Turið Kjølbro
Hon hevur siglt síðani hon var trý ára gomul, og sjógvurin hevur altíð hugtikið hana. Hon er 24 ára gomul, men hevur longu sligið sítt navn fast sum skipari og sjófari. Og nú sum høvundur.
Tað var umborð á seglbátinum Sølku Vølku, at ferðin um bláu gongustjørnuna varð gjørd. Tveir dagar áðrenn ólavsøku í ár legði Salka Valka inn at landi, haðani hon fór fyri trimum árum síðani. Og tíðarbilið síðani hevur Durita skrivað bókina.
- Eg havi skrivað ógvuliga spontant, eg gjørdi ikki nakra stórvegis ætlan, áðrenn eg fór í holt við at skriva hana. Hon er skrivað í tíðarrað, og so royni eg at lýsa støðini, vit vitja á leiðini, upplivingar og annað. Tað hevur verið ringt at avmarka meg, tí nógv er at siga frá, sigur Durita.
Bókin byggir lutvíst á dagbók, Durita skrivaði á ferðini, og skipsdagbókina. Ráð og vegleiðing hevur Durita fingið frá kønum fólki.
- Eg gleddi meg ógvuliga nógv at koma heim, og tað var gott at sleppa at skriva um ferðina so skjótt eftir heimkomuna. Meðan eg havi skrivað, havi eg kunnað gleðst um at vera komin heim samstundis sum eg havi gleðst um upplivingarnar, eg havi havt á ferðini. Var eitt sindur frá liðið, til eg fór undir bókina, kundi verið, at mær fór at leingjast.
- Eg vóni, at fólk halda bókina vera undirhaldandi og spennandi. Vit eru ein sjófarandi tjóð, men stuttleikasigling er ikki viðurkend fyrr enn fyri stuttum. Kanska bókin gevur fólki hug til stuttleikasigling, sigur Durita.
Dagurin ókendur
Enn leingist henni ikki út sum so, men hon heldur, at tað er meiri fábroytt at búgva í einum samfelagi sum tí føroyska, enn at ferðast og flyta seg alla tíðina millum ymisk lond.
- Tað er nógvur spenningur og turbulensur, tú flytir teg alla tíðina inn í eitt nýtt øki, og tú veitst ongantíð, hvussu dagurin í morgin verður. Ferðin hevur lært meg nógv, eg havi fingið ein størri sjónarring, tá ið tað snýr seg um ymiskar lívshættir, og um hvat hevur týdning í lívinum og hvat hevur minni týdning. Samstundis havi eg sæð ymiskt, ið er gott í okkara samfelagi, og annað, sum er minni gott. Tað ber ikki til at renna undan egnari mentan, tað er her, eg eri uppvaksin og tað er her, virðini eru løgd í meg. Tey, sum renna undan hesum, flýggja frá onkrum í teim sjálvum.
- Vit eru so rík, hava alt, vit kunnu ynskja okkum, og kortini grenja vit um, hvussu ringt vit hava tað. Og vit vilja bara hava meiri. Vit gloyma at liva. Á nógvum støðum, vit vitjaðu, vóru tey ógvuliga fátøk, men tey vóru altíð glað. Vit hava nógv at læra av teimum.
Meiri fyrivarin
?Ferðin um bláu gongustjørnuna? er søgan um sigling, fjarskotin lond, kærleika og at gerast mamma á leiðini. Á ferðini hitti Durita norðmannin Erik og á jólum fyri tveimum árum síðani átti hon dóttrina Freyju í New Zealandi.
- Sjálvsagt hevur tað verið strævið at siglt við einum barni. Men Freyja kendi jú ikki til annað, og í so máta haldi eg, at tað hevur verið framúr, tí hon hevur havt meg og pápan um seg allan dagin alla tíðina. Áðrenn Freyja kom, var eg fullkomiliga óttaleys í øllum lutum, men beinanvegin hon var fødd, gjørdist eg meiri varin. Fyrr kundi eg sigla uttan mun til, hvussu veðrið var, eg lurtaði ikki eftir veðurtíðindunum, men eftir, at hon kom, havi eg ansað betur eftir.
Bókin kemur út mánadagin, og fyrst í komandi ári fáa hyggjararnir hjá SvF høvið at síggja seks sendingar frá ferðini. Til eru upp 43 tímar á bandi og í hesum døgum situr Durita í Vørðsluni og ger tilfarið til sendingar.
Durita hevur verið í sambandi við eitt danskt forlag, sum er ógvuliga áhugað at fáa hana at skriva eina bók á donskum um ferðina.
- Hetta hevði verið ein størri og øðrvísi bók, sum lýsti míni privatu viðurskiftini meiri. Um hon verður veruleiki, veit eg ikki enn.
Framtíðin
Eftir summarfrítíðina næsta ár fer Durita at lesa fólkalívsfrøði í Oslo. Men at ferðast er framvegis ógvuliga umráðandi í lívi hennara.
- Eg fari altíð at ferðast nógv, eisini í longri tíðarskeið, men eg havi ongar stórar ætlanir fyri framman. Tað er nógv, eg ikki havi sæð, og annað eg havi sæð, men sum eg kundi hugsað mær at vitjað aftur. Men tað er ógvuliga umráðandi at hava eitt heim, og vita, at tú hevur nakað at koma aftur til. Eg taki synd í teimum, sum selja alt og fara út í verðina at sigla.
Durita leggur ikki í at verða kallað konubrot. Hon fór ikki út í verðina fyri at vísa seg, men fyri at fáa nakrar upplivingar.
- At fá trúðu, at henda ferðin hevði nakað uppá seg, hugsi eg ikki um í dag. Var eg ein ungur drongur, hevði eg helst eisini hoyrt nakað tað sama. Eg haldi ikki, at tað hevur nakað við kynið at gera, men heldur, at fólk hildu ferðin vera býttisligt tvætl at brúka tíðina uppá.
- At eg havi gjørt hesa ferðina, og fingið eitt barn á ferðini, er nakað serligt í eygunum hjá fólki. Fyri meg hevur tað bert verið at gera ein dreym til veruleika, sigur Durita Holm at enda í viðtali.










