Lógin sigur Heðin og ikki Poul

Hevði Løgtingið havt broytt vallógina, so hægst loyvda tingmannatalið var 33, sum stýrisskipanarlógin letur upp fyri, og ikki 32, so hevði Sambandsflokkurin havt ein tingmann afturat, vísir Jóannes Hansen, viðmerkjari í SvF valkvøldið, á. Hann ivast ikki í, at seinni eykavaldi tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum er valdur í Norðstreymi og ikki Suðurstreymi

Jóannes Hansen
???????????????


Hvussu ber tað til, at Sambandsflokkurin við flestu atkvøðunum týsdagin fekk ein tingmann færri enn Tjóðveldisflokkurin, sum umframt Sambandsflokkin eisini hevði færri atkvøður enn Javnaðarflokkurin.
Spurningurin hevur ofta verið settur síðani valkvøldið, og tosað hevur verið um, at úrslitið vísir, at vallógin eigur at verða broytt. At tað verður tosað soleiðis er einki nýtt. Eitt nú eftir valið í 1990, tá ið Javnaðarflokkurin fekk tíggju tingmenn, kyknaði hetta tosið uppaftur. Vallógin varð kortini ikki broytt. Í kjalarvørrinum av 1998 valinum, tá ið Fólkaflokkurin fekk átta tingmenn og var seks atkvøður frá tí níggjunda, hóast hann hevði færri atkvøður enn Javnaðarflokkurin, sum fekk sjey tingmenn, var aftur tosað um at broyta vallógina, men einki varð broytt.
Sambært stýrisskipanarlógini er mest loyvda tingmannatalið 33. Tingið kundi samtykt broyting av vallógini, og so var hægsta møguliga talið av eykamonnum hækkað úr fimm og upp í seks. Um hetta hevði havt verið galdandi til valið hesa ferð, so hevði Sambandsflokkurin havt fingið ein eykamann og harvið havt átta tingmenn í staðin fyri sjey.
Valdømisvaldu
Tað, sum her skal takast fram, er, hvussu býtið av eykamonnunum verður roknað. Hvussu teir valdømisvaldu verða valdir, er rættuliga einfalt.
Fólkaflokkurin fekk fimm: tveir í Norðoyggjum, ein í Eysturoy, ein í Suðurstreymoy og ein í Vágum.
Sambandsflokkurin fekk sjey: tveir í Eysturoy, ein í Norðstreymi, tveir í Suðurstreymi, ein í Vágum og ein í Suðuroy.
Javnaðarflokkurin fekk sjey: ein í Norðoyggjum, ein í Eysturoy, tveir í Suðurstreymi, ein í Sandoy og tveir í Suðuroy.
Tjóðveldisflokkurin fekk átta: ein í Norðoyggjum, ein í Eysturoy, ein í Norðstreymi, tríggjar í Suðurstreymi, ein í Sandoy og ein í Suðuroy. Frammanundan var spenningur um, um tað fór at eydnast hjá Tjóðveldisflokkinum at varðveita mannin í Norðstreymi, Sandoy og Suðuroy, og um tað fór at eydnast at varðveita tríggjar í høvuðsstaðnum. Alt hetta koppaði rætta vegin fyri Tjóðveldisflokkin, sum harvið hevði tryggjað sær 8 av teimum 27 valdømisvaldu tingmonnunum.
Grundarlagið
Í grein 32 og 33 í vallógini verður lýst, hvussu tað verður funnið út av, um tað skulu vera eykavaldir tingmenn, hvussu nógvir skulu vera, hvussu teir skulu býtast millum flokkarnar, og í hvørjum valdømum teir skulu verða valdir.
Fyrst verður funnið fram til, hvør flokkur eigur bíligastu valdømisvaldu tingmenninar. Tað eigur Tjóðveldisflokkurin. 6.889/8= 861,1.
