12 størv færri á Heimarøkini

Trý nýggj røktarheim lata upp næsta hálva árið, og tað ber við sær sparingar innan Heimarøktina

Eldrarøkt

Hesum boðaði Heimarøktin og Serforsorgin frá í tíðindaskrivi til miðlarnar mikudagin.
Sagt verður, at umskipanir innan eldraøkið hava við sær, at tað næsta ár verða 12 fulltíðarstørv færri innan Heimarøktina. Hetta svara til eini 15-18 starvsfólk, og hava hesi nú fingið ætlanarskriv um uppsøgn.
Tað er tó ikki so, at eldraøkið verður skert. Komandi hálva árið lata trý nýggj røktarheim upp. Hesi eru á Streymnesi, í Runavík og í Havn, og íalt geva hesi 72 nýggj røktarheimspláss, sum fara at krevja á leið 60 nýggj fulltíðarstørv.
Samstundis sum nýggju røktarheimini verða tikin í nýtslu, væntast trýstið á Heimarøktina úti í heimunum at minka nakað. Av hesi orsøk er í fíggjarlógaruppskotinum 2006 framd ein umskipan av játtanini innan eldraøkið frá Heimarøktini til røktarheimsøkið. Hetta kemur at viðføra broytingar í Heimarøktini, tí samstundis sum fleiri nýggj arbeiðspláss verða skipað á nýggju røktarheimunum, hvørva nøkur arbeiðspláss í heimarøktina úti í heimunum.
Hetta merkir, at játtanin til røktarheim økist við 23 mió kr. Játtanin til Heimarøktina minkar samstundis við 4 mió kr.