Kappingin í KÍ-caféini var skipað soleiðis, at tað vóru 6 bólkar við 4 ella 5 spælarum í hvørjum bólki. Øll ið møttu sluppu at spæla minst 6 dystir. Mortan Mørkerø tapti ongan dyst á vegnum til fyrsta Føroyameistaraheitið í FIFA08. Tó stóð nógv á í finaluni, sum var ímóti einum Høgna. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 2-2, men Mortan megnaði at fáa sigursmálið í longdu leiktíðini. Tað var handilin EL-IN í Klaksvík, sum skipaði fyri kappingini. Jógvan Skorheim úr EL-IN heldur, at KÍ-Caféin er ótrúliga væl eydnað, sum pallur til FM í FIFA08, og er hann nøgdur við, at fólk úr øllum Føroyum meldaðu seg til fyrsta FM í FIFA08 nakrantíð.