Miðalkostnaðurin fyri ein valdømisvaldan er atkvøðutalið/talinum á valdømisvaldum. Tað er 31.660/27= 1.172,6. Atkvøðutalið hjá øllum flokkunum verður síðani býtt við hesum talinum. Um brøkur er í úrslitunum, verða tey frá í erva av hækkað, inntil samlaða talið er 27. Tá verður úrslitið hetta: Fólkaflokkurin 5,56 (6), Sambandsflokkurin 6,4 (6), Javnaðarflokkurin 5,9 (6). Sjálvstýrisflokkurin 1,25 (1), Tjóðveldisflokkurin 5,87 (6), Miðflokkurin 1,38 (1) og Hin stuttligi flokkurin 0,63 (1). Soleiðis átti býtið at havt verið at teimum 27 valdømisvaldu, um tað var lutfalsliga rætt. Men soleiðis var tað ikki, og tí skulu eykamenn lutast út.
Hin stuttligi flokkurin hevur færri atkvøður (745) enn miðal kostnaðurin fyri ein valdømisvaldan (1.172,6). Hetta seinna talið er tinggáttin ella sperrumarkið. Tá ið Hin stuttligi ikki hevur so nógvar atkvøður, verður hann ikki við í býtinum av eykamonnum.
Tíggju hevði givið rætta lutfallið
Sum sagt so er útgangsstøðið av javna, soleiðis at tað verður rættari lutfall millum bíligastu umboðanina og tað, sum hinir hava. Tí sigur tað seg sjálvt, at Tjóðveldisflokkurin í hesum førinum ikki skal eiga lut í eykavaldu monnunum.
Næsta stigið í rokningini er at býta atkvøðutølini hjá hinum flokkunum, sum kunnu fáa eykamenn, við talinum, sum hvør tjóðveldismaðurin kostaði í miðal (861,1). Um brøkurin er hægri enn eitt hálvt, skal hann hækkast.
Tá verður úrslitið hetta: A: 7,58 (8), B: 8,71 (9), C: 8,04 (8), D: 1,70 (2) og H: 1,88 (2). Tá ið talið á valdømisvaldu tingmonnunum hjá einstøku flokkunum verður drigið frá hesum talinum, fáa vit talið á eykamonnum, sum einstøku flokkarnir áttu at havt fingið, um lutfallið skuldi havt verið tað rætta.
Fólkaflokkurin átti at havt 8?5 ella 3 eykavaldar, Sambandsflokkurin 9?7 ella 2 eykavaldar, Javnaðarflokkurin 8?7 ella ein eykavaldan, Sjálvstýrisflokkurin 2?0 ella 2 eykavaldar og Miðflokkurin 2?0 ella 2 eykavaldar.
Men hetta talið er ov høgt. Samlaða talið eigur at vera fimm og ikki tíggju. Tí er neyðugt at gera eina rokning afturat, áðrenn býtið av eykamonnum er greitt, og tað kann farast undir at luta teir út í valdømini.
Nú verður samlaða atkvøðutalið hjá flokkunum, sum kunnu fáa eykamenn, býtt við samlaða tingmannatalinum (valdømisvaldir og eykavaldir), sum hesir flokkarnir kunnu fáa. Atkvøðutalið er 24.026 (samlaða talið hjá øllum flokkunum minus tær hjá Tjóðveldisflokkinum og Hinum stuttliga flokkinum), og tingmannatalið er 24 (32 minus teir átta hjá Tjóðveldisflokkinum). 24.026/24=1.001.
Hetta síðsta talið verður síðani býtt við atkvøðutalinum hjá einstøku flokkunum. Úrsltið verður hetta (brøkir hægri enn eitt hálvt verða hækkaðir): Fólkaflokkurin 6,52 (7), Sambandsflokkurin 7,49 (7), Javnaðarflokkurin 6,91 (7), Sjálvstýrisflokkurin 1,459 (1), Miðflokkurin 1,62 (2). Harvið er talið á eykamonnum vorðið fimm.
Fólkaflokkurin fær tveir, Miðflokkurin tveir, og Sjálvstýrisflokkurin fær ein.
