Risastórt oljufelag trýr uppá Føroyaøkið

Hóast áhugin fyri at leita eftir olju og gassi á Føroyaøkinum og øllum Atlantsmótinum er minkaður, so heldur eitt av heimsins størstu oljufeløgum, oljurisin ChevronTexaco framtíð vera á Atlantsmótinum og herí eisini Føroyaøkinum. Tí var felagið eisini við til at velja út øki herfyri, tá dyrnar vórðu latnar upp fyri næsta útbjóðingarumfarinum á landgrunninum.

Oljuframtíð




ChevronTexaco, sum gjørdist næststørsta oljufelagið í USA og nr. fimm av heimsins størstu oljufeløgum eftir samanleggingina av Chevron og Texaco í fjør, hevur sett sær fyri at brúka nógvar av sínum leitimilliónum til at finna olju og gass serstakliga báðumegin miðlinjumarkið millum Føroyar og Bretland.

Dave Lewis, leiðari í leitibólkinum hjá felagnum, sum arbeiðir á Atlantsmótinum sigur við Sosialin, at felagið ætlar sær at brúka tey næstu 3 til 4 árini at halda fram við leitingini eftir olju og gassi á Atlantsmótinum, sum røkkur úr Noregi fyri norðan og heilt suður til Írlands. Økið í miðjuni, sum fevnir um føroyska og bretska landgrunnin, er tað, sum felagið av álvara fer at leggja seg eftir og verður nú tosað um at bora ein nýggjan brunn longu í summar í bretskum øki fyri norðan, heilt tætt upp at føroyska markinum.

Texaco søkti um leitiloyvi í 1. føroyska leitiumfarinum men gjørdist ov stutt. Tað hevur kortini ikki gjørt, at samanlagda felagið ChevronTexaco hevur vent Føroyum bakið. Tvørturímóti hevur felagið valt Atlantsmótið og herí eisini Føroyaøkið at vera eitt av sínum kjarnu leitiøkjum næstu árini. Felagið heldur, at tað framvegis eru góðir møguleikar at gera olju- og gassfund í hesum økinum, her serstakliga framvið markinum.

Hevði felagið ikki eydnuna við sær í tí fyrstu føroysku runduni, so varð tað meira heppið í 19. rundu á bretskum øki og hevur nú fýra loyvi beint uppat miðlinjumarkinum við Føroyar. (Sí ljósabrúnu teigarnar á kortinum) Og gongur tað sum ChevronTexaco vil og ætlar, so verður ein sera áhugaverdur brunnur boraður í teiginum 213/ 26 & 27 í summar, tætt uppat markinum.

Við í trimum útbjóðingum á Atlantsmóti
Men umframt at vilja at seta borin í nøkur av sínum loyvum við markið í ár og komandi árini, so ætlar ChevronTexaco eisini at vera við í teimum komandi útbjóðingunum á Atlantsmótinum, tvs. 2. rundu við Føroyar, 22. rundu í bretskum øki og tí 18. norsku runduni. Hetta sigur ikki so lítið um, hvussu nógv fimt størsta oljufelagið í heiminum trýr uppá Atlantsmótið, nú onnur stór oljufeløg hava valt at brúka sínar leitipengar aðrastaðni í heiminum.

Nú er tað so, at 2. runda/útbjóðing í Føroyum kemur um nærum somu tíð sum tann 22. rundan í bretskum øki, so ChevronTexaco ætlar sær at vera við í hesum báðum útbjóðingum, sum fara at liggja báðumegin markið. Hetta verður ma. gjørt við grundarlagi í tí vitan, sum felagið longu hevur um økini við miðlinjuna. -So vit hyggja at nýggjum leitiøkjum, sum kunnu hava synergiir til tey øki vit longu hava í umráðinum sigur Dave Lewis.

