miðlinjumarkið millum Føroyar og Bretland. Dave Lewis, leiðari í leitibólkinum hjá felagnum, sum arbeiðir á Atlantsmótinum sigur við Sosialin, at felagið ætlar sær at brúka tey næstu 3 til 4 árini at halda [...] Møguleikar fyri norðan Dave Lewis sigur, at fara vit longur norðureftir so er tað meting teirra, at har eru møguleikar at finna kolvetni. Hann sipar her til loyvini hjá ChevronTexaco beint við markið og [...] bora ein so váðiligan brunn í einum frontierøki við so stórum prosentparti sigur Dave Lewis, at teir hava spurt seg fyri hjá fleiri oljufeløgum, um tey eru sinnað at vera við í eini boring í teirra loyvi
arbeiðspláss. Tað sigur Rógvi Reinert, stjóri á virkinum. Tað var fyrst í november at Føroya Fiskasøla yvirtók virkið í Hvalba. Og stjórin er tann fyrsti til at ásanna, at hendan fyrsta tíðin hjá virkinum hevur [...] sum heild er tað trupult hjá flakakvinnuni sum heild. ? Men tað skal vera meiri arbeiðið á virkinum enn tað er nú og tað arbeiða vit miðvíst fyri, sigur Rógvi Reinert. Hann sigur, at tað ætlar Fiskasølan [...] koma at arbeiða á virkinum. ? Men ætlanin er at hava so støðugt arbeiði sum gjørligt, sigur hann. Kortini sigur stjórin, at tá ið eitt talan er um at flyta feskar vørur av landinum, hevur sambandið inn
dystinum, og vit kunnu rokna við rómaraljósum og kanónsløgum, sigur Lars Nedergaard, landsliðsvenjari. Hann leggur aftrat, at tað verður umráðandi hjá okkara leikarum at megna at halda konsentratiónina um dystin [...] kunnu rokna við um vikuskiftið, sigur føroyski landsliðsvenjarin, at vit hitta eitt sera sterkt lið, ið er mannað við nógvum stórum og skotsterkum leikarum. Lars Nedergaard sigur, at fyri bert tveimum árum [...] árum síðani vunnu rumenar ein greiðan sigur á normonnum í Rumenia, og styrkina hjá norska landsliðnum kenna vit jú alt til. Rumenar rokna eisini við, at tað verður ein løtt uppgáva at basa føroysku amatørunum
Sjónvarpsmøti. Mánakvøldið kl. 20 Bønarskúlin. www.filadelfia.fo Aglow, Tórshavn Fundur verður í hølunum hjá Frelsunarherinum. leygarkvøldið 17. januar kl. 19.30, allar kvinnur eru vælkomnar. Lívdin í Hoyvíkar [...] tilbiðjanarmøtinum kl. 12 talar Jógvan Zachariassen um Samkomurnar í Opinberingini ? Hvat Kristus sigur Lívdini. Barnaansing er fyri børn undir skúlaaldur á báðum møtunum. Sunnudagsskúli kl. 12. Drekkamunnur [...] Mánadagin 19. januar Unni Hentze kemur at tosa um ein Noregs túr, ið ætlanin er at fara í summar. Unni sigur frá um ferðaskrá, kostnað og aðrar praktiskar upplýsingar. Mikudagin 21. januar Upplestur Dagtilhaldið
Pinochet og Apartheid stýrinum í Suður Afrika, spilt umdømi hjá Palme og hunddálkað so mangan sín egna landsmann. So hetta er als ikki fyrstu ferð, hann leypir framav, sigur Eyðun Joensen. Illa vandur Eyðun [...] eru øðrvísi viðvíkjandi trúgv, siðum og mentan. Eg øtaðist við, tá eg hoyrdi tað, sigur Eyðun Joensen og sipar til orð hjá Óla Breckmann úr Fólkaflokkinum í eini útvarpssending fyrr í vikuni. Eyðun Joensen [...] Men spurningurin er eisini, hvat Várharra sigur til tað, um hann elskar øll menniskju við sínum dygdum og lítum, og tað ger hann, er fyrsta viðmerkingin hjá Eyðuni Joensen, tá prátið kemur inn á Miðflokkin
