Tað ljóðar øvugt. Men átrúnaður og kanska serliga kristindómur hevur verið orsøkin til mangt eitt ógvusligt stríð her í heimi. Tann kristindómur, ið ber boð um at elska og virða hvønn annan, hevur birt uppundir mannajagstran og morð. Gott dømi um hetta eru heksajagstrarnirnar í Europa fyri fáum øldum síðani.
Enn í dag og eisini her heima hjá okkum, 2000 ár eftir, at Jesus varð føddur, stendst eisini stríð um hendan átrúnað við boðskapinum um gleði og frið. Hetta hava vit sæð seinastu mongu mánaðirnar í føroyska kirkjustíðnum, har prestar í høvuðsheirum hava stríðst um, hvør er skikkaður at bera fram gleðiboðskapin og ikki.
Ræði á prestagjaldinum
Peter O. K. Olofson, sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi, heldur, at tað stríðir móri Guðs fyriskriftum, at kvinnuligir og fráskildir prestar prædika í kirkjuni. Tí er hann ógvuliga misnøgdur við, at bispur í ávísum føri hevur tikið hann av ræði og sett kvinnuligan prest at prædika í prestagjaldi sínum undir hámessuni, ið er millum klokkan ellivu og eitt.
Peter O. K. Olofson vísir í hesum sambandi á kirkjulógirnar og sigur, at í hámessutíðini er tað sóknarpresturin, ið hevur ábyrgdina av, hvat gongur fyri seg í øllum prestagjaldinum, og tískil skal bispur ikki koma og troðka kvinnuligan prest inn í sína kirkju hesa tíð, sjálvt um Olofson sjálvur prædikar í aðrari kirkju, og tískil ikki fær verið í Fuglafjarðar prestagjaldi, har Sonja Klein í staðin prædikar hendan ávísa dagin.
Hinvegin vísir Olofson í sama sambandi á, at tað hevði hevði latið seg gjørt hjá kvinnuligum presti at prædika í kirkju síni seinnapart ein sunnudag ella aðrar tíðir, bert hetta ikki er í hámessutíð. Hann vísir á, at kirkjulógirnar eru soleiðis skikkaðar, at tvey ella trý húski ynskja serligt tiltak í kirkjuni, sum til dømis at fáa annan prest at prædika, kunnu venda sær til sóknarprestin og biðja um at fáa kirkjuna til nýtslu hesa løtuna. Sýtir sóknarpresturin fyri hesum, kunnu tey venda sær til bisp, sum síðani tekur avgerð í málinum. Men Olofson slær fast, at hetta ikki ber til í hámessutíðini, tí tá er tað hann, sum hevur ábygd fyri, hvat fer fram í kirkjunum í prestagjaldi sínum. Tískil heldur hann seg eisini hava ábyrgd fyri deknaguðstænastunum.
Bispur ikki samdur
Men bispur er ikki samdur við Olofson. Hann sigur seg als einki hava ímóti kvinnuligum prestum, og heldur einki skeivt vera í, at hann hevur sett kvinnuligan prest at prædika í Fuglafjarðar kirkju í vanligari guðstænastutíð, tá Olofson hóast alt heldur guðstænastu í aðrari kirkju í prestagjaldinum júst hendan dagin. Tí heldur hann seg als ikki hava tikið Peter O. K. Olofson av ræði, hóast hesin er sannførdur um, at tað er júst tað, bispur hevur gjørt.
Nú verður rættuligt brævasamskifti millum Peter O. K. Olofson, har teir í hvør sínum lagi við teologiskum lærusetningum og løgfrøði royna at sannføra hvønn annan um, hvør hevur rætt. Eftir drúgt samskifti og nógv brøv sæst, at einki fæst burturúr hesum, og Olofson kærir at enda bisp fyri Kirkjumálaráðnum.
Fleiri uppí
Um hetta mundið verður kirkjustríðið til nakað meira, enn eitt innanhýsis stríð millum Peter O. K. Olofson og Hans Jacob Joensen, bisp. Partar av sóknarbørnum Olofsons senda tíðliga í vár bispi skriv, har tey siga seg taka undir við sjónarmiðum Olfosons, og heita tey á bisp um at lata Olofson hava fult ræði á sínum prestagjaldi. Hetta tekur bispur ikki til eftirtektar.
Stríðið vindir nú alt meira uppá seg. Niels Pauli Danielsen, Hans Eiler Hammer, Bergur Debes Joensen, Sverri Steinhólm og Andreas Andreasen taka undir við Peter O. K. Olofson og kæra bisp fyri Kirkjumálaráðnum.
Fer av sporinum
Men Kirkjustíðið steðgar ikki her. Heldur fer tað rættuliga av sporinum. Tí nú fara kærurnar brádliga at floyma inn til Kirkjumálaráðið, har bispur og dómpróstur verða kærdir fyri líkt og ólíkt. Jens Ulf Jørgensen, sum í Kirkjumálaráðnum sigur seg als ikki fáa arbeiðsfrið fyri øllum teimum brøvum, faksum og telefonsamrøðum, hann noyðist at taka ímóti frá ávísum føroyskum prestum.
Kirkjustríðið fevnir nú um ein prestagarð, sum lekur og bara hevur baðikar, men onga brúsu, eina lestrarbók, har kvinnuligur prestur hevur skirvað ávísar lestrar, ið ávísir prestar siga vera guðsspottandi, kvinnuligir prestar, uppafturgiftan dómpróst, dómpróst, ið heldur ov vakið eyga við arbeiði prestanna og ov ungir konfirmantar.
Drúgv viðgerð
Tá fyrstu kærurnar komu inn til Kirkjumálaráðið, varð meldað út, at málið varð liðugt viðgjørt innan fyrsta juni, og segði Olofson, at fekk hann ikki viðhald, so segði hann seg úr starvinum sum sóknarprestur. Hann segði seg nevniliga ikki kunna góðtaka, at ranglæra slapp at valda í Føroysku kirkjuni.
Men viðgerðin í Kirkjumálaráðnum gjørdist drúgv, og fyri fáum vikum síðani kom endaligi úrskurðurin. Kirkjumálaráðið vísti allar kærurnar frá sær. Olofson hevur nú tikið avleiðingarnar av hesum og sagt seg úr starvi, eins og hann segði, at hann fór at gera. Han staðfestir nú, at bispur loyvir ranglæru at valda í Føroysku kirkjuni. Men hesum er bispur alt annað enn samdur í.
Síðani úrskurðin er einki annað stórvegis hent í málinum, og kunnu føroyingar nú bert vóna, at friður aftur valdar í føroysku kirkjuni.