at nakrir menn av einum russiskum trolara royndu at smugla nakrar sekkir við sigarettum mikunáttina.
Tveir menn hjá einum vaktarfelagi sóu, at teir fremmandu fiskimenninir vóru í ferð við at fjala nakrar sekkir á havnarlagnum. Teir boðaðu løgregluni frá, men tá løgreglan kom á bryggjuna, vóru fiskimenninir horvnir. Harafturímóti fann løgreglan sekkirnar, og í teimum vóru 43.600 sigarettir. Samstundis fóru tollarar umborð á tann russiska trolaran, og har funnu teir 15.840 sigarettir afturat.
Løgreglan í Tromsø sigur, at tað eru fleiri ár, síðani myndugleikarnir í býnum hava avdúkað so umfatandi smugling sum hesaferð.









