Í Tinghelluni í dag hugleiðir samfelagsfrøðingurin, Bogi Eliasen, um populismu
í valskráunum hjá teimum ymisku flokkunum. Hann nemur millum annað við evnini, fremmandafólk í Føroyum og samkynd. Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, er ein teirra, sum harmast um viðferðina hesir báðir bólkar hava fingið av ávísum persónum og flokkum í valstríðnum higartil.
Ein dropi av mongum
- At kalla ein ávísan bólk av fremmandafólki fyri dragsl og horda og annað av somu skuffu er ein sera niðrandi og lítið mentað umrøða av púra meinaleysum medmenniskjum, bara tí at tey eru øðrvísi viðvíkjandi trúgv, siðum og mentan. Eg øtaðist við, tá eg hoyrdi tað, sigur Eyðun Joensen og sipar til orð hjá Óla Breckmann úr Fólkaflokkinum í eini útvarpssending fyrr í vikuni.
Eyðun Joensen heldur áfram við at siga, at hetta bert er ein dropi av mongum, har Óli Breckmann hevur slongt um seg við niðurgerandi útsagnum um medmenniskju síni.
- Í eina fjórðings øld hevur Fólkaflokkurin givið Óla Breckmann loyvi at niðurgera fólk og kalla tey líkt og ólíkt. Umframt hetta hevur hann treytaleyst stuðlað Pinochet og Apartheid stýrinum í Suður Afrika, spilt umdømi hjá Palme og hunddálkað so mangan sín egna landsmann. So hetta er als ikki fyrstu ferð, hann leypir framav, sigur Eyðun Joensen.
Illa vandur
Eyðun Joensen heldur tað vera løgið, at Fólkaflokkurin ikki hevur megnað ella viljað vant Óla Breckmann betur aftaná øll hesi árini.
- Politiskir hvølpar við ókvæmisglepsum plaga umsíðir at spekjast, búnast og mennast til ábyrgdarfull, realpolitisk skilafólk, men hesin tykist enn lítið vandur aftaná øll hesi árini, hann hevur luttikið í føroyskum politikki, vísir Eyðun Joensen á.
Fólkaflokkur medábyrgd
Sálarfrøðingurin fær seg ikki at trúgva, at slíkt, Óli Breckmann kom við í útvarpssendingini, eru orðingar, sum fólkafloksmenn taka undir við. So hóast tær bert vóru ein dropi av mongum, eiga tær eisini at vera tann seinasti dropin.
- Tað liggur ein samfelagsskylda á okkum samfelagsborgarum at tala at, tá slíkt kemur fyri ferð aftaná ferð í so mong ár. Og afturat hesum liggur ein stór ábyrgd á Fólkaflokkinum. Nú má flokkurin eftirhondini syrgja fyri, at Óli Breckmann, sum annars er ein vitugur og ótrúliga arbeiðssamur maður, steðgar við hesum, leggur sálarfrøðingurin afturat.
Herferð móti samkyndum
- Hvat tveir persónar gera undir fýra eygum, kemur ikki triðja persóni við, uttan so at hesin sjálvur líður undir tí. Men spurningurin er eisini, hvat Várharra sigur til tað, um hann elskar øll menniskju við sínum dygdum og lítum, og tað ger hann, er fyrsta viðmerkingin hjá Eyðuni Joensen, tá prátið kemur inn á Miðflokkin og samkynd.
Eyðuni Joensen dámar einki viðferðina, sum Jenis av Rana og Miðflokkurin hava víst samkyndum í valstríðnum.
- Tá ið mann skýr ein bólk av fólki, ið hevur eina aðra kynsliga orientering enn onnur, at vera vilst kynsliga og harafturat metir, at hesin bólkur kann grøðast ella venjast av við hendan atburð, tá leggur mann ótrúliga hart út eftir hesum bólki, leggur Eyðun Joensen afturat.
Gamla Sovjetsamveldið
Ætlanin um at venja samkynd fólk av við samkyndan atburð, leiðir óhugnaliga tankarnir hjá sálarfrøðinginum aftur til gamla Sovjetsamveldið.
- Tað einasta, sum eg fakliga kenni til slíka statsliga viðgerð, er úr tí gamla Sovjetsamveldinum, har tað var kommunistisk siðvenja at senda øðrvísi hugsandi enn ortodoksar kommunistar, t.d. intellektuell, gýðingar, lunkað javnaðarfólk og eisini samkynd á anstaltir til avvenjing ella heilatvátt, vísir Eyðun Joensen á.
