Høgni Mohr
My boss is a Jewish carpenter. Soleiðis stendur á skeltinum í við-taluhølunum hjá Jenisi av Rana, kommunulækna og løgtingsmanni.
Bíðirúmið er heldur ikki sum tey vanligu. Fert tú til lækna, er vanligt, at tú nærum ikki fært sitið fyri heilsubløðum og læknafrøðiligum tíðarritum. Men ikki hjá Jenisi.
Kirkens Ugeavis, Udfordringen, Trúbótin, Troens Bevis og Skandinaviskt missions- og vækkelsesmagasin fylla borðini í bíðirúminum hjá læknanum í Jóannes Paturssonargøtu 22. Á bróstinum hanga vakrar náttúrumyndir við stuttum og beinraknum bíbluørindum, og á sama veggi stendur eisini riðil av kristiligum bókmentum í einum upphongdum rimaverki: Jobs Gud. Himmelsen paa forskud. Vinden fra Pensacola, við undirheitinum, Hellig Ild.
Jú, Jesus er vælkomin hjá Jenisi.
Knýttur at Kristusi
Jenis er føddur í Trongisvági í 1953. Hann hevur tvær systrar og ein bersagdan beiggja, sum er bóndi. Men orsøkin til, at Jenis ikki gjørdist bóndi, er sambært Jenisi sjálvum, at hann valla kennir seyð frá øðrum kríatúri, meðan beiggin kennir hvørja kleyv í syðru helvt í Suðuroy.
Jenis valdi læknastarvið fram um landbúnað. Hann varð útbúgvin í 1983, og fór í starv sum hjálparlækni á Landssjúkrahúsinum. Seinni gjørdist hann kommunulækni, og síðani 1995 hevur hann havt viðtalu í Havn. Men hann er eisini politikari. Kommunalur í Havn í tíðarskeiðnum 1993-96, og í løgtinginum síðani 1994.
Jenis er løgtingsmaðurin við teimum hvøssu og óbendiligu áskoðanunum um siðalæru og verju hins veika. Ein frelstur rebellur, sum dúgliga blaðar í Bíbliuni og endurgevur føgur ørindi um næstrakærleika, æviga lívið og vinin, Jesus. Men ikki allir starvsfelagarnir í løgtinginum taka hann í álvara.
? Jenis? Tað nervar ikki hann, hvat hendir í politikki og her á jørð sum heild. Bara hann fær sítt himmiríki tá hann einaferð liggur kaldur undir moldum, sigur ein løgtingsmaður.
Men Jenis sigur tað vera umvent. Orsøkin til, at hann fór upp í politikk var, at hann vil knýta Kristus upp í tað tímiliga.
? Tað ber ikki til at skilja tað andaliga frá øllum hinum. Eg sigi, at Guð hoyrir heima í øllum verkum. Í viðtaluni eins og í løgtinginum, sigur hann.
Virknan kristindóm
Onki beinleiðis kall er orsøk til, at Jenis gjørdist politikari. Orsøkin var forargilsi. Tað kom honum fyri oyrað, at ongin politikari í Føroyum hevði hug at taka einkarrættin hjá Útvarpi Føroya av, og loyva kringvarpi. Kristiligum ella ei. Tað helt Jenis vera skeivt.
Hann helt eisini lítið um fosturtøku. Sama hvat hann skrivaði í journalin, so hvurvu fostrini sum døgg fyri sól úti á Landssjúkrahúsinum. Harumframt var hann ørkymlaður av pornografi og legalisering av homoseksualiteti.
Øll málini høvdu við sær, at tað brádliga klárnaði fyri honum. Jenis staðfesti, at stóru virðini í kristindóminum áttu at verði nýtt í størri mun. Hann vildi hava ein virknan kristindóm. Eisini í politikki.
? Kristindómur er tabu í mongum førum. Tað haldi eg ikki vera rætt, sigur Jenis.
Opportunistur
Fleiri løgtingsfólk og nakrar kvinnur halda lítið um virkna kristindómin hjá Jenisi. Ein stríðskvinna er ill við Jenis, tí hann ætlar at avtaka javnstøðunevndina.
? Jenis er de lånte sagers mand. Og eg ivist í, um hann hevur so nógv upp á hjarta. Hann tekur onkur hissini mál upp, sum eru passaliga eldfim, og so ger hann burtur úr sær í einum sonnum fýrverki av kristiligum páhaldum, sum eru sterkt kryddað við litríkum gosum av betongchauvinismu. Tá læknin hevur Orðið, og soleiðis stendur og sveiggjar sínum reaktionera koyrli á tingsins røðarapalli, fái eg ilt fyri hjartað, men havi eisini ilt við at taka hann fyri fult, sigur hendan algoysta ónevnda.
Sjálvur heldur Jenis, at er nakar afturhaldssinnaður, eru tað nakrar heilt fáar kvinnur, sum tíbetur ikki hava systrarnar við sær. Kvinnustríðið skýrir Jenis djúpt tápuligt.
? Og eg haldi als ikki, at eg eri afturhaldssinnaður. Spyr mínar starvsfelagar?
Tað gjørdu vit.
Og flestu svarini vóru í sera stóran mun merkt av spei og smíring. Ein ónevndur løgtingsmaður sigur stutt og greitt, at hevði hann vitað okkurt positivt at sagt um Jenis, so skuldi hann sagt tað. Ein annar, eisini ónevndur, er meira ítøkiligur.
? Jenis av Rana er gløggur og hevur stóra vitan. Men sum allir opportunistar er hann sera kønur í at ríða á tveimum rossum í senn. Tá talan er um almannaveitingar, er hann vinstravendur. Er talan um familjupolitikk, er hann høgrahallur. Í fullveldismálinum er hann fyri, til eitt samráðingarúrslit fyriliggur, men hevur vissað sær møguleikan at taka eina aðra støðu tá. Sostatt hevur hann altíð møguleikan at taka støðu út frá tí ráki, sum er í veljarafjøldini?
