Flakavirkið í Hvalba
? Ætlanin er, at flakavirkið í Hvalba skal vera eitt trygt og støðugt arbeiðspláss.
Tað sigur Rógvi Reinert, stjóri á virkinum.
Tað var fyrst í november at Føroya Fiskasøla yvirtók virkið í Hvalba.
Og stjórin er tann fyrsti til at ásanna, at hendan fyrsta tíðin hjá virkinum hevur verið strævin.
?Men tað høvdu vit væntað og samanumtikið hevur hendan fyrsta tíðin verið, sum vit høvdu væntað.
Hann sigur, at tað er vanligt, at tað er lítið arbeiðið á flakavirkjunum hesa tíðina rundanum ársskiftið.
Harumframt er tað heldur ikki óvanligt, at eitt nýtt virkið eisini onkrar byrjunartrupulleikar, áðrenn tað kemur í gongd av álvara.
? Virkið hevur at kalla ligið stilt í nøkur ár, so hetta er næstan sum at byrja av nýggjum.Tó skal sigast, at nógv er gjørt við virkið, so at tað er í góðum standi.
? Harafturat vita vit, at sum heild er tað trupult hjá flakakvinnuni sum heild.
? Men tað skal vera meiri arbeiðið á virkinum enn tað er nú og tað arbeiða vit miðvíst fyri, sigur Rógvi Reinert.
Hann sigur, at tað ætlar Fiskasølan at gera við at leggja stóran dent á søluarbeiði og at gera framleiðsluarbeiðið fyri at skapa eitt meiri støðugt og trygt arbeiðspláss.
Mest feskar vørur
Rógvi Reinert sigur, at ætlanin er at brúka virkið til at virka fisk á.
?Talan verður um eina blandaða framleiðslu, men talan verður í høvuðsheitum um feskar vørur.
? Vit ætla at brúka virkið at skera fløk á og partvís eisini at skráskera fisk. Men so kann tað eisini væl vera, at vit fara enn longur, so at vit eisini fara at skera fløk í portiónir, fer tíðin at vísa.
Hann sigur, at tá ið virkið skal arbeiða feskt, er tað altíð ein fyrimunur eisini at kunna frysta og tað ber til á virkinum í Hvalba.
Men kortini leggur hann dent á, at viðhvørt lagar marknaðurin seg eisini soleiðis, at tað loysir seg best at flyta fiskin óvirkaðan av landinum, so tað mugu vit venja okkum við til tíðir.
? Men í høvuðsheitum er ætlanin at virka fisk og at flyta fesk fløk út.
Onkur hevur stúrt fyri, at flakavirkið ío Hvalba verður ikki annað enn ein umskipingarhavn, har fiskur verður fluttur og fluttur óvirkaður av landinum?
? Nei, tað ætla vit, sum sagt ikki. Endamálið hjá okkum er virka fisk á virkinum, so at tað verður eitt veruligt arbeiðspláss.
Hann vil kortini ikki siga, hvussu nógv tons, ætlanin er at taka ímóti á virkinum, men talan verður um nøkur túsund tons um árið.
Hann vil heldur ikki siga, hvussu nógv fólk, hann væntar, koma at arbeiða á virkinum.
? Men ætlanin er at hava so støðugt arbeiði sum gjørligt, sigur hann.
Kortini sigur stjórin, at tá ið eitt talan er um at flyta feskar vørur av landinum, hevur sambandið inn á meginlandið stóran týdning.
Men í løtuni er sambandið úr Føroyum ikki nóg gott.
Í løtuni er bara ein fráferð úr Føroyum og hon er hóskvøld.
? Tað hevði avgjørt verið ynskiligt, at bátur eisini sigldi úr Føroyum fyrrapartin í vikuni, eins og tað gjørdi fyrr.
Tað hevur verið nógv umrøtt, at tað er so trupult hjá fiskivinnuni í Suðuroy, tí flutningurin er so trupul, bæði ímillum Havnina og Suðuroynna og ímillum Suðuroynna og meginlandið í Evropa.
Men tað hevur so ikki fingið Fiskasøluna at bakka.
?Hetta er sjálvandi ein spurningur, vit hava umhugsað fleiri ferðir, men niðurstøðan er, at tað eigur at bera til, hóast flutningurin er ein trupulleiki.
? Vit gera hetta sjálvsagt, tí vit trúgva upp á tað.
Hann sigur, at nú flakavirkið í Hvalba rættiliga kemur ígongd aftur og alingin í Suðuroy vónandi fótar sær aftur, verður tað skjótt at úflutningurin úr Suðuroy verður eini 15.000-20.000 tons um árið og hann vónar, at tað fer at eggja onkrum flutningsfelagið til at leggja ferðaætlanina soleiðis til rættis, at hon gagnar suðuroyingum betri enn flutningurin ger í dag.