Karsten Arnskov á Tøknideildini í Kringvarpinum sigur, at tey enn ikki vita við vissu, hvussu tjóvarnir hava borið seg at. - Tað er tó líkt til, at hesir eru komnir inn gjøgnum eina hurð, sum er á takinum [...] víðari, at stuldurin meira enn nakað er irriterandi. - Sum so vóru tað mest smálutir, sum vórðu stolnir. Og tíbetur hava vit avrit av øllum tí, sum var á telduni. Men eitt nú skulu vit nú til at savna [...] sendingar eru burtur. Tí vil eg siga, at talan ikki er um nakra vanlukku fyri okkara viðkomandi. Men tað er næstan meiningsleyst, tá vit nú aftur skulu nýta orku til at uppbyggja eitt arkiv, sum vit longu
Stjørnuni eru at síggja. Enn eru dagføringarnar ikki so nógvar og nýggjar, men sum skilst, so verður arbeitt við at eisini hesin parturin skal gerast meira støðugur. Og verður hann tað, so er einki at ivast í [...] Tað er at kalla ein sjálvsøgd uppgáva hjá einum ítróttarfelag í fremstu røð, at hetta eisini hevur sína egnu heimasíðu. Slíka hevur KÍ eisini havt í fleiri ár, og sum so mundi felagið eisini vera millum [...] tó verið so sum so við dagføringunum á síðuni. Einamest, tí orkan fyri tað nógva hevur verið løgd í at gera nýggja heimasíðu. Dagfestingin fyri, nær nýggja síðan skuldi koma á netið, hevur fleiri ferðir
venjaraskiftið tykist pílurin hjá bæði liði og áskoðarum at hava peiggjað rætta vegin. Sunnudagin er tað VB, sum er mótstøðuliðið, og einki er at ivast í, at HB ætlar sær øll stigini hesaferð. Stig, sum eisini [...] í gulldystinum. Hjá HB er Hallur Danielsen leikbannaður, eftir at hann seinast fekk fimta gula kortið á kontina. Hinvegin røkist fyri, at Hans á Lag nú aftur er tøkur eftir skaða, og tað sama verður sagt [...] sagt um Tór-Ingar Akselsen. Hjá VB er stóri trupulleikin, at Milan Kulic ikki er tøkur. Hann varð snøgt sagt niðursligin á opnari gøtu í Reykjavík, tá VB seinasta vikuskifti vitjaði vinarfelagið, Reynir
londum fara at taka lut. Sagt verður annars frá fyrireikarunum, at luttøkan í FM-kappingini kostar 100 kr., og fer tilmelding fram á teldupost-adressuni, settlers@kallnet.fo. Lagt verður afturat, at luttakarar [...] sagt, at tað enn eru fleiri pláss tøk til kappingina, sum í ár veruðr stuðlað av Atlantic Airways og Thomas Dam á Hálsi. Tiltakið fer fram í Bridge-húsinum, og frá fyrireikarunum verður sagt, at spælt [...] við altjóða reglum. Tað vil altso siga, at tað er standard-útgávan av spælinum og standard-reglur, sum verða nýttar. Og tað er ikki hissini vinningur, sum til ber at ogna sær. 14-16 oktober verður nevnliga
fittar bøkur, ið eru prentaðar á hart papp. Lítla Lávusi dámar væl at vaska sær og gummidunnuni. Nógv er eisini at gera, áðrenn hann sleppur at sova. Marna Jacobsen týddi úr svenskum. Bøkurnar eru 12 bls. hvør [...] umtóktu Pettson og Findus. Nú er vár, og Pettson heldur, at tíðin er komin at seta eplir niður, men Findus vil heldur seta frikadellur niður. So er bara at vatna og bíða, men so verður rok, tí onkur vil oyðileggja [...] Bemblu, tá ið øll familjan kemur í føðingardag. Hetta verður dagur, sum mamman og pápin seint fara at gloyma. Eyðna Magnussen týddi úr svenskum. Bókin er 28 bls. og er væl egnað hjá teimum 3-6 ára gomlu
Heimarøktin og Serforsorgin frá í tíðindaskrivi til miðlarnar mikudagin. Sagt verður, at umskipanir innan eldraøkið hava við sær, at tað næsta ár verða 12 fulltíðarstørv færri innan Heimarøktina. Hetta svara til [...] tó ikki so, at eldraøkið verður skert. Komandi hálva árið lata trý nýggj røktarheim upp. Hesi eru á Streymnesi, í Runavík og í Havn, og íalt geva hesi 72 nýggj røktarheimspláss, sum fara at krevja á leið [...] na úti í heimunum at minka nakað. Av hesi orsøk er í fíggjarlógaruppskotinum 2006 framd ein umskipan av játtanini innan eldraøkið frá Heimarøktini til røktarheimsøkið. Hetta kemur at viðføra broytingar
síðani tá, so er einki at ivast í, at føroysku áskoðararnir hava havt nógvar góðar løtur saman við Henrik. Ikki minst, tá hann í fyrsta undankappingardysti sínum var nær við at koppa Berti Vogts, tá Føroyar [...] tó at tey enn ikki høvdu gjørt av hvat skal henda, so tykist greitt, at ein gáva skal latast. Enn hevði áskoðarafelagið ikki sett seg í samband við Fótbóltssambandið, men vónin er í øllum førum, at tað [...] tað skal bera til at gera hetta undir dystinum mikukvøldið. Antin undan dystinum, ella í hálvleikssteðginum.
fýra árum síðani, vildi andstøðan vera við, at teir vunnu orsakað av misnøgd aftan á tær ógvusligu spreingingarnar í Madrid. -Sponsku veljararnir hava víst, at teir lata seg ikki kúga av hóttanum frá ETA [...] vorðið greitt, at hann og flokkur hansara høvdu vunnið valið í gjár. Flokkurin hjá Zapatero, PSOE, fekk 169 tinglimir. Tað eru fimm fleiri enn á seinasta vali, men kortini ikki nóg mikið til at fáa meiriluta [...] Sosialistarnir skulu tí hava stuðul frá minst einum flokki til at halda fram í stjórnini. Eins og í undanfarna valskeiði fer flokkurin at royna samstarv við teir smáu flokkarnar á vinstravonginum, men
nýggjasta er, at enska stórfelagið, Chelsea, er áhugað í at seta Laudrup sum venjara eftir hetta kappingarárið. Tað er blaðið, Mail on Sunday, ið sambært danska Ekstrablaðnum, ber tíðindi um, at Chelsea hevur [...] Tað ljóðar, at enska stórfelagið Chelsea er áhugað í at seta Michael Laudrup sum venjara næsta kappingarár Sum galdandi fyri so nógvar aðrar fyrrverandi og núverandi stjørnur, so ganga altíð nógvar søgur [...] gini, Carling Cup. Tað ljóðar, at um núverandi venjarin í Chelsea, Avram Grant, onki steyp skaffar London-felagnum í ár, helst verður koyrdur. Mail on Sunday vísir á, at Michael Laudrup ígjøgnum Frank
málini um at landa lodnu til matna, tryggingarlóggávu í Føroyum, samstarv á heilsuøkinum so sum sjúklingaviðgerð og sínámillum handil við apotekaravørum. Harumframt tosaðu ráðharrarnir um at menna nýggjar [...] nýggjar tættir í samstarvinum, har serligur dentur varð lagdur á, at samstarvið innan útbúgving og gransking eigur at vera millum fremstu samstørvini frameftir. Eisini umrøddu ráðharrarnir felags diplomatisk [...] royndirnar hjá sendistovunum báðum í Tórshavn og Reykjavík. At enda tosaðu ráðharrarnir um upplýsingar viðvíkjandi flogførum, ið eru undir illgruna at hava flutt fangar ígjøgnum føroyskt og íslendskt loftrúm