Vinstrumegin Javnaðarflokkin
Men Jenis sjálvur heldur seg hvørki vera opportunist ella vingliskølt í fullveldismálinum. Hann sigur seg hava gjørt upp við politiska »kassa-mentalitetin«. Hann heldur, at ein og hvør eigur at taka støðu eftir egnum virðum, og ikki eftir floksfyriskipanum.
? Eg eri ímóti at verða flokkaður. Sagt verður, at tá tú ikki ert í samgongu, so ert tú í andstøðu. Onki eitur eitt andstøðuskjal, men tú skalt partú vera ímóti. Hetta er ólogiskt. Eg vil hava frælsi til at taka undir við samgonguni og vera ímóti andstøðuni, havi eg hug til tess. Mær dámar ikki vanabundnan politikk, men tann veiki hevur altíð týdning eftir mínum tykki. Tí havi eg m.a. lagt stóra orku í, at fáa ein løgtingsins umboðsmann, sigur hann.
Hetta ljóðar jú so serliga sosialdemokratiskt, og tað er ikki løgið. Jenis er uppvaksin í Suðuroynni, har sosialdemokratiska vøggan stóð og har pápin, Dánjal av Rana, var ein av oddamonnunum í mong ár.
Summir løgtingsmenn halda Jenis vera sera vinstravendan. Undir orðaskifti á tingi miðskeiðis í níti árunum, tá Verkamannafylkingin var umboðað, segði Óli Breckmann, at fylkingin, eftir at vera komin buldrandi á ting, nú hevði lagt seg at sova undir liðini á Javnaðarflokkinum. Men knappliga vaknaðu báðir flokkar við kaldan dreym, tí annar flokkur kom inn frá vinstru. Óli sipaði til Miðflokkin, sum onnur hava nevnt ringu samvitskuna hjá eini og hvørjari samgongu.
Jesus leiðir Jenis
Hóast sosialdemokratiska grundarlagið, hevur Jenis lítið gott at bera Javnaðarflokkinum.
? Hann er als ikki í ætt við upprunaliga Javnaðarflokkin. Sum aðrir Javnaðarflokkar í Evropa, er hann koppaður til høgru. Tá eg minnist til tað, sigi eg tí altíð, sokallaði Javnaðarflokkurin. Tørvur er á flokki, ið av álvara verjir hin veika, sigur Jenis og leggur kortini dent á, at týdningarmesta uppgáva Miðfloksins er at fáa andaligu virðini sjónsk í gerandisdegnum.
? Eg haldi, at trúgvandi skulu tora at liva sum slík á arbeiðsplássum, í skúlum og aðrar staðir. Tora at fáa Jesus til sjóndar. Í hesum eru stór virðir, sigur hann.
Kristindómurin hjá Jenisi er heldur ikki merktur av guðfrøðiligum tulkingum og ritualum í gerandislívinum. Hann er har í hvørjum andaræði.
? Eg fari snimma á føtur og Jesus er við frá byrjan, og eg biði næstan uttan íhald, og royni at lata meg leiða av tí andaliga. Eisini undir læknaviðtalu. Onkuntíð kenni eg meg leiddan til at siga okkurt við sjúklingin. T.d. at spyrja, um eg skal biðja fyri honum. Men eg loypi ikki á sjúklingar við slíkum. Og forrestin, so blandar Jesus seg ikki uppí, tá ið diagnosirnar verða stillaðar?
Genta grødd
Fleiri ferðir hevur Jenis upplivað, at sjúklingar eru grøddir við bøn. Og tað verður skrivað í journalin. Skrivarin hevur vant seg við hesi óvanligu boðini á diktafonini, tá journalurin skal skrivast inn.
Men aðrir læknar eru ivasamir og kenna seg traðkaðar á tær eymu fakligu tærnan. Millum hesar starvsfelagar hevur Jenis møtt mótstøðu. Hann arbeiddi í lítlari bygd fyri nøkrum árum síðani. Har hevði hann skrivað í journalin, at hann hevði biðið fyri einari 7 ára gamlari gentu, sum var nívd av bruna í bløðruni. Hon varð sett í langtíðarviðgerð.
? Eg bað fyri henni, og mamman avgjørdi síðani at taka heilivágin frá gentuni. Tað skrivaði eg. Læknin, sum kom aftan á meg, hótti við morði og brandi og segði seg fara at klaga til landslæknan. Eg spurdi, um gentan var vorðin sjúk aftur. Nei, segði hann. Men nú kundi vera nóg mikið. Eg lovaði at geva honum telefonnumm-arið hjá landslæknanum, tí eg helt málið vera áhugavert; serliga tí gentan var frísk. Og tað er hon annars enn, sigur Jenis, sum hevur verið nevndarlimur í Læknafelagi Føroya í 6 ár.
Hóast ágang, læknaligan sum politiskan, er Jenis óttaleysur. Og tað sæst og hoyrist, hvaðani óttaloysið stavar. Hann gerst fjarur og røddin innilig, tá hann lýsir sítt samband við jødiska træsmiðin, Jesus.
? Eg eri forelskaður í Jesusi, sum hekk á krossinum á Golgata. Hann varð biðin um at frelsa seg sjálvan. Og Hann kundi skrætt naglarnar úr og kallað herskarar av einglum til hjálpar. Men Hann valdi at frelsa okkum og sjálvur fara í deyðan. Hasum manninum eri eg hugtikin av. Hvønn dag, og hvørja løtu eg livi?