ChevronTexaco hevur við vitan síni frá bretskum umráði longu peikað út nøkur øki á føroyska landgrunninum tað ætlar at bjóða uppá, tá latið verður upp fyri 2. umfari í ár. Dave Lewis sigur, at jarðfrøðin kennir ikki politisk mørk, og tí stuðla upplýsingar frá kanningunum báðumegin markið undir eina heildarmynd av økinum. -Tað er altíð torført at býta jarðfrøði millum lond, so vit meta okkum hava eina jarðfrøðiliga stratetiska støðu, sum í løtuni liggur í bretskum øki og sum vit vilja hava skal fevna um føroyskt øki eisini.

Tað var við hesum í huga, at felagið sendi eina umsókn inn til Føroya Jarðfrøðissavn í sambandi við nominatiónina til 2. útbjóðingarumfar.

Dave Lewis sigur, at teir í hesum sambandi hava valt út nøkur áhugaverd øki á føroyska landgrunninum, sum hóska til teirra strategisku støðu í øllum økinum í løtuni. Talan er um teigar, sum liggja tætt upp at økjum, sum longu eru bjóðað út. -Vit hava ikki nominerað blokkar, sum liggja heilt uttanfyri øki, sum longu eru bjóðað út.

Lært nógv
Dave Lewis, sum sjálvur er útbúgvin jarðfrøðingur, vísir á, at nógvir brunnar eru boraðir bæði í føroyskum og bretskum øki seinastu árini og hevur man lært nógv av hesum, uttan mun til um olja er funnin ella ikki.

-Hvussu kunnu vit byggja á hesar royndir og vitan í eini 2. útbjóðing við Føroyar er stóri spurningurin fyri okkum leggur hann aftrat. Um man fer longur norður og í ein útnyrðing, so koma vit til øki, har basaltið ger tað torført at síggja jarðfrøðina. So tú mást arbeiða norður eftir framvið miðlinjuni, har einki ella avmarkað basalt er til steðar.

Dave Lewis vísir á, at teir turru brunnarnir bæði í føroyskum og bretskum øki hava ikki lopið ótta á ChevronTexaco. ?Tað hevur víst seg, at øll feløg hava lagt seg eftir somu leitimodellum (play/prospekt) um somu tíð. Tað góða við tí er, at tú fær ein sera góðan databasa frá tí arbeiði, sum verður gjørt. Nú vóru vit ikki við í brunnunum við Føroyar, men vit hava havt møguleikan at meta um tilfarið frá trimum brunnum, sum eru boraðir bretsku megin markið í sokallaða Juddbassenginum.

ChervronTexaco boraði í mars í fjør í teiginum 204/17 í bretskum øki og heldur seg skilja jarðfrøðina nógv betri út frá hesi boringini. Tú mást samanbera tínar geofysisku kanningar og jarðfrøðina og skilja, hvat tú hevur gjørt skeivt. Oftani stava mistøkini frá jarðfrøðiligum viðurskiftum, sum tú ikki hevði roknað við. So tá feløgini hava borað í einum øki skilur tú eisini jarðfrøðina nógv betri og harvið kanst tú forútsiga tingini nógv betri eina aðru ferð.- hvat tú kanst finna. Boringarnar hava prógvað, at tað er ein virkin kolvetnisskipan í økinum. Tað er bara eftir at finna fram til prospektivu økini, sum kunnu vera har. Vit hava fingið nógva nýggja vitan frá boringunum seinastu árini, og tað hevur gjørt, at vit enn eru áhugaðir í økinum.

-Eru tit glaðir fyri, at tit ikki fingu loyvi í 1. rundu, nú einki er funnið enn?

-Tað vil eg ikki júst siga. Tí hevur tú ikki havt boriloyvi í 1. rundu, so hevur tú heldur ikki atgongd til úrslitini á Føroyaøkinum. Tú skal vanliga bora fyri at kunna býta um upplýsingar fyri harvið at gera tær eina mynd av økinum. So um vit koma inn aftur í Føroyaøkið, vilja vit vera eitt sindur verri fyri enn tey feløgini, sum longu hava data frá økinum og tí skilja tað betri.

