eru misnøgd við Svein Ludvigsen, fiskimálaráðharra og tað, sum hann hevur fingið av skafti, síðani hann gjørdist ráðharri. 26 prosent av teimum spurdu halda, at ráðharrin hevur gjørt eitt gott arbeiði.
Sjálvur er Svein Ludvigsen væl nøgdur við úrslitið av kanningini. Hann sigur, at tá hugsað verður um, hvussu nógv fjølmiðlarnir hava funnist at sær, kann hann ikki vera annað enn nøgdur við, at fjórði hvør norðurnorðmaður framvegis styðjar hann.
Eitt annað, sum frøir ráðharran er, at sambært somu kanningini eru nógv av teimum ungu væl nøgd við tað, sum hann hevur sagt og gjørt.