? Tøknileiðarin á Sjónvarpi Føroya hevur tikið avleiðingarnar av ábyrgdini av sínum starvi og hevur biðið um at verða loystur úr sínum verandi starvi, sum tøknileiðari, sigur Mikkjal Helmsdal, stjóri í Sjónvarpi Føroya.
Hann vil ikki inn á nakrar smálutir hesum viðvíkjandi, men sigur tó, at Dávur Isfeldt fær tillutaðar aðrar uppgávur á stovninum í framtíðini.
Sostatt kann staðfestast, at fyrrverandi tøknileiðarin í Sjónvarpi Føroya, Dávur Isfeldt, hevur tikið avleiðingarnar fyri, at føroyingar ikki sluppu at síggja meira enn helmingin av dystinum millum Skotland og Føroyar leygardagin og sagt seg úr starvinum.










