Vit samkyndu heita í yvirlýsingini bert á løgtingslimirnar um at bera so í bandi við lógarsmíði, at til ber hjá okkum at fara niðan til fútan í Havn og biðja hann skráseta ein mann í parlag við mann, so [...] kirkjufólk fara til altars, tað veit eg ikki, hvør ætlar at forða okkum tá (?) Eg eri limur í fólkakirkjuni og spyrji um eg skal blakast út úr henni, tí at eg eri samkyndur?
at nakrir menn av einum russiskum trolara royndu at smugla nakrar sekkir við sigarettum mikunáttina. Tveir menn hjá einum vaktarfelagi sóu, at teir fremmandu fiskimenninir vóru í ferð við at fjala nakrar [...] umborð á tann russiska trolaran, og har funnu teir 15.840 sigarettir afturat. Løgreglan í Tromsø sigur, at tað eru fleiri ár, síðani myndugleikarnir í býnum hava avdúkað so umfatandi smugling sum hesaferð.
vistu tá, at felagsskapurin al-Qaeda var uppi í atsóknunum at World Trade Center og Pentagon, men tænasturnar kundu ikki siga við vissu, at Irak hevði nakað samband við tað, sum var hent. Men tað ørkymlaði [...] avdúka, at Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri gav boð um álop á Irak nakrar fáar tímar aftan á yvirgangsatsóknirnar í New York og Washington tann 11. september í fjør. Amerikansku trygdartænasturnar vistu [...] ørkymlaði ikki Rumsfeld. Sambært CBS gav hann monnum sínum boð um at fyrireika eitt álop á Irak sum hevnd fyri atsóknirnar í New York og Washington.
Orsøkin var, at ein maður var vorðin frá sær sjálvum umborð á flogfarinum og kravdi at sleppa inn til flogskipararnar. Flogskipararnir hildu seg ikki hava annað í at velja enn at neyðlenda í Bruxelles [...] illa mannin. Franska flogfelagið Air France átti flogfarið. Ein talsmaður hjá felagnum segði í gjár, at fleiri av ferðafólkunum vóru bangin, tí tey hugsaðu um tað, sum hendi í USA fyri skjótt einum ári síðani
Nú er tann stundin komin til handa, har Miðflokkurin fær at vita, hvar skápið skal standa. Tað letur seg ikki gera í ár 2002 at føra svartasta fundamentalistiskan kristnan afturhaldspolitikk. So um Mi [...] Miðflokkurin ikki vil føra realpolitkk, ja so er eitt at gera ? slít samgonguna. Eg vil heldur liva undir svartasta sambandi heldur enn at liva kúgaður undir kristnum fundamentalistum. Svartasta sambandinum [...] sterka sjálvstýris samgongu ? MEN móti kristnu fundamentalistunum, hava vit ikki ein livandi møguleika at fóta okkum aftur!
halda, at ráðharrin hevur gjørt eitt gott arbeiði. Sjálvur er Svein Ludvigsen væl nøgdur við úrslitið av kanningini. Hann sigur, at tá hugsað verður um, hvussu nógv fjølmiðlarnir hava funnist at sær, kann [...] kann hann ikki vera annað enn nøgdur við, at fjórði hvør norðurnorðmaður framvegis styðjar hann. Eitt annað, sum frøir ráðharran er, at sambært somu kanningini eru nógv av teimum ungu væl nøgd við tað,
undir at hava havt tilknýti til kekensku uppreistrarmenninar, sum tóku meiri enn 800 fólk gíslar í Dubrovka-leikhúsinum. Bretska útvarpið BBC visti í gjár at siga, at umleið 30 fólk eru tikin, og at bæðo [...] bæðo politiskir ráðgevar og trygdarmenn eru millum tey tiknu. Longu mánadagin ljóðaði, at myndugleikarnir høvdu tikið ein løgreglumann, sum varð settur í samband við gíslarænararnar. Í gjár doyðu tveir gíslar
samtyktini, tí eftir teirra tykki ber ikki til at veita vissu fyri, at eftirlitsmenninir fáa atgongd til fongslini. USA kom við einum broytingaruppskoti, sum segði, at tey londini, sum tóku undir við samtyktini [...] stórum meiriluta staðfest eina samtykt ímóti píning. Endamálið er at bøta um fongsulsviðurskiftini í øllum londum. Í samtyktini stendur m. a., at altjóða fongsulseftirlitsmenn skulu fáa atgongd til fongslini
framtíðini. Sostatt kann staðfestast, at fyrrverandi tøknileiðarin í Sjónvarpi Føroya, Dávur Isfeldt, hevur tikið avleiðingarnar fyri, at føroyingar ikki sluppu at síggja meira enn helmingin av dystinum [...] biðið um at verða loystur úr sínum verandi starvi, sum tøknileiðari, sigur Mikkjal Helmsdal, stjóri í Sjónvarpi Føroya. Hann vil ikki inn á nakrar smálutir hesum viðvíkjandi, men sigur tó, at Dávur Isfeldt
hevur hann ístaðin spælt fyri ÍF Føroyar. Tað er tí lítið at ivast í, at venjingarstøðan er góð, og tí man tað kennast kærklomið á Toftum, at John Heri kemur inn aftur, nú hann í tíðarskeiðinum, mai til [...] fór úr B68, var John Heri Dam. Hann boðaði í fjør frá, at leiðin nú gekk til Danmarkar í útbúgvingarørindum. Í Danmark royndi hann eitt skifti at vinna sær pláss á liðnum hjá Hvidovre, men seinastu tíðina