Ringvegi í Havn. Hann var á veg niðan eftir Ringvegnum, tá ið hann yvirhálaði ein bil á leið við krossin við Hvítanesvegin. Ì sambandi við yvirhálingingina koyrdi hann langt út á sperrufeltið og tað gjørdi tað [...] hendi úti á Argjum, tá ið hann ikki helt treytaleysa víkiskyldu, men koyrdi út á høvuðsvegin uttan at ansa eftir, at ein bilur var fyri. Tá ið maðurin skuldi snara út á høvuðsvegin steðgaði hann við hávatennirnar [...] skyldu til at bíða við hávatenninar til hann var púra vísur í, at ongin vandi stóðst av at koyra út á høvuðsvegin. Skilaleys yvirháling Hin ákærin snúði seg um eina skilaleysa yvirháling á Eystara Ringvegi
FERÐSLA Ein hugnalig útferð út á molan í góðveðrinum í mai í 1990, endaði í sorgarleiki. Á veg heim frá hátíðarhaldi, sum var á molanum og í býnum í Havn í sambandi við, at 50 ár vóru liðin síðani krígslok [...] klappvogni og Árni gekk við síðuna av. Tá ið eg var komin hálva leið út á vegin, sá eg ein bil koma og eg skundaði mær yvirum. Tað gekk so skjótt fyri seg, at eg fekk ikki tíð at hála Árna við mær. Setti klappvognin [...] Landavegnum á veg heim út Undir Fjallið var ikki upprunaliga ætlað, men ein eldri starvsfelagi, sum Wanja møtti í Keypsamtøkuni, beyð teimum heim ein túr. Avtalað varð, at Wanja og børnini skuldu ganga út á Landavegin
róði út við Óla á Dalinum saman við pápa, segði mær, at hann plagdi at fara inn til Kjølbro við útróðrarboðum til pápa. Seinni búði pápi hjá Dáva í Gerðum um veturin. Veturin 1921/1922 gekk pápi á skiparaskúla [...] Høgnesen, sonur Jóan Magnus, sum var ein teirra, sum doyði við Ernestinu. Símun var eisini saman við soninum Jóan Magnus, kallaður Manni, við á minningarferðini til Íslands í 2000, sum greitt varð frá í [...] best Elduvíks Jógvan, pápa Jákup og Fischer Heinesen. Hann sat á endanum á næstinnasta beinki vinstrumegin og stillaði seg við ørmunum á kross, tá ið hann hevði orðið. Eg haldi, at hann hevði eina norska
skal gera henda handilin, og um teir halda, at kommunan skal rinda fimm milliónir fyri tey, er upp til teir fólkavaldu at gera av. Men tað eru politisku signalini, sum í sambandi við umrøðuna av hesum [...] í miðbýnum, benda politisku signalini ikki á, at tað eru korini fyri handli og tænastum í miðbýnum, sum tað verður hugsað um. Í staðin fyri at fokusera upp á, hvørjir møguleikarnir eru fyri at gera miðbýin [...] álvara av hesum tiltakinum, so mugu teir økja nógv um busstænastuna. Tað ber ikki til at rokna við, at fólk á veg til og úr miðbýnum skulu bíða í meiri enn tíggju minuttir. Tað er ivaleysa long bíðitíð.
var somuleiðis í mong ár á Bryggjubakka, í syðra enda á húsinum hjá Fiskimannafelagnum, har sum handilin Glæman nú er. Tann triði fjølmiðilin á leiðini var Útvarpið, sum húsaðist á Bryggjubakka í útivið fjórðings [...] Undirhúsið eitt hanagleiv burturi. Útsýnið á Vestaruvág lyftir sinnið upp á teimum, sum her starvast. Og stutt er hjá javnaðar- og øðrum tingmonnum at gera eitt rend oman á blaðið at fagna blaðstjórum og blaðfólkum [...] Minst líka góðar sum á Dimmalætting, sum annars fekk skilt prentsmiðjuna og blað- og bókaarbeiði væl hvørt frá øðrum, tá flutt var í tey stásiligu húsini á Smyrilsvegi. Munurin á umstøðunum hjá báðum bløðunum
okkum á tað, sum vit bera við okkum frá fortíðini. Vit fara okkum kanska ein túr í Fornminnissavnið við gamla Klaksvíksgarðin, vit hyggja at kappróðri, og vit gleðast um aðrar fastar siðvenjur á Norðoyastevnu: [...] spældi nøkur av sínum frálíku løgum, sum altíð seta dám á. Tá ið teir vóru um at verða liðnir við sítt spæl um miðnáttarleitið, komu skótarnir í Vákstún við kyndlum og stillaðu seg framman fyri stóra pallin [...] og vit kenna okkum sum børn og minnast gleðina við at leypa skalv ella leggja seg niður og gera einglar við ørmum og beinum. Nú ein dagin tosaði eg við eina aðra eldri konu. Vit tosaðu um gamlar dagar
Café” og “Syngið við” kvøldi í Bygdarhúsinum. Ímeðan sølustevnan er opin, syngja Systkini á Løgmansbø, Elsa í Garði og Jana Johannesen, Fríðbjørg Jensen og Ungdómskórið í Vágum. Á serliga tónleik [...] skipar fyri. Atgongumerki til “Tónleika Café” og “Syngið við” verða seld bæði í forsølu og við dyrnar leygarkvøldið. Dentur verður lagdur á at áhoyrararnir fáa eitt hugnaligt tónleikakvøld til ein sera [...] - ella kaffimunnur við fleiri sløgum av heimagjørdum køkum afturvið. Eisini verður møguleiki at keypa smyrjibreyð við føroyskum viðskera og annað leskiligt. Kamping Í samband við sølustevnuna í Miðvági
bæði á grúsvegi og á ósløttum undirlendi. Bilarnir koyrdu við upp til 60 km/t. Á grúsvegnum varð eitt stórt dustskýggj aftur úr bilunum, eins og á "ordiligum" bilum. Tað sum er so áhugavert við hesum [...] felagnum. Felagið hevur latið gjørt modellflogvøll við felagshúsið og sett eitt felagshús upp við Stórutjørn á Velbastaðhálsi. Um summarið eru venjingar við flogførum, bátum og bilum mikukvøld og um veturin [...] krónum og uppeftir. Í løtuni verður ein breyt gjørd uppi við Kleynisvarða, oman fyri Havnina, til hesar bilarnar. Teir, sum koyrdu við modellbilunum á Glyvursnesi hetta kvøldið, søgdu, at teir høvdu varhugan
6 bólkar við 4 ella 5 spælarum í hvørjum bólki. Øll ið møttu sluppu at spæla minst 6 dystir. Mortan Mørkerø tapti ongan dyst á vegnum til fyrsta Føroyameistaraheitið í FIFA08. Tó stóð nógv á í finaluni [...] sum var ímóti einum Høgna. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 2-2, men Mortan megnaði at fáa sigursmálið í longdu leiktíðini. Tað var handilin EL-IN í Klaksvík, sum skipaði fyri kappingini. Jógvan Skorheim [...] úr EL-IN heldur, at KÍ-Caféin er ótrúliga væl eydnað, sum pallur til FM í FIFA08, og er hann nøgdur við, at fólk úr øllum Føroyum meldaðu seg til fyrsta FM í FIFA08 nakrantíð.
gomlu Mortensenmenninar á Argjum. Men Mourentius við Stein hevði í 1949 í Dagblaðnum eina samrøðu við Daniel Paula Mortensen, kallaður Palli, son Mortan á Argjum, í samband við, at hann fylti 95 ár. Vit [...] dúgligir menn, teir á Trappuni. Eitt skipið var »Gardar«, Hans Petur í Garði á Eiði førdi tað, Petur Bertelsen úr Kaldbak var stýrimaður á tí.« »Hvat hildu tygum serliga seta dám á lívið og arbeiðið í [...] er óivað tann, ið stendur í sambandi við fiskivinnuna. T.d. var einki fiskiveiðuskip í Føroyum fyrst ið eg minnist. Men so komu tey fyrstu skipini so við og við. Vágsbotnur hevði »Lerkin«, sum var