Gass kann gerast svarið á Atlantmóti

Nakað av gassi er funnið og møguleikar eru at gera enn fleiri gassfund á Atlantsmótinum. Heimsins fimtstørsta oljufelag, ChevronTexaco arbeiðir í løtuni við at kanna møguleikan at byggja út síni gassfelt og samtíðis vera við í leitingini eftir nýggjum. Bretski marknaðurin hungrar eftir gassi. Henda gongdin kann eisini fáa hepnar avleiðingar fyri leiting á føroyska landgrunninum.

Atlantsmót og leiting

Flestu føroyingar tykjast vónsviknir av oljuleitingini á landgrunninum higartil. Fýra brunnar eru boraðir, og enn er einki lønandi fund staðfest. Fýra brunnar skulu borast aftrat men ikki fyrr enn í fyrsta lagi í 2005. 2. útbjóðing er við at fara av bakkastokki, og hóast áhugin í fyrstu atløgu er avmarkaður, so eru kortini ljóspunkt, nú eitt av heimsins størstu oljufeløgum, ChevronTexaco vil innaftur á banan. Onnur helvtin av felagnum, Texaco var í síni tíð við at bjóða uppá teigar, men gjørdist ov stutt. Nú setir felagið av álvara fokus á alt Atlantsmótið og ætlar sær í summar at bora ein brunn og vera við í eini aðrari boring við markið eisini. Vit spurdu leitistjóran hjá ChevronTexaco, Dave Lewis, um føroyingar hava orsøk til at vera vónsviknir av leititilgongdini higartil?

Dave Lewis heldur ikki, at føroyingar skulu stúra so nógv. Teir skulu heldur hava tol. Meira enn 120 brunnar eru boraðir vestan fyri Hetland seinastu 30 árini, nøkur fund eru gjørd og roynt verður framvegis at finna út av, hvar oljan goymir seg. -Vit fara at halda fram við at kanna økið næstu árini og vóna, at vit vera hepnir at finna olju.

Hansara metan er, at tær fyrstu boringarnar í einum nýggjum øki hava til uppgávu at kanna, hvussu jarðfrøðin sær út. Leitað verður út frá ymsum "playmodellum". Olja er staðfest, og stóra uppgávan er tí at finna rætta staðið at leita. Og tað er júst hetta, sum tær mongu kanningarnar hjá oljufeløgunum snúgva seg um í løtuni.

Neyvan megafelt
Dave Lewis heldur sjálvur, at tey stóru megafeltini, sum vórðu so løtt at finna í Norðsjónum, neyvan verða so løtt at finna við Føroyar og vestan fyri Hetland. Oljufeløgini fara tí eftir fleiri minni feltum heldur enn eftir teimum heilt stóru keldunum. Vónin at gera tey heilt stóru fundini livir tó framvegis, soleingi tú ikki kennir økið nóg væl. Møguleiki eigur í hvussu er at vera fyri at finna keldur á stødd við Foinaven og Suilven.

Um so er at tað ikki verða gjørd heilt stór oljufund, so heldur Dave Lewis, at oljufeløgini onkursvegna mugu arbeiða saman báðumegin markið ella hava eina strategi, sum fevnir um meira enn bara eitt avmarkað leitiøki, og her eiga politisk mørk heldur ikki at vera nøkur forðing. Tað kann verða, at minni fund verða gjørd bæði í bretskum og føroyskum øki, og skal tú útvikla hesi við lønisemi fyri eygað, so er neyðugt við einum ella øðrum samstarvi. Sum skilst goymir eitt fund sum Suilven, ið liggur norðan fyri Foinaven og Schiehallion, einar 100 milliónir tunnur og verður tosað um eina møguliga útbygging. Og skal slík útbygging løna seg, má hon helst bindast uppí verandi infrastruktur eitt nú móttøkuna hjá verandi oljuskipum (FPSO).

ChevronTexaco, sum er fimtstørsta oljufelagið í heiminum í dag, sær alt Atlantsmótið, ið røkkur úr Noregi, víðari til Føroyar og Hetland og suður til Írlands sum eitt stórt samanhangandi øki við stórum møguleikum at goyma olju og gass. Tí fylgir felagið væl við bæði 2. rundu við Føroyar, 22. rundu í bretskum øki og 18. rundu á norska landgrunninum.

Áhugavert er at leggja til merkis, at teigarnir, sum verða bodnir út í umrøddu útbjóðingum, allir liggja úti á djúpum vatni og fyri stóran part rundan um miðlinjumarkið millum Føroyar og Bretland. Dave Lewis roknar sjálvur við, at fleiri av blokkunum í 22. rundu fara at liggja framvið miðlinjumarkinum.

Uppá fyrispurning um hann metir, ast tað eisini fara at verða mong onnur stór oljufeløg, sum fara at vísa 22. rundu í bretskum øki áhuga sigur hann, at tað er ilt at siga. Tað veldst m.a. um strategiska týdningin feløg leggja í at vera við í leitingini á Atlantsmótinum sum heild. Tað hevur so eisini nakað at gera við, hvørji forpliktilsi og blokkar feløgini longu hava fingið tillutað í gomlum útbjóðingum. Feløgini hava so eina boriætlan fyri hesi loyvini. M.a. hevur ChevronTexaco áhugaverdar teigar frá 21. útbjóðing. (Hesar umrøddu vit í grein í blaðnum 3. januar í ár, blaðm.)

Greiða ætlan
Nú fleiri av brunnunum, sum eru boraðir á Atlantsmótinum seinastu árini, hava verið turrir spurdu vit Dave Lewis, hvørjar vónir teir hava at gera fund!

-Vit hava eina ætlan umat bora so og so nógvar brunnar á Atlantsmótinum. Tú skiftir so ikki strategi og rýmur úr økinum fyri tað, at teir fyrstu brunnarnir eru turrir. Um tú følir, at her eru møguleikar, so verður tú verandi í økinum, til tú hevur kannað hesar møguleikar og tú skilur basengið fult út.

Tað eru fleiri baseng í heiminum, sum feløg hava slept, tí tey einki funnu, men har onnur feløg komu inn ístaðin og gjørdu stór fund. Hevur tú eitt arbeiðsprogramm uppá 3-4 ár, so roynir tú at halda teg til tað. Og tað ætlar ChevronTexaco sær leggur leitistjórin aftrat.

Hann vísir enn einaferð á, at teir hava stórar vónir um at finna olju og gass í økinum, tvs. báðumegin miðlinjuna men spurningurin er bara, um tað finst í lønandi nøgdum. Hóast vit leita eftir teimum stóru feltunum meinlík teimum í Norðsjónum, so kann tað vera, at vit skulu vera nøgdir við at finna "clusters" tvs. minni felt ella bólkar av feltum í einum øki, sum ikki einsamøll kunnu útbyggjast, men sum kunnu mennast og útbyggjast um sama mundið.

Gass
Leitistjórin hjá ChevronTexaco heldur, at tað er ikki bara oljan, sum er áhugaverd, tá hugsað verður um Atlantsmótið. Eisini gass hevur stóran áhuga og ikki minst týdning, nú bretski marknaðurin hungrar eftir gass til heimabrúk. Stórur partur av útbyggingumnum av gasskeldum í Norðsjónum og her ikki minst í norskum øki verða gjørdur nettup við útflutningi til Bretlands fyri eygað. Og verða fleiri gassfund gjørd á Atlantsmótinum og vestan og serliga norðan fyri Hetland, so kann gongd koma á eina útbygging. Fleiri smærri gassfund eru longu gjørd vestan og norðan fyri Hetland. Enn er man ikki farin at útbyggja tey. Hetta tí at neyðugt er at hava uppaftur fleiri fund og síðani ein infrastruktur tvs. leiðingar, sum kunnu føra gassið til lands. Dave Lewis heldur tað eisini vera áhugavert, um gass verður funnið í økinum. Tí bretski marknaðurin fer skjótt at flyta inn nógv gass og prísurin er eisini tann rætti. Í løtuni verður gassið flutt frá Foinaven og Schiehallion og seinni eisini frá Clair til lands. Við meira gassi verður tað størri kapping um flutningsrutur í økinum, og tað vil vera gott og sunt.

ChevronTexaco tosar ikki uttan royndir. Felagið hevur gjørt og verið við til at gera fleiri smærri gassfund vestan fyri Hetland, eitt nú Victory, Torridon og Laggan. Laggan, har Total er operatørur, er størsta gassfundið, sum er gjørt í hesum økinum. (Sí kortið) Uppá fyrispurning um nær teir fara undir at byggja hesi feltini út, sigur hann, at man í løtuni er við at hyggja nærri at hesum feltum og finna út av, hvussu man kann fáa gassið til lands. Dave Lewis heldur, at oljufeløg kunnu fara at hava áhuga í økjum fyri norðan og vestan fyri Hetland og nærhendis verandi gassfundum í eini 22. rundu eins væl og tey hava áhuga í oljublokkum. So henda útbjóðing, sum verður í næstum, kann fara at stimbra áhugan fyri leitingini og eftir tað menningina av gassfeltum.

Hann útilokar ikki, at eitt felag sum ChevronTexaco við sínum verandi gassfundum sum grundarlag eftir eina 22. rundu fer at útbyggja gassfelt á Atlantsmótinum og flyta gassið til bretska marknaðin. Tað er greitt, at verða eisini gassfelt bygd út og infrastrukturur verður mentur, so ger tað eisini eina leiting eftir olju og gassi við markið millum Føroyar og Hetland meira áhugaverda. Hugsandi er jú, at fund her kunnu bindast í infrastrukturin, sum tá longu er í økinum.

Clair
Her verður so eisini hugsað um týdningin sum menningin av tí risastóra Clairfeltinum kann fáa fyri alt økið. Fyrsti partur av útbyggingini av Clair fer longu undir framleiðslu í oktober í ár og seinni verður so farið undir annað og triðja stig av útbyggingini. Hesar útbygginginar gera so aftur krøv til flutning, so við teimum má roknast við, at man fer at fáa eina veruliga og munandi flutningsrutu, helst til Sullom Voe í Hetlandi í fyrsta umfari.

-Tað, sum tørver er á, er at finna meira gass og eina góða eksportrutu. Vit arbeiða við hesum í løtuni. Verður onkur so heppin at finna meiri gass í eini 22. rundu, so verða kanska nóg stórar goymslur til at byggja eina flutningsleið leggur Dave Lewis aftrat.

Tá vit tosa um leitingina við Føroyar og spyrja hann, um basaltið ikki er ein stór forðing sigur Dave Lewis, at tað er eingin trupulleiki at bora gjøgnum basalt. Men at síggja gjøgnum basaltið er høvuðstrupulleikin hjá teimum feløgunum, sum ætla sær at vera við í eini 2. rundu við Føroyar. Tað er hesin knúturin, sum seinkar ella steðgar nakað av leitingini í løtuni. Tí verður alt gjørt fyri at loysa hann.