Løgreglan herjaði

Belgiska løgreglan herjaði mánakvøldið á eitt flogfar, sum var á veg úr Paris til Oslo.

Orsøkin var, at ein maður var vorðin frá sær sjálvum umborð á flogfarinum og kravdi at sleppa inn til flogskipararnar.
Flogskipararnir hildu seg ikki hava annað í at velja enn at neyðlenda í Bruxelles. Frammanundan hevði belgiska løgreglan fingið boð um, hvussu vorðið var, og alvápnaðir yvirgangsløgreglumenn stóðu til reiðar og tóku stutt eftir tann illa mannin.
Franska flogfelagið Air France átti flogfarið. Ein talsmaður hjá felagnum segði í gjár, at fleiri av ferðafólkunum vóru bangin, tí tey hugsaðu um tað, sum hendi í USA fyri skjótt einum ári síðani.