Hóast tað etiskt er forkastiligt, er Eyðun Joensen sannførdur um, at tað letur seg gera reint tekniskt at venja fólk av við samkyndan atburð.
- Hóast tú illa fært broytt hugin, ivist eg ikki í, at tað reint tekniskt letur seg gera at venja fólk av við samkyndan atburð. Russar brúktu óhugnaligar, ótespiligar, atferðssálarligar snildur, sigur sálarfrøðingurin, sum spyr um hetta er tað, Miðflokkurin ætlar at bjóða sínum annars púra meinaleysum føroysku medborgarum.
Ein fjøltáttað bukett
- Menniskjað er ein ótrúliga samansett vera. Nógv meira, enn myndin hjá Jenisi og Miðflokkinum gevur pláss fyri. Menniskjað er ein nógv meira fjøltáttað bukett, filosoferar sálarfrøðingurin, tá hann verður spurdur um, hvør menniskjafatan liggur aftanfyri politikkin hjá Miðflokkinum.
Sambært Eyðuni Joensen er herferðin hjá Miðflokkinum mótvegis teimum samkyndu eitt tekin um ein ótrúliga primitivan og avmarkaðan hugburð um seksualitet.
- Tað tykist mær sum um, at tá mann fokuserar so nógv uppá samkynd sum nakað skeivt, er tað eitt tekin um, at mann fokuserar ov nógv uppá sjálva seksualatferðina, og mann gloymir, at kærleikslívið inniber so nógv meira enn tað. Eg ivist ikki í, at tvey samkynd kunnu hava eitt ríkt kærleikslív fyri seg sjálvi, ríkari enn kanska onkur hinkynd kunnu, hóast tey samkyndu reint lívfrøðisliga ikki kunnu gerast foreldur saman, sigur Eyðun Joensen.
Kinsey rapportin
Eyðun Joensen vísir sum sálarfrøðingur á, at tølini hjá Miðflokkinum, sum vísa, hvussu nógv eru samkynd í londunum rundan um okkum, eru alt ov lág.
- Tað er rættiliga trupult at máta slíkt, tí fólk tora so illa at viðganga tað. Kinsey rapportin frá 40´unum vísir, at 4% av øllum mannligum amerikanskum borgarum í aldrinum 16-64 ár viðganga, at teir einans fáast við tað, sum verður kallað homoseksuellan praktik. Hendan kanning er gjørd í 40´unum. Í einari tíð, har fá mannfólk í mun til í dag vóru komin úr skápinum, umframt at ongar kvinnur eru við í kanningini. Við hesum í geyma ber til at ímynda sær, at um líknandi kanning var gjørd í dag, vóru tølini væl hægri, greiðir sálarfrøðingurin frá.
Vantandi vitan
Eyðun Joensen er harmur um, at tey samkyndu enn í dag hava ein trupulleika í Føroyum. Hann vísir á, at hann í lívslanga starvi sínum sum sálarfrøðingur, oftari enn so hevur havt við fólk at gera, sum eru flutt av landinum, tí at her ikki var nøkur onnur loysn. Tað var ikki liviligt fyri tey at vera í Føroyum.
- Hatta er rein landsforvísing. Tað skal vera rúm fyri øllum í Føroyum. Sum lítil minniluti eiga samkynd eisini at vera told í samfelagnum. Orðið, samfelag, merkir felagsskapur fyri øll. Men samkynd hava ein trupulleika, tí tey sleppa ikki upp í hendan felagsskap. Og tað er stórt spell, tá mann útflytir trupulleikan, heldur Eyðun Joensen.
Hann vísir á, at fyri 50 árum síðan sendu vit enn tey evnaveiku av landinum. Fyri 40 árum síðani sendu vit enn tey sálarsjúku av landinum. Nú er so tíbetur pláss fyri teimum aftur í Føroyum. Og tað hevur ríkað báðar partar. Men í dag eru tað tey samkyndu, sum vit senda av landinum. Og er tað nakað, sum tey evnaveiku og sálarsjúku hava lært okkum, er tað, at fordómar er vantandi vitan, fáfongd og ótti.