Undirsjóvatunnil millum Streymoy og Sandoy er komin á breddan. Fundur hevur verið á Sandi um málið, og NCC mælir til at arbeiða skjótt.
Skulu Sandoyarfólk gera sær vónir um fast samband undir Skopunarfirði í næstu framtíð, er at fara í gongd við forarbeiðinum nú beinanveg, sigur Svein Kristiansen, leiðari hjá NCC í Føroyum.
Hann roknar við, at tað tekur eini trý ár ella so at fáa allar fyrireikingarnar upp á pláss. Og eftir sum hann eftir øllum at døma roknar við, at NCC fer at sleppa at gera hendan komandi tunnilin eisini, mælti hann Sandoyarfólki til at gera skjótt av, so klárt kann vera at byrja undir Skopunarfirði, tá Norðoyatunnilin er liðugur, fyri á tann hátt at spara tíð og kostnað.
Undan løgtingsvalinum var almennur fundur í Virkinum á Sandi, har málið um undisjóvartunnil undir Skopunarfirði var til umrøðu.
Sum skilst av Sandi, hevur NCC eina fyribilsætlan liggjandi fyri tunli undir Skopunarfirði.
Hesin tunnilin fer væntandi at verða einar níggju kilometrar langur, og hann fer at kosa út móti eini hálvari milliard, metir NCC.
Svein Kristiansen segði fyri Sandoyarfólki hendan dagin, at teir rokna við at gera tunnilin í pettum. Einir 26 metrar verða sprongdir í senn, og so verður gjørt liðugt. Ikki sum gjørt varð í Vágatunlinum, at fyrst varð skotið heilt ígjøgnum og síðan gjørt liðugt. Arbeitt fer at verða báðumegin frá samstundis, sigur NCC leiðarin.
Tá tosað verður um ein kostnað upp á einar 50 til 55 millónir fyri kilometurin, verður roknað við einum vanligum tveysporaðum vegi.
Verður hinvegin farið yvir til tríggjar vegbreytir, skulu eini 15 prosent leggjast aftur at kostnaðinum, sum givin er upp, kom fram á fundinum á Sandi.
Mesta dýpi, har tunnilin er ætlaður at liggja, er um 80 metrar, og farið verður einar 140 metrar niður við tunlinum, varð greitt frá.
Kortini verður tunnilin ikki so brattur, sum eitt nú Vágatunnilin er, sigur NCC.
Borað verður frá svinginum við Gomlu Rætt og suður móti Kirkjubø í fyrsta umfari. Umleið ein kilometur verður borað uppi á landi, áðrenn farið verður undir sjógv. Hetta fyri at minka hallið so nógv sum gjørligt.
Fast samband út í Hest var eisini umrøtt á hesum fundinum á Sandi. Bæði tunnil allan veg út í oynna, og ein teymur, sum endar einastaðni undir bygdini, har so ein lyfta verður upp í bygdina.
Greitt varð frá, at um tunnil skal gerast á vanliga hátt út í Hest, fer hann at kosta einar 200 milliónir aftur at tí, Sandoyartunnilin annars er mettur at kosta.
Verður ninvegin ein loysn við persónslyftu vald, kostar hon einar sjey til tíggju milliónir, varð sagt. Hendan loysnin merkir, at koyrandi verður til eitt parkeringspláss undir bygdini í Hesti. Har verða bilarnir settir, og fólk fara so við lyftu upp í sjálva bygdina.