Missur koyrikortið fyri vandamikla koyring

Tvær ferðir upp á stutta tíð vísti ein ungur maður stórt fyrilitarloysi og so groft óansni, at hann nú hann missur koyrikortið

Hastverk er lastverk.

Tað mátti ein ungur bilførari ásanna í Føroya Rætti í gjár.

Hann varð ákærdur fyri í tveimum førum at hava skúgvað ferðslutrygdina til viks og enntá at hava víst stórt fyrilitarloysi og groft óansni.

Tilsamans metti dómarin hetta verða so álvarsligt, at hann tók koyrikortið frá manninum í eitt hálvt ár og gav honum harafturat 3000 krónur í bót.

Og hetta var akkurát tann revsingin, sum ákærin hevði kravt.

Onnur ákæran var torfør hjá manninum at nokta seg sekan í, tí har hendi ein samanstoytur, sum hann ikki fekk tosa seg frá.

Tað hendi úti á Argjum, tá ið hann ikki helt treytaleysa víkiskyldu, men koyrdi út á høvuðsvegin uttan at ansa eftir, at ein bilur var fyri.

Tá ið maðurin skuldi snara út á høvuðsvegin steðgaði hann við hávatennirnar og læt nakrar bilar bilar fara framvið.

Men so kom ein bussur og tá ið hann var farin framvið, koyrdi hann út á høvuðsvegin, uttan at ansa eftir, at ein persónbilur kom beint aftan á bussinum.

Bilurin, sum kom eftir høvuðsvegnum, varð raktur aftaliga í høgru síðu og stoyturin var so harður, at hann snaraði 180 stig á vegnum og vendi sostatt øvugtan veg, tá ið hann steðgaði.

Tann ákærdi royndi eftir besta førimuni at greiða rættinum frá um blindar vinklar og at bussurin hevði tikið útsýnið frá honum, tí ansaði hann ikki eftir bilinum ið kom beint aftaná bussin. Men hetta fekk ikki dómaran at blotna, tí hann staðfesti, at bilførarin hevði rætt og slætt skyldu til at bíða við hávatenninar til hann var púra vísur í, at ongin vandi stóðst av at koyra út á høvuðsvegin.


Skilaleys yvirháling

Hin ákærin snúði seg um eina skilaleysa yvirháling á Eystara Ringvegi í Havn.

Hann var á veg niðan eftir Ringvegnum, tá ið hann yvirhálaði ein bil á leið við krossin við Hvítanesvegin.

Ì sambandi við yvirhálingingina koyrdi hann langt út á sperrufeltið og tað gjørdi tað ikki frægari, at ein fótgangarateigur var beint við.

Ein bilur kom ímóti honum omaneftir Ringvegnum og tá ið tað so vísti seg, at talan var um ein sivilan politibil á patrulju, fall hamarin.

Politisturin greiddi frá, at hann hevði verið noyddur at bremsa hart fyri at sleppa undan samanstoytinum, tá ið tann ákærdi yvirhálaði.

- Hevði eg ikki verið óvanliga eftiransin og varin, hevði tað brostið, greiddi politisturin frá í rættinum.

Politisturin metti eisini, at ferðin hevði verið væl yvir teir loyvdu 50 kilometrarnar um tíman, tá ið hann yvirhálaði.

Sjálvur helt tann ákærdi ikki, at vandi var á ferð, men tað vóru hvørki ákærarin ella dómarin samdir í.

Hann varð sostatt dømdur fyri skilaleysa yvirháling.

Tann ákærdi hevði onga forkláring upp á, hví tað so avgjørt var neyðugt at yvirhála, uttan tað, at hann skuldi skunda sær í ein handil at keypa - men hetta var mitt á degi og tað vóru fleiri tímar til handilin lukkaði.

Bæði ákærin og dómarin vóru samdir í, at talan var um eina skilaleysa yvirháling, har bilførarin hevði sett ferðslutrygdina í vanda við stórum fyrilitarloysi.

Tann ákærdi fer nú at taka støðu til um dómurin skal skjótast inn fyri landsrættin.