Miðvágs Bóltfelag skipar fyri sølustevnu

Í døgunum 28. og 29. apr­íl skipar Miðvágs Bólt­felag fyri sølustevnu í Bygdaskúlanum í Mið­vági. Á sølustevnuni fara handlar og fyri­tøk­ur ymsastaðni frá í land­i­num, at bjóða sínar vørur fram. Har verður mangt og hvat at finna. Klæðir til bæði børn og vaksin, skógvar, hárfríðkan, ym­iskt til bæði innan – og uttandura ítriv, el lut­ir, bilar og súkklur av ymiskum slagi. Flestu luttakarar vísa sín­ar vørur fram inni í skúl­a­num, meðan bilar, 4- og sekshjólstektar mot­or­súkklur, telt og onnur kamp­ing­út­gerð verður sýnd fram á økinum uttan fyri skúlan.

Sølustevna
Tíðindaskriv

Høvið verður at keypa sær eitthvørt lætt til matna ella at vinna sær okk­urt í mat tombola. Eis­ini skuldi hetta verið eitt frálíkt høvið hjá bæði teim­um stóru og smáu at stuttleika sær. M.a. verð­ur mótashow, Line Dance framførsla, og Trøll­a­pætur & Omman og Nósi koma eisini á vitj­an.
Sunnudagin er har­um­framt ókeypis at koyra gjøgn­um Vágatunnilin, so ein túrur vestur í Vág­ar hetta vikuskiftið skuldi ligið væl fyri.

Tónleikaundirhald
Tónleikaundirhald verð­ur báðar dagarnar og leyg­arkvøldið verður skip­að fyri serligari “Tón­leika Café” og “Syng­ið við” kvøldi í Bygd­ar­húsinum.
Ímeðan sølustevnan er opin, syngja Systkini á Løgmansbø, Elsa í Garði og Jana Johannesen, Fríð­bjørg Jensen og Ungdómskórið í Vág­um.
Á serliga tón­leik­a­til­taki­num leygarkvøldið kl.20.30 luttaka Han­us G. Johansen, Sám­al Ravnsfjall, Petur Páls­son og Knút Há­berg Eysturstein. Har­mon­i­k­u­lið­ið Knarkar fer at spæla und­ir sanginum, sum Jens Eli Elleffsen skipar fyri. Atgongumerki til “Tónleika Café” og “Syng­ið við” verða seld bæði í forsølu og við dyrn­ar leygarkvøldið. Dent­ur verður lagdur á at áhoyrararnir fáa eitt hugnaligt tónleikakvøld til ein sera sámuligan prís. Írokn­að atgongumerki er, umframt tón­leika­und­ir­hald og skemt, ein the - ella kaffimunnur við fleiri sløgum av heim­a­gjørdum køkum afturvið. Eisini verður møguleiki at keypa smyrjibreyð við føroyskum viðskera og annað leskiligt.

Kamping
Í samband við søl­u­stevn­una í Miðvági er barnavinarliga øk­ið við síðuna av fót­bólts­vøll­inum sett av til kampingvognar. Her kunnu kamp­ing­vog­n­eig­ar­ar, sum framm­an­­und­an hava boð­að frá, nýta høvið at seta kamp­ing­vogn sín á økið og halda vikuskiftisfrí í hugnaliga umhvørvinum, har stutt­ur vegur er til mong góð tiltøk, innkeyp, spæl­i­pláss, skate-board bana, fótbóltsvøll, sand, fjøru og viðarlund. Mong søgulig støð eru verd at vitja í Miðvági, og kann ein túrur til m. a. Kálvalíðhúsini, har Beinta búði ella til Hýsisá, har Mikkjal á Ryggi høgdi ørindi í klett­in, verða sera á­hug­a­verd­ur fyri bæði børn og vaksin.
Við einari sera fjøl­broytt­ari skrá til bæði vaks­in og børn bjóðar Mið­vágs Bóltfelag øll­um til sølustevnu 28. og 29. apríl.

Luttakarar

Klædnahandlar:
Hali Lingeri í Klaksvík, Vestmóti í Vestmanna, Klædnahandilin í Skálavík og La Femme í Saltangará, Barn­a­handilin Snák í Tórs­havn, Hjá Randi í Mið­vági (skógvar).

Frítíð & ítriv:
Marjun Heimá (seym­i­mask­inur o.a.)
Hjá Ják­up (telt o.a.)
Stubb­in í Vestmanna (camp­ing­út­gerð),
Súkkluhandilin í Kollafirði.

El-útgerð:
El – Tænastan.

Hárfríðkan:
Hárvist við Karin Jo­hann­e­sen.

Akfør:
Ivan Johansen Bilar
Reyni Service
Sp/f Mykines.