viðmerkjara, sjálvt um tað ikki er torført at lesa úr øllum hann sigur, at honum ikki dámar loysingarmenn, og at hann í øllum hann sigur er ein gløðandi javnaðarmaður. Torbjørn svaraði honum og tók til [...] fullveldið. Sambandsflokkurin Ríkisfelagsskapin. Hjá Miðflokkinum er tað moralur, familjupolitikkur og kristin mentan fram um annað sum er teirra politikur. Hjá Sjálvstýrisflokkinum, ja hvat ólukkan er hetta [...] tað ikki so áhugavert hjá fyritøkum, stovnum og útlendingum og føroyingum við hópin av førleikum at fara til Føroyar at seta ferð á búskapin. Og hin vegin er ein vantandi hugur hjá føroyskum fyritøkum at
arbeiðnum verður gjørt í Havn. Trolarin skal latast reiðarínum á flaggdegnum 2005. Hetta er fyrsti nýbygningur hjá Skipasmiðjuni í tvey ár, tá skipasmiðjan bygdi ein lítlan alibát til Faroe Salmon í Klaksvík [...] fegnast um, aftur at fáa ein nýbygning at gera, soleiðis at førleikin hjá monnunum at smíða og útgera skip verður varðveittur her á landi, sigur Poul Mohr, stjóri á Skipasmiðjuni. [...] gongd aftur. Vit vita, at førleikin versnar, um ov long tíð gongur ímillum tær stóru uppgávurnar, sigur Thormund Johannesen, ið hevur ábyrgd av nýbygningum og størri projektum á Skipasmiðjuni. Fyri at vera
Skopunarfirði í næstu framtíð, er at fara í gongd við forarbeiðinum nú beinanveg, sigur Svein Kristiansen, leiðari hjá NCC í Føroyum. Hann roknar við, at tað tekur eini trý ár ella so at fáa allar fyr [...] Kortini verður tunnilin ikki so brattur, sum eitt nú Vágatunnilin er, sigur NCC. Borað verður frá svinginum við Gomlu Rætt og suður móti Kirkjubø í fyrsta umfari. Umleið ein kilometur verður borað uppi [...] varð skotið heilt ígjøgnum og síðan gjørt liðugt. Arbeitt fer at verða báðumegin frá samstundis, sigur NCC leiðarin. Tá tosað verður um ein kostnað upp á einar 50 til 55 millónir fyri kilometurin, verður
(bæði valdømisvaldar og eykavaldar) er hjá hvørjum flokki. Í hesum sambandinum er rokningin bara áhugaverd hjá Fólkaflokkinum. Tað sigur seg sjálvt, at eykamaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum verður valdur í [...] tað, sum hinir hava. Tí sigur tað seg sjálvt, at Tjóðveldisflokkurin í hesum førinum ikki skal eiga lut í eykavaldu monnunum. Næsta stigið í rokningini er at býta atkvøðutølini hjá hinum flokkunum, sum kunnu [...] atkvøðutalið hjá flokkunum, sum kunnu fáa eykamenn, býtt við samlaða tingmannatalinum (valdømisvaldir og eykavaldir), sum hesir flokkarnir kunnu fáa. Atkvøðutalið er 24.026 (samlaða talið hjá øllum flokkunum
nú móttøkuna hjá verandi oljuskipum (FPSO). ChevronTexaco, sum er fimtstørsta oljufelagið í heiminum í dag, sær alt Atlantsmótið, ið røkkur úr Noregi, víðari til Føroyar og Hetland og suður til Írlands [...] um basaltið ikki er ein stór forðing sigur Dave Lewis, at tað er eingin trupulleiki at bora gjøgnum basalt. Men at síggja gjøgnum basaltið er høvuðstrupulleikin hjá teimum feløgunum, sum ætla sær at vera [...] summar at bora ein brunn og vera við í eini aðrari boring við markið eisini. Vit spurdu leitistjóran hjá ChevronTexaco, Dave Lewis, um føroyingar hava orsøk til at vera vónsviknir av leititilgongdini higartil