Javnaðarflokkurin í pubertetstrupulleikum

har kaktus veksur kanst tú stinga teg,

á henda hátt ein kaktus vísir seg,

hann livir lívið sítt í sjálvum sær?

jógvan andrias

Hvørja ferð eg síggi sjónvarpsrøðina Fínt skal tað vera, hugsi eg um Javnaðarflokkin, og umvent,-hvørja ferð. Myndin er hendan sjálvshátiðarliga frúan, ið líkasum ikki hevur somu tyngd sum korpusið gevur ábending um. Lítið flog og nógv hóvasták.

Trupulleikarnir eru nógvir. Ein av teimun stóru er nokk, at hon dugir ikki at venda eyguni móti sær sjálvari, kaga innum, og har fáa eyga á , at tann ómetaligi reinleiki hon er fongd við, eisini hevur skeinur.

Og so hevur hon gud hjálpi mær eisini næstan sama navn sum blómutyssið, glansmyndin hjá flokkinum, hevur.

Kanska hevði tað verið eitt hugskot at skift rósuna út við ein kaktus; tað vildi glett allar rósur.


Javnarflokkurin

í pubertetinum

Hesin fyrr so stolti flokkur, sum byrjaði sítt lív sum ein flokkur við trúvirði, og nøkrum stórum greiðum málsetningum er við árunum vorðin alt meiri tódnaður í sær sjálvum, destruktivur við nøkrum krampakendun óskipaðum málum, til í dag at tykjast heilt frá sær sjálvum.

Hví? Hvat er tað, ið eyðkennir slíkt huglag?

Svarini kunnu ivaleyst verða mong. Her er eitt boð.

Flokkurin, - also hin føroyska deildin, manglar heilt greitt dagførdan samleika. Hann er framvegis í pubertetinum, og livir soleiðis á ein hátt í eini farnari tíð, við einum stórum fátøkum arbeiðaraskara og einari lítlari feitari yvirstætt. Kapitalistar og arbeiðarar. Svart og hvítt. Gott og so øll hini.

Deildin verður umboðað av nøkrun fólkum, ið ikki tykjast vita, hvat rørir seg í heiminum í dag, hvussu rákið er, og ikki minst, hvørji krøv eru til okkum sjálvi í hesum ráki. Teir tykjast mest av øllum, at halda at tíðin er statisk. Og at tað skal hon verða. ?Nei, her skal einki broytast, analyserast og rationalioserast, korta nei, onki.?

Skilagott hevði verið hjá javnaðarmonnum at farið á skúlabonk hjá andaligu brøðrunum í hinum Norðanlondunum, har tosað verður um at skerja, broyta, rationalisera og supervisera, til frama fyri heildina. Hetta er jú eisini spurningurin um í seinasta enda at veita okkum og okkara eftirkomarum avbjóðingar og tænastur av slíkum slagi, so vit øll trívast her, -ikki bert sova her, eisini tá samanborið verður við onnur. Og hetta verður ikki gjørt við almenna sektorinum og vinnubygnaðinum í Grønlandi sum fyrimynd. Spurningurin er tí: Skulu vit fylgja rákinum í hinum Norðanlondum (socialdemokratisk meir og minni flest øll), við privatiseringum, útlisiteringum, nýhugsan og rationaliseringum til frama fyri fjøldina, ella skulu vit sita fast í dovna Grønlendska modellinum, til stóran skaða fyri ØLL - eisini arbeiðsfólkið.

Tíðin bíðar ikki eftir okkum, og stór frambrot hava altíð kostað.

?Tá vit fóru frá bóndasamfelagnum til fiskivinnusamfelagið kostaði hetta fyri bóndasamfelagið. Men tað tænti heildini.

?Tá vit fóru frá snørisfiskiskapi til línu og trol, kostaði hetta fyri snørisfiskiskapin. Men tað tænti heildini

?Tá vit fóru frá alivinnu við stuðuli og nógvum eindum, ið ikki kundi kappast, til alivinnu við fáum eindum og ongum stuðli, kostaði hetta fyri fleiri økir í landinum. Men tað tænti heildini.