Flytir til Norðstreymoy
Tingmannatalið og býtið millum flokkarnar er júst tað, sum teldan vísti í Norðurlandahúsinum týskvøldið. Eg nevndi eina ferð, at talið tóktist at skula hava verið 31 og ikki 32, men tað var ikki rætt. Orsøkin til skeivu rokningina var, at atkvøðutalið hjá Hinum stuttliga flokkinum varð tikið við. Tað skuldi tað sjálvandi ikki havt verið.
Tá ið tað síðani kom til at luta hesar fimm eykamenninar út, roknaði teldan ikki rætt. Næsta stigið í rokningini er at finna fram til, hvussu stórur miðalkostnaðurin fyri hvønn tingmann (bæði valdømisvaldar og eykavaldar) er hjá hvørjum flokki. Í hesum sambandinum er rokningin bara áhugaverd hjá Fólkaflokkinum. Tað sigur seg sjálvt, at eykamaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum verður valdur í Eysturoy (bara tvær atkvøður fleiri enn Suðurstreymoy), og at menninir hjá Miðflokkinum verða valdir í Suðurstreymi og Eysturoy.
Miðalkostnaðurin fyri hvønn tingmann hjá Fólkaflokkinum er 932. Spurningurin er so, hvar tað eru flestar avlopsatkvøður. Í Norðoyggjum eru tveir fólkafloksmenn valdir. Samlaða atkvøðutalið er 1.432. Har eru ongar avlopsatkvøður. Í Eysturoy er ein fólkafloksmaður valdur. Atkvøðutalið er 1.217. Tað vil siga, at avlopsatkvøðurnar eru 285. Í Norðstreymi eru 531 fólkafloksatkvøður og einki valdømisvalt umboð. Í Suðurstreymi eru 2.038 fólkafloksatkvøður og ein valdømisvaldur. Tað vil siga, at avlopsatkvøðurnar eru 2.038?932=1.106. Í Vágum eru ongar avlopsatkvøður (fólkafloksmaðurin er valdur við 532 atkvøðum, sum er eitt lægri tal enn miðal kostnaðurin. Í Sandoy eru 259 avlopsatkvøður, og í Suðuroy eru tær 516.
Fyrsti eykavaldi maðurin hjá Fólkaflokkinum verður valdur í Suðurstreymi. Tí skulu 932 atkvøður afturat dragast frá 1.106. So eru 174 avlopsatkvøður eftir í Suðurstreymi.
Næsthægsta avlopstalið hjá Fólkaflokkinum er í Norðstreymi. Tí skal næsti eykamaðurin hjá Fólkaflokkinum veljast har. Um Fólkaflokkurin hevði átt ein triðja eykavalda tingmann, so hevði hann verið valdur í Suðuroy.
Eg havi her nýtt løgtingsvallógina sum grundarlag fyri útrokningini. Landsstýrið hevur altíð nýtt júst henda mátan at rokna eftir, og tí er eingin ivi um, at seinni eykavaldi tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum er valdur í Norðstreymi og ikki í Suðurstreymi.
Hví teldan týskvøldið segði, at báðir teir eykavaldu hjá Fólkaflokkinum vóru valdir í Suðurstreymi, er mær ikki greitt. Avlopsatkvøðurnar vóru sjáldsama nógvar hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymi. Um hann hevði havt fingið knappliga tjúgu atkvøður afturat, hevði tað verið nóg mikið at tikið triðja valdømisvalda tjóðveldismannin, og so hevði eisini annað verið øðrvísi í samlaða valúrslitinum. Teldan hevur ivaleyst roknað, at avlopstalið hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymi var meiri enn tvífalt talið í Norðstreymi, og at báðir harvið skuldu havt verið valdir í Suðurstreymi. Men vallógin er greið. Kostnaðurin fyri allar ? valdømisvaldar og eykavaldar ? er tann sami, og tí er Heðin Zachariasen og ikki Poul Michelsen eykavaldur tingmaður.