USA tapti atkvøðugreiðslu

Mannarættindanevndin hjá ST

hevur við stórum meiriluta staðfest eina samtykt ímóti píning. Endamálið er at bøta um fongsulsviðurskiftini í øllum londum.
Í samtyktini stendur m. a., at altjóða fongsulseftirlitsmenn skulu fáa atgongd til fongslini í øllum londum, so teir kunnu kanna, um samtyktin ímóti píning verður hildin.
USA var ímóti samtyktini, tí eftir teirra tykki ber ikki til at veita vissu fyri, at eftirlitsmenninir fáa atgongd til fongslini. USA kom við einum broytingaruppskoti, sum segði, at tey londini, sum tóku undir við samtyktini, skulu gjalda tað, sum hon kostar, men uppskotið fall.