30 tikin í Moskva

Russisku myndugleikarnir hava seinastu dagarnar tikið fleiri fólk,

Russisku myndugleikarnir hava seinastu dagarnar tikið fleiri fólk, sum verða løgd undir at hava havt tilknýti til kekensku uppreistrarmenninar, sum tóku meiri enn 800 fólk gíslar í Dubrovka-leikhúsinum.
Bretska útvarpið BBC visti í gjár at siga, at umleið 30 fólk eru tikin, og at bæðo politiskir ráðgevar og trygdarmenn eru millum tey tiknu. Longu mánadagin ljóðaði, at myndugleikarnir høvdu tikið ein løgreglumann, sum varð settur í samband við gíslarænararnar.
Í gjár doyðu tveir gíslar afturat á einum sjúkrahúsi í Moskva. Sambært myndugleikunum eru 117 gíslar nú deyðir.