Torbjørn Jacobsen umboðaði Tjóðveldisflokkin, Eli Christiansen Fólkaflokkin, Elin Lindenskov Javnaðarflokkin og Bárður Nielsen Sambandsflokkin. Mong vóru orðini, og mangt var tikið fram, men fyrsti tímin fór mest við heldur keðiligum skatta- og arbeiðsmarknaðartekniskum tosi um nú Lisbeth og Kartin høvdu skil á proportional og progressivum skatti.
Ikki vantaðu klisjeir frá stevnuskráunum hjá flokkunum, har serliga teir ungu uppstillaðu siteraðu dúligani, nærum lósu upp úr hesum skráum og brúktu orð, ið man er vanur at hoyra frá teim ymisku flokkunum.
Tað var kanska ikki so gott fyri kjakið, at Sjálvstýrisflokkurin væntaði og ikki minst Miðflokkurin, ið ikki eitt mansbarn hetta kvøldið tyktist vera samt við, men ein flokkur hvørs valskrá varð dúligani kommenterað.
Hvar fór peningurin frá donsku stjórnini?
-Virgar Dalsgaard setir spurningar.
Serligani áhugaverdar spurningar kom Virgar Dalsgaard við, hann helt Fólkafloks/Tjóðveldis/Miðflokkasamgonguna hava skapt eina idiotiska fyrisiting, sum var verri enn tær eru í eitt nú Guatemala, og at tað var ótrúligt, at føroyskir politikarar hava brúkt endurgjaldið, ið føroyingar fingu frá donsku Stjórnini fyri relativt fáum árum síðani, tí í donskum høpi, vísti Virgar á, svarar hetta til eini 5-6 Stórabeltsbrúgvar. Virgar skal eiga tað rós uppiborið, at hann mangan veit ótrúliga nógv og hevur perspektiv sum fáur. Virgar er eitt slag av kritikara og politiskum viðmerkjara, sjálvt um tað ikki er torført at lesa úr øllum hann sigur, at honum ikki dámar loysingarmenn, og at hann í øllum hann sigur er ein gløðandi javnaðarmaður. Torbjørn svaraði honum og tók til, at hann helt Virgar vera ein hin, um ikki hin, besta skribentin í Føroyum í dag, sjálvt um hann var diamentralt ósamdur við øllum Virgar hevur skrivað. Hann hevði sum so einki svar til Virgar um hesa stóru peningarúgvu, sum í dag er horvin, annað enn, at hann enn einaferð nýtti høvi at vísa á, at tað var ikki gott fyri lond at fáa slíkar peningarúgvur. Her skuldi dugnaligi orðstýrarin og blaðmaðurin Kári Mikkelsen kanska loftað bóltinum og spurt onkran annan av teim í panelinum.
Torbjørn vildi heldur ikki siga meiri um bókina »Skjót journalistin«, enn at í bókini stóð alt hann hevði at siga um hetta mál.
Raðfesting og ideologi
Tað er einki nýtt, at stórur munur er á raðfestingunum hjá føroysku flokkunum, ið byggir á stórar ideologiskar munir, í veruleikanum t. v. s. í praksis er ikki so stórur munur á flokkunum. Ein høgravendur amerikanari hevði hildið allar føroyskar og danskar flokkar við, kanska uttan Miðflokkin og persónin Óla Breckmann, verið revareyðar, tí allir flokkar bæði niðri og í Føroyum byggja víðari á eitt sosialliberalt javnaðarkjølfest vælferðasamfelag. Henda Norðurlenska skipanin er ein fastur partur av okkara samleika í Norðanlondum. Serligani Svøríki gjørdist heimskent í fimmti- og sekstiárunum við hesi skipan. Sjálvt sokallaða liberalistiska danska stjórnin er noydd at varðveita nærum allar vælferðaskipanir og øll teirra hugskot um t.d. at skera eftirlønir og pensiónir, um at selja almennar búðstaðir hava fingið stóra mótstøðu og øll hesi uppskot eru niðurskotin. Nú sita teir og rópa ókvemsorð eftir ekspertum, mentunarradikalum og intellektuellum í einum mentanarbardaga, sum hin nærum svaki Søren Krarup stendur fyri. Fólkaflokkurin hevur sitið við valdinum í Føroyum, men hesi tora ikki at nema við hvørki pensiónir ella at seta lønir ella skatt niður.