-Kann tað henda, at tit fara uppí okkurt av verandi loyvum á Føroyaøkinum, soleiðis at tit kunnu fáa lut í tilfarinum frá boringunum?

-Tað er avgjørt ein møguleiki. Vit hava hugt gjølla at partnarum og økjum, sum feløg standa fyri men har tey enn ikki hava borað. Vit hava so eisini pliktað okkum at bora í blokkum vestan fyri Hetland. Dave Lewis sigur víðari, at teir eru við at byggja upp ein databasa fyri hesi økini og halda, at tað framhaldandi er prospektivitetur í økinum, og vóna at vera við í tveimum brunnum, sum skulu borast vestan fyri Hetland í ár.

ChevronTexaco boraði í 204/17 í fjør, beint hinumegin markið, har ENI boraði á sínum føroyska loyvi. Tann brunnurin var í stóran mun sama slag av leitimodelli, sum varð borað í í fyrstu føroysku útbjóðingini. Jarðfrøðin var tann sama báðumegin markið og málið var eisini í stóran mun tað sama.

Møguleikar fyri norðan
Dave Lewis sigur, at fara vit longur norðureftir so er tað meting teirra, at har eru møguleikar at finna kolvetni. Hann sipar her til loyvini hjá ChevronTexaco beint við markið og á bretskum øki, nevniliga 213, 26 & 27, har teir ætla at bora í summar.

Í løtuni stendur ChevronTexaco fyri 80% av hesum loyvinum og OMV fyri hinum 20%. Uppá fyrispurning um teir veruliga fara undir at bora ein so váðiligan brunn í einum frontierøki við so stórum prosentparti sigur Dave Lewis, at teir hava spurt seg fyri hjá fleiri oljufeløgum, um tey eru sinnað at vera við í eini boring í teirra loyvi og harvið átaka sær ein part av váðanum. ?Vit eru í løtuni í samráðingunum við annað felag um at minka um okkara part. Vit gera hetta fyri at finna nokk av kapitali til at bora í summar. ChevronTexaco hevur valt út eini 3 til 4 baseng kring heimin, har vit vilja brúka kapital til váðilig projekt. So heldur enn at skula brúka 80% í hesi eini boringini kundu vit hugsað okkum, at tað var onkur, sum tók á seg eini 20 til 30%, so vit kundu brúkt ein part av okkara budgetti uppá okkurt annað projekt eisini, soleiðis at man spjaðir váðan.

Sum skilst eru samráðingar við eitt ávíst felag, sum hevur víst áhuga at vera við og helst er talan um eitt felag, sum er rættiliga virkið á Føroyaøkinum. -Vit eru í løtuni í samráðingum við felag um at vera við í boringini í loyvinum 213/26 & 27. Væntandi verða hesar samráðingar lidnar seinast í januar, og kunnu vit tá vónandi kunngera, at vit fara at bora í summar, um vit also finna ein boripall. Vit vita, at tað er eitt avmarkað tal av feløgum, sum hava áhuga fyri Atlantsmótinum. So tað eru ikki nógv nýggj feløg útyvir tey, sum longu eru í økinum. Enn fær hann ikki nevnt nøvn á feløgum ella felagnum, sum kann hugsast at fara uppí loyvini hjá ChevronTexaco framvið markið.

Tað ljóðar, at Amerada Hess leitar eftir einum boripalli/skipi til at bora vestan fyri Hetland. Dave Lewis sigur seg vóna, at West Navigator (West Navion hevur broytt navn til West Navigator) hjá Smedvig verður tøkur at bora við markið í summar. Teir kenna ikki boriskránna hjá skipinum, men felagið hevur havt sera góðar royndir við hesum boriskipinum.

