. Avbjóðingin er sjálvsagt at fáa sum mest fyri minst. Alt annað eru óneyðugar byrar á tey lágløntu. Kaktussyndromið Eins og Miss Bucet, so tykjast teir í dag, eisini at sita við
var at savna inn tilfar - nitrur og annað gott - sum hann skuldi arbeiða víðari við í Danmark. Síðani tá er nógv broytt á Fiskirannsóknarstovuni, sum í dag er ein vælmannaður stovnur, við fakfólki av ymsum [...] saman við tað sum reiðarar og skiparar halda vera ráðiligt, og so fellur dómurin. ? Men tað er ein veruleiki, sum vit eisini mugu taka við. Vit byggja okkara forsagnir á tey hagtøl, sum vit hava savnað [...] bangin fyri at viðganga, at hann skilur teir sum skipini eiga, tí teir skulu liva av tí sum kemur úr havinum, og meðan teir eru til fiskiskap síggja teir tað sum er at fáa, og tá ríkiligt er til, er løgið
einum langum bólti til áleypararnar, sum litið og einki fingu gjørt fyri eftiransarum sínum. Fullu ikki í fátt Tá góðir 20 minuttir vóru eftir at leika, hendi so tað, sum als ikki mátti henda fyri slovenar [...] r, tá teir við kvikum samaspæli fóru fram eftir vøllinum. Hinvegin var als ikki sama bit í álopunum hjá heimaliðnum, sum ikki tóktist trívast serliga væl við favoritt heitinum. Vandamesta álopið í fyrra [...] Ukraina megnaði ongantíð at liva upp til leiklutin sum favorittur, men fingu ístaðin loyvi til at royna sín egna heilivág, nevnliga kvika kontraspælið, sum slovenar sýndu í teimum báðum dystunum.
hevur altíð hugtikið hana. Hon er 24 ára gomul, men hevur longu sligið sítt navn fast sum skipari og sjófari. Og nú sum høvundur. Tað var umborð á seglbátinum Sølku Vølku, at ferðin um bláu gongustjørnuna [...] g, sigur Durita. Dagurin ókendur Enn leingist henni ikki út sum so, men hon heldur, at tað er meiri fábroytt at búgva í einum samfelagi sum tí føroyska, enn at ferðast og flyta seg alla tíðina millum ymisk [...] í okkara samfelagi, og annað, sum er minni gott. Tað ber ikki til at renna undan egnari mentan, tað er her, eg eri uppvaksin og tað er her, virðini eru løgd í meg. Tey, sum renna undan hesum, flýggja frá
ei. Tað helt Jenis vera skeivt. Hann helt eisini lítið um fosturtøku. Sama hvat hann skrivaði í journalin, so hvurvu fostrini sum døgg fyri sól úti á Landssjúkrahúsinum. Harumframt var hann ørkymlaður [...] upp á hjarta. Hann tekur onkur hissini mál upp, sum eru passaliga eldfim, og so ger hann burtur úr sær í einum sonnum fýrverki av kristiligum páhaldum, sum eru sterkt kryddað við litríkum gosum av beton [...] gamlari gentu, sum var nívd av bruna í bløðruni. Hon varð sett í langtíðarviðgerð. ? Eg bað fyri henni, og mamman avgjørdi síðani at taka heilivágin frá gentuni. Tað skrivaði eg. Læknin, sum kom aftan á meg
Terraza, júst sum í bókini um tann gamla útróðrarmannin, Santiago, sum Ernest Hemingway gjørdi heimsgitnan. Og tað er einki petti løgið, tí tað er júst tann sama, gamla útróðrarmannin, vit í dag vitja. Gregorio [...] átti bát, sum hann fekk vinmannin at føra. Men tað eru ikki bara upplivingar frá tíðini umborð á »Pilar«, sum báturin hjá Hemingway æt, sum eru grundarlagið undir bókini, eins og filminum, sum kom stutt [...] har niðri. Tó slapp Gregorio við sum skipari. - Og tað gjørdist ein minniligur túrur, greiðir Gregorio Fuentes frá. Teir fingu ein marlin, sum vigaði heili 1.542 pund, sum var heimsmet. Hetta var í 1956
fyri hesum, kunnu tey venda sær til bisp, sum síðani tekur avgerð í málinum. Men Olofson slær fast, at hetta ikki ber til í hámessutíðini, tí tá er tað hann, sum hevur ábygd fyri, hvat fer fram í kirkjunum [...] mannajagstran og morð. Gott dømi um hetta eru heksajagstrarnirnar í Europa fyri fáum øldum síðani. Enn í dag og eisini her heima hjá okkum, 2000 ár eftir, at Jesus varð føddur, stendst eisini stríð um hendan [...] Fuglafjarðar prestagjaldi, har Sonja Klein í staðin prædikar hendan ávísa dagin. Hinvegin vísir Olofson í sama sambandi á, at tað hevði hevði latið seg gjørt hjá kvinnuligum presti at prædika í kirkju síni seinnapart