Fara vit til flokkarnar sum vóru í Føroyum hetta kvøldið, so er groft sagtt raðfestingin hjá Javnaðarflokkurin sosialmál, t.v.s. fram um onnur mál. Fólkaflokkurin hevur vinnulívið sum nærum einkarbarn. Tjóðveldisflokkurin økt sjálvstýri og fullveldið. Sambandsflokkurin Ríkisfelagsskapin. Hjá Miðflokkinum er tað moralur, familjupolitikkur og kristin mentan fram um annað sum er teirra politikur. Hjá Sjálvstýrisflokkinum, ja hvat ólukkan er hetta fyri ein stødd. Ein løgin flokkur, har floksformaðurin Kári P.Højgaard vildi rópa um floksdisiplin hjá formanninum í Unga Sjálvstýri Kenneth Rasmussen, tá hesum skrivaði eina visionera og góða grein, sum júst kundi bent á, at tað var samband millum bróðurflokkin Radikale Venstre og Gamla Sjálvstýri. Kenneth Rasmussen legði eftir hvat fyri ein miðflokk má vera høvuðsfíggindin; nemligani Miðflokkurin, og helt fyri, at hesin »byggir á trongskygni, fordøming og rasismu«. Men hetta var ikki partítónin, sum teim dámar í flokkinum. Kári P. Højgaard helt fyri, at flokkurin fær týðani leiklut í eini komandi samgongu, men hetta er ikki so vist 0,2% frá sperrumarkinum sambært Fynd. Men í mun til Kenneth hevur formaðurin eingin hugskot, als ongar visiónir, altso uttan at vera á sjálvstýriskós (tað eru hinir flokkarnir eisini uttan B) og fleiri yvirtøkur t.d. Fólkakirkjuna og at stuðla undir Elttør sum eingin veruligani veit hvat tekst við, olju síggja vit onga av og føroyingar dálka sum svakir í høvdinum. Kanska gott var, um flokkurin hvarv nøkur ár og kom við aftur við yngri fólki seinni?
Gamla vinstra og høgra
Mangan teppir prát um Fullveldi alt prát um vinstra og høgra, men hetta kvøldið hevði sjálvt Tørbjørn ikki so nógv at siga um fólkaatkvøður og Fullveldi. Men ikki var sørt at stórur ideologiskir munir vóru á javnaðarumboðinum Elini Lindenskov og fólkafloksvalevninum Eli Christiansen. Javnaðarflokkurin fer til val uppá »tað góða samfelagið!« Men tað kann ein og hvør siga - slíkt er nærum ein klisje - Pia Kjærsgaard og Jürg Heider halda seg eisini hava patent upp á tað »góða samfelagið«. Fólkaflokkurin tosar sum vant um ábyrgd, álit og gamla herrópið um áræði, ið ikki er ein minni klisje. Elin Lindenskov røddi um, at hon og Javnaðarflokkurin vildi broyta og dagføra samfelagið, har málið er, at Føroyar skulu gerast eitt modernað norðurlendskt samfelag. Fólkafloksmaðurin vildi, fram um privatisering, halvera lønir og skatt, eisini avtaka allar pensiónir, men segði seg vera óvanligani sosialt tilvitaðan, ið eftir mínari meting var størsta mótsøgnin hetta kvøldið. Um onnur mál sum abort, rúsdrekkalógina, mentan, samkynt, her hevði hann ikki nógv at siga. Fyri hann var, sum fólkafloksmonnum flest, vinnulívið og virðisøking og privatiseringar á skránni. Javnaðarkvinnan Elin Lindenskov tosaði um t.d. bústaðarpolitikk, har byggjast skulu leiguíbúðir til serliga familjur, eldri, ung, lesandi, brekað o.o. Og javnaðarpolitikarum líkt tosaði hon um barnagarðstilboð, barsilsskipanina og barnsburðarfarloyvið - vinnulívið hevði hon ikki nógv skil ella áhuga fyri. Tað var tó áhugavert, at hon var inni á spurninginum um fosturtøku, og her vildi hon og flokkurin dagføra gomlu lógina. Hon helt eisini, at øll skuldu vera líka fyri lógini og gekk tí inni fyri skrásettum parlag, tí samkynd hava somu rættindi sum onnur í samfelagnum.