Um so er at eitt av oljufeløgunum, sum eru virkin við Føroyar, fer saman við ChevronTexaco at bora brunnin hinumegin markið kann hugsast, at hetta kann fáa positiva og hepna ávirkan á leitingina á føroyska landgrunninum eisini. Hervið stendst ein veksulvirkningur, sum ger, at møguliga tvey stór oljufeløg taka seg saman og t.d. bjóða í 2. rundu við Føroyar.

Hvat viðvíkur ætlaðu boringini í 213/ 26 & 27 í summar, so er ChevronTexaco mest hugað fyri at fáa eitt felag við í arbeiðið, sum hevur eitt tilknýti til leiting vestan fyri Hetland og á Atlantsmótinum og sum teir kunnu hava eitt strategiskt samstarv við heldur enn at fáa eitt felag uppí, sum bara vil vera her í stytri tíðarskeið.

Nú ChevronTexaco ætlar sær at bora beint hinumegin markið, so er talan um eitt øki við lítlum ella ongum basalti, og tí eru teir førir fyri at síggja prospekt við seismikki. Tá farið verður inn á føroyskt øki í eini komandi 2. útbjóðing verður tað so truplari orsakað av basalti. Men arbeitt verður framvegis við at menna tøknina at síggja gjøgnum basalt.

Eisini longur norðuri
Leitileiðarin hjá ChevronTexaco dylur ikki fyri, at teir í løtuni eisini leita eftir feløgum, sum kunnu hava eins áhuga fyri blokkunum, sum liggja eitt sindur longur norðari eisini. Tað er 213/ 5 og 214/1, tvs. heilt upp móti 62. breiddarstigi (sí kortið). Hvørt av loyvunum hjá felagnum framvið miðlinjuni hava prospektivitet, men trupulleikin í einum frontierøki er váðin, og í blokkunum longst fyri norðan hevur ChevronTexaco heili 90%. Hesi bæði loyvini liggja eitt sindur einsamøll, og tí er brúk fyri at fáa nøkur feløg við. Lewis sigur, at teir hava eitt gott prospekt, sum teir kundu hugsað sær at bora næstu árini. Eisini her, í loyvinum 213/5 og 214/1 hava teir skrásett eitt prospekt, sum er ?drillready?, boriklárt og leita teir eftir feløgum at vera við har eisini. Men oljufeløg síggja teir blokkarnar eitt sindur fjarskotnar frá teimum økjum, sum eru betri kannað longur suðuri. Tí verður tað neyvan til nakra boring har í ár.

ChevronTexaco er eisini partur í loyvinum 204/9 & 10 (sí kort) , har Amerada Hess er operatørur. Brunnurin Cambo varð boraður í fjør og er eftir øllum at døma eitt oljufund. Men spurningurin er, um fundið er lønandi. Tað hevur ljóðað, at ætlanin er at bora ein avmarkingarbrunn í summar. Uppá fyrispurning, um tað kann vera ein fyrimunur fyri eitt nú ChevronTexaco, at West Navigator fyrst varð leigaður til at bora avmarkingarbrunn á Cambofeltinum og eftir tað flyta seg eitt sindur longur norður at bora í loyvinum, har ChevronTexaco er operatørur sigur Dave Lewis, at tað er ilt at siga.

-Tað veldst sjálvandi um, hvør er fyrstur at fáa fatur á boriskipunum og hvussu tað so passar inn í ætlaninar hjá ymsu operatørunum. So hetta eigur ikki at tengjast saman. Um Amerada og feløgini í Cambobrunninum finna pengar til ein avmarkingarbrunn, tá budgettini verða løgd í januar, so kunnu tey taka støðu til at leiga eitt boriskip tá.

Dave Lewis dylur ikki fyri, at øll positiv boriúrslit á bretskum øki tætt upp at miðljumarkinum til Føroyar kunnu fáa stóran týdning fyri Føroyaøkið, tí jarðfrøðin fer tvørtur um altjóða mørk.







.