fótbóltur
Ein av leikarunum, sum í fjør fór úr B68, var John Heri Dam. Hann boðaði í fjør frá, at leiðin nú gekk til Danmarkar í útbúgvingarørindum.
Í Danmark royndi hann eitt skifti at vinna sær pláss á liðnum hjá Hvidovre, men seinastu tíðina hevur hann ístaðin spælt fyri ÍF Føroyar. Tað er tí lítið at ivast í, at venjingarstøðan er góð, og tí man tað kennast kærklomið á Toftum, at John Heri kemur inn aftur, nú hann í tíðarskeiðinum, mai til august verður staddur í Føroyum.