Hin royndi politikarin
Torbjørn fekk sum royndur politikari og umboð fyri Fólkatingið manga skoluna hetta kvøldið og fekk tí aftur fyri mangan orðið, hvat ikki kundi sigast um sambandsvalevnið Bárð Nielsen, ið ikki kom so nógv til orðana. Torbjørn helt, at valstríðið var visónsleyst, og at tað vantaði okkurt, og tað var tí, at Sambandsflokkurin kom at vinna tók hann skemtiligani til orðana. Hann helt víðari, at hetta val ikki varð útskrivað av politiskum orsøkum, men av løgmanni av øðrum kendum orsøkum. Hann fanst at Miðflokkinum fyri teirra hatur til føroyska mentanarlívið, sum hann ikki mintist fortilfeldi av í søguni, teirra hagreiðing av samkyntum og abortmálið - har teir gera okkum fyri skommum uttanlands.
Torbjørn mælti til at menna gransking, og Tjóðleikhúsið skuldu gerast ein veruleiki. Hann vísti á, at tey í Íslandi høvdu Lærda Háskúlan í Íslandi sum tjóðarstoltleika og rendu 10.000 w ljóskastarar á henda bygning um náttina, meðan vit í Føroyum skulu leita í Tórshavn fyri at finna Fróðskaparsetrið. Torbjørn dugdi at síggja, at Fróðskaparsetrið í framtíðini skal koma at spæla ein høvuðsleiklut í føroyska samfelaginum. Ikki minst er neyðugt at seta á stovn eina løgfrøðisdeild við óvildigum professarum, sum kunnu skriva t. d. responsum og annað.
Gransking
At en enda fingu valevnini eini tveir minuttir. Torbjørn helt eina styttri røðu um frælsa statin, um vilja fólksins. Elin Lindenskov um radfestingina av sosialum málum og um at skapa eitt modernað norðurlenskt samfelag.
Eli Christiansen, sum her broytti tónan, fór at tosa um ph.d. verkætlanir, um gransking, serligani innan løgfrøði og her framman fyri einum sali, har tey flestu eru lesandi, er slíkt sera væl dámt. Hann endaði við at sitera ein sera visioneran hedonist og lady killer, ein mann, sum ongin í søguni kann kalla fólkafloksmann, nemligani Salvador Dali sum tosaði um, at tað er gott at eiga pening, so leingi tú ikki hevur mist gleðina av lutum, tú ikki kanst keypa fyri pening. Eli hevur tað við at sitera báði surrealistiskar málarar og rationalistiskar heimspekingar sum Descartes, sum hann tó brúkar eftir gehør og kanska heldur ad hoc.
Samanumtikið var ikki so nógv nýtt í hesum fundinum. Okkurt áhugavert kom fram um gransking, men føroyskum valevnum vanta mangan mót til veruligan og radikalan kritik, eisini er mangan ein væntandi hugur at hyggja út í heimin og at tora at hyggja út um landoddarnar eftir øðrum enn kvotum. Heimurin er stórur, føroyingar kunnu í dag framleiða nærum alt sum onnur kunnu, men enn er tað ikki so áhugavert hjá fyritøkum, stovnum og útlendingum og føroyingum við hópin av førleikum at fara til Føroyar at seta ferð á búskapin. Og hin vegin er ein vantandi hugur hjá føroyskum fyritøkum at fara út í heimin at berjast um kontraktir. Enn einaferð hava t. d. íslendingar gjørt slíkt, ið vit bert kunnu droyma um.
At enda endaði orðstýrarin fundin og leiðarin í Føroyahúsinum, Martin Fjallstein, tók yvir, áðrenn tjóðsangurin varð sungin.