Í allar fagrasta veðri spældi eitt væl upplagt Klaksvíkar hornorkestur frálíkan horntónleik – og sum nakað nýtt spældi Mikkjal Hvannastein, guitarsnillingurin upp á guitar, meðan hornorkestrið spældi undir.
Síðani kom Morgunkórið við Sigrid Sivertsen og sungu tey nakarar sangir, har lagt varð upp til at áhoyrarin eisini sang við.
Eftir tað kom kyndlagonga við skótum í Vágstún, og síðani helt Eyðfinn Reyðberg, stjóri miðnáttarrøðuna.
Eyðfinn hugleiddi um einar Føroyar, har hvørki Tjóðveldi ella Sambandsflokkurin vóru neyðugir. Eisini um tann vakar bý og tað fantastiska land, vit vóru sloppin at búgva í. Hann var hugtikin av vinnulívsmanninum, J. F. Kjølbro, hvørs handilsskapur enn verður nýttur sum nakað serskilt. Hvussu Kjølbro hevði verið við til at útbyggja býin við m.ø havnaløgum. At enda ynskti hann býnum góða eydnu og framburð og eitt gott summar til øll.
Aftaná var stórt fýrverkarí og síðani felagssangur, har morgunkórið hjá Sigrid Sivertsen luttók saman við Harmonkispælarum.