?Og nú vit standa við næsta stóra frambroti, at fáa eina fiskivinnu sum fær møguleikar at mennast, geva avkast, og gjalda hægri lønir, fekk Javnaðarflokkurin aftur ilt í glorifiseraðu samvitskuna. ?Tað fer at at kosta?, siga teir. Jú víst ferð tað at kosta, tíðin stendur framvegis ikki í stað, og frambrot hava altíð kostað, men tað fer ivaleyst eisini at tæna heildini hesaferð.

Gjalda vit ikki prísin verður kreppan, sum vit eru um at leggja afturum okkun, fyri einki at roknað. Og er tað tað vit vilja?

Hetta krevur sjálvsagt ábyrgd. Og vit hava altíð møguleikar at læra av mistøkum hjá øðrum

Tað hevði verið stuttligt og nýskapandi einaferð,-bert einaferð at sæð Javnaðarflokkin komið konstruktivt inn í eitt kjak sum hetta, og sagt hvat er teirra boð, til ein bygna í fiskivinnuni, sum skal kappast við stóru,-risastóru reiðaríini kring okkum.

Tað finst óivað eisini ein gongd rás millum Caragata og Grønland/Føroyar modellið.

Flestu flokkar, men ikki Javnarflokkurin tykjast vilja gera nakað munagott við henda stóra trupulleika, sum í seinasta enda er størstur, ja nógv størstur fyri tey lágløntu. Men eingin megnar sum Javnarflokkurin at neyðtaka tey lágløntu, og í seyðaskinnið skuldseta onnur fyri brotsverkið

Ikki talingur um at veita okkum føroyingum eitt dagført samfelag, kortanei.

Tryggast man verða at sita sum heimføðingar á aftasta bonki hjá okkum sjálvum, og síggja heilt niður á nalvan, tykist verða aðalmál Javnaðarfloksins. Og hvørjum tænir tað, kundu vit spurt.


Klárir til stóra fýrverkið

Rætt skal verða rætt, onkur stórmál hava teir kortini sett sær: Yvirskotið á fíggjarlógini er skammuliga høgt, og skal fyri ein og hvønn prís nýtast til okkurt,-bara okkurt, bara ikki langtíðarætlanir, konsolidering o.a. Her eru sanniliga nógv, sum kundu hugsa sær ein bita. Pensiónistar, brekað , arbeiðsleys, heilsuverkið, skúlaverkið, mentan o.a. Og so marsipangrísarnir í vinnunu, ikki at gloyma.

Stóð tað til Javnaðarflokkin bleiv alt yvirskotið skotið av beint nú, so vit kunnu fáa ein feitan rús, við tilsvarandi stórum timburmonnum sum skjótast, so Javnaðarflokkurin aftur sleppur at gráta krokudillutár yvir tey veikastu, sum aftur, aftur og aftur skulu gjalda gildið. Gildið, sum Javnaðarflokkurin stendur klárur at seta í senu !!! -aftur.

Her eru ongar visiónir um at skapa karmar fyri einum burðardyggum vinnulívið, sum skal fáa øktar inntøkur til eina størri vælferð,-annað enn tann mikro geniala postsosialisman, at landskassin skal verða vinnulívsmaður. Puhaa!!

Teir ræðast ljós, avlop, framburð, stabilitet, og planlegging. Øll orka,-og hon er øgilig í dag, verður nýtt til at kíla, lúra, spjæða og ræða. Er hetta Javnarflokkurin, sum vit kendu hann? Ella er hetta bert skuggin av onkrum øðrum?

Nær kemur sleikisneisin?? Nýggjr dagførdir blóðpengar.


Skjúrturullanin

ikki liðug

Nú var Javnarflokkurin í ferð við at bróta uppum arm(ar?), saman við Det Danske Socialdemokrati undan seinasta vali. Onki er komið av skafti síðani tá. Í huganum kann eg bert koma á eina grein hjá Strømminum um, -eg haldi tað var at fáa optimera okkara fiskatilfeingi saman við fiskivinnuútbúgvingini, samdur ella ósamdur, tað var eitt positivt íkast, frálígt. Annars hevur tað bert verði svartasta mjarr og grenj. Ongar visiónir, als ongar.

Fólk sita eftirhondini við eini kenslu av, at alt sum kann savnast saman av grenji, mjarri og snigfundigheit, verður miðsavnað í Hinum Føroyska Javnarflokkinum (ikki vanliga veljarunum)-kanska er hetta ikki heilt nýtt, men tað er spell.

Og tá tað til allar tíðir, hevur verið lættari at vísa á skeivleikar hjá øðrum, heldur enn gongdar leiðir, tykist hetta at verða ein leiklutur, sum er sum stoyptur til føroysku deildina hjá flokkinum,-í dag.

Gongdar leiðir í hesum samanhangi, er ikki bert at krevja og ynskja, og so við ongum hugflogi krevja hetta endurspegla á fíggjarlógini (javnaðarspesiali??). Onki er so lætt og ábyrgdarleyst sum tað. Avbjóðingin er sjálvsagt at fáa sum mest fyri minst. Alt annað eru óneyðugar byrar á tey lágløntu.


Kaktussyndromið

Eins og Miss Bucet, so tykjast teir í dag, eisini at sita við eini so óransakiliga tilgjørdari sjálvshátíðarligheit, sum bert tilkemur teimum allar reinastu farisearunum. Og sum vit vita, skuldu stórar broytingar og stór orð til, at fáa teir at venda eyguni móti sær sjálvum. Og er tað ikki júst hetta,-at hyggja ransakandi eftir sær sjálvum, ið er ein megintreyt fyri øllum framburði.?

Kroystir hava teir konsekvent ongantíð annað at bjóða uppá, enn útslitin postulát,- úr verjustøðu sjálvsagt, sum: ?Vit hava eisini rætt at hava okkara meining?, ?tit siga bara vit eru so ósaklig? ?..júmen danskir politikkarir siga..? ??vit vilja hava eitt hugsjónarligt orðaskiftið (svart/hvítt - kapitalistar/arbeiðarar anno 60`ini ??)..?

Also álvaratos; her verður hungrað eftir bíligari medlidinheit meðan spælt verður við niðastu kanalirnar í menniskjanum. Hetta hava fólk sæð, tí tað er ov primitivt at verða ósjónligt

Sjálvshátíðarligheitin heldur eisini fram. Púra sannførdir ivast teir heldur ikki í,-ikki eina løtu, at alt stendur og fellur við, hvat teir -vælpoleraða opinberingin, messa á sannleikans degi, um broytingarnar, sum nú skulu fara fram, tað verður gjørt. Teir svinga dirigentstavin, so syngur kórið samfelt. Soleiðis!

Úrslitið av samráðingunum hevur ongan týdning, ríkisfelagsskapurin er og verður eitt heilagt mál í sær sjálvum, og tað er tabu!! (fyri tingmanningina)

So nógv, ja so nógv halda teir um seg sjálvar, og so lítið halda teir um føroyingar.

Men tá flogið er lítið og sjálvshátíðarligheitin stór__

Sama ger, fínt skal tað verða, -tí tað var tað eisini ígjár.

Eitt skulu tit kortini vita: tit eru altíð vælkomnir inn í nútíðina, sum her um okkara leiðir, í stóran mun er slóða av norðurlendsku socialdemokratunum.

Ella vilja tit heldur búra okkum inni við stirvnum skipanum, so sigi tað greitt, so vit vita at vit hava við ein gamlan reaktioneran flokk at gera, sum framvegis er í 60´unum, nú restin av heiminum ferð inn í ár 2000.


?hann livir lívið sítt í sjálvum sær,

men tú kanst finna tær tín egna veg

j a


Jógvan Óli á Fríðriksmørk



N.B. Vónandi var hetta ikki ov stingandi. Men verða kaktusnálirnar trektar naka inn, og verður lurtað og hugt íkring, og rósan gerst meiri sjónlig aftur, so er nógv vunni.

Men tað kostar!!


JÓáF