Tað er at kalla ein sjálvsøgd uppgáva hjá einum ítróttarfelag í fremstu røð, at hetta eisini hevur sína egnu heimasíðu. Slíka hevur KÍ eisini havt í fleiri ár, og sum so mundi felagið eisini vera millum pionerarnar í hesum. Ikki minst tí KÍ saman við HB í drúgva tíð var tað felag, sum hevði best umtóktu fótbóltsheimasíðuna.
Seinasta árið hevur tó verið so sum so við dagføringunum á síðuni. Einamest, tí orkan fyri tað nógva hevur verið løgd í at gera nýggja heimasíðu. Dagfestingin fyri, nær nýggja síðan skuldi koma á netið, hevur fleiri ferðir verið útsett, men nú er bíðitíðin so av.
Á slóðini www.ki-klaksvik.fo kemur nú spildurnýggj heimasíða fram, har tíðindi frá bæði KÍ og Stjørnuni eru at síggja. Enn eru dagføringarnar ikki so nógvar og nýggjar, men sum skilst, so verður arbeitt við at eisini hesin parturin skal gerast meira støðugur. Og verður hann tað, so er einki at ivast í, at bæði KÍ-fjepparar og onnur tá hava eina síðu, sum verður eitt sera áhugavert vitjunarstað.