Hóast fólk hava ymiskar meiningar um tað, at vaksnir menn "spæla" við modell-leikur, er tað ein sannroynd, at flest øllum dáma sera væl at síggja teir snotuliga modellbátarnar- og flúgvararnar, sum tá t.d. limirnir í Tórshavnar RC-felag hugna sær á Velbastaðhálsi ella t.d. til RC-framsýning á ólavsøku í Svimjihøllini í Gundadali.
Nú vísir tað seg, at áhugin fyri skjóttkoyrandi modellbilum eisini er vaksandi. Vit vóru á Glyvursnesi seinasta hóskvøld, tá nakrir havnarmenn góvu sínum bilum alt tað teir áttu, bæði á grúsvegi og á ósløttum undirlendi. Bilarnir koyrdu við upp til 60 km/t. Á grúsvegnum varð eitt stórt dustskýggj aftur úr bilunum, eins og á "ordiligum" bilum. Tað sum er so áhugavert við hesum bilunum, serliga "offroadarunum", er, at teir uttan stórvegis trupulleikar kunnu koyra í haganum ella har sum undirlendi er óslætt. Bilarnir eru fjarstýrdir og motorarnir eru drivnir av brennievni, ið er ein blanding av methanol, olju og nitrometane. Motorarnir ljóða sum "ordiligir" bilmotorar.
Áhugaði finna saman
Tórshavnar RC-felag varð upprunaliga stovnað 18. mai 1976. Í dag eru umleið 80 limir í felagnum. Felagið hevur latið gjørt modellflogvøll við felagshúsið og sett eitt felagshús upp við Stórutjørn á Velbastaðhálsi. Um summarið eru venjingar við flogførum, bátum og bilum mikukvøld og um veturin eru venjingar leygar- og sunnudag - um tað annars viðrar. Eisini er ein RC-handil í Havn, tað er "The grand old man" innan RC-virksemi í Føroyum, Birgir Simonsen, sum hevur RC-handilin í Sílagøtu 4, telefon 312782. Byrjunarprísurin fyri bil og fjarstýring er góðar 3.000 krónur fyri ein vanligan bil, man fær eisini dýrari bilar og fjarstýringar, tá er prísurin frá umleið 6.000 krónum og uppeftir. Í løtuni verður ein breyt gjørd uppi við Kleynisvarða, oman fyri Havnina, til hesar bilarnar. Teir, sum koyrdu við modellbilunum á Glyvursnesi hetta kvøldið, søgdu, at teir høvdu varhugan av, at tað eru nógv fólk, sum eiga fjarstýrdar modellbilar, men ikki øll vita av hvørjum øðrum. Tí kundu teir hugsað sær, at tey kundu funnið saman til at koyrt við modellbilum ymsastaðni í landinum. Tey sum eiga ella ætla at ogna sær modellbilar, kunnu til dømis seta seg í samband við René Hjaltalin á tel. 214163.