Innbrot
Allar ráupptøkur og tær báðar liðugt kliptu sendingarnar vóru nevnliga á telduni, sum um jólini varð stolin úr Sjónvarpinum.
Karsten Arnskov á Tøknideildini í Kringvarpinum sigur, at tey enn ikki vita við vissu, hvussu tjóvarnir hava borið seg at.
- Tað er tó líkt til, at hesir eru komnir inn gjøgnum eina hurð, sum er á takinum í Sjónvarpsbygninginum. Har hava tey so helst fingið hurðina av, áðrenn farið er inn eftir lutunum, sum tiknir eru.
Karsten sigur víðari, at stuldurin meira enn nakað er irriterandi.
- Sum so vóru tað mest smálutir, sum vórðu stolnir. Og tíbetur hava vit avrit av øllum tí, sum var á telduni. Men eitt nú skulu vit nú til at savna ljóðarkivið aftur, eins og tað sjálvandi er spell, tá ráupptøkurnar til sendingar eru burtur. Tí vil eg siga, at talan ikki er um nakra vanlukku fyri okkara viðkomandi. Men tað er næstan meiningsleyst, tá vit nú aftur skulu nýta orku til at uppbyggja eitt arkiv, sum vit longu hava gjørt einaferð